11. oktober 2017

Longu ein sigur í húsi


Myndir: Sverri Egholm/Portal.fo & Jan Sørensen

Longu aftan á 4 dystir í bestu kvinnudeildini fekk okkara kvinnulið sín fyrsta sigur í hús. Tað var í dysti móti ongum øðrum enn Neistanum, sum hevði heimavøll á Hálsi í Havn.

 

Tað var bara teir fyrstu á leið 10 minuttirnar, at tað gekk javnt á. Eftir hetta fóru okkara fram um og hildu sær har. Tað var bara móti endanum av dystinum, at tað fór at sansa at, har tvær útvísingar til okkara kostaðu dýrt, og málmunurin minkaði niður í eitt mál. Tó - dysturin endaði 21-23, hálvleiksstøðan var onki minni enn 10-15. Ólukksáliga gott!!

 

Støðuna og úrslit í Hvonn-deildini sært tú her á Úrslitatænastuni.

 

 

Menninir hjá okkum spældu beint aftan á, eisini móti Neistanum. Her gekk ikki eins væl og hjá kvinnunum. Tað gingu heilir 10 minuttir, áðrenn vit fingu mál til 4-1. Síðani gekk betri, og hálvleiksstøðan var 9-9. Í seinna hálvleiki megnaðu vit at koma fram um til 15-18. Men so steðgaði upp, og seinastu 8 minuttirnar fingu vit bara tvey mál. Dysturin endaði við javnleiki 20-20.

 

Støðuna og úrslit í FTZ-deildini sært tú her á Úrslitatænastuni.

 

 

Í morgin kemur dystarfrásøgn her á heimasíðuna.

 

Til tá kanst tú nærlesa dómaraseðlarnar, sum vit hava lænt frá innsløgum á bólkinum Hondbóltskjak á Facebook:

* Hvonn-deildin, dómaraseðil (Hilmar Jan Hansen)

* FTZ-deildin, dómaraseðil (Einar Martin Hjalt Jacobsen)

 

Og Portal.fo hevur myndir frá kvinnudystinum og frá mansdystinum. Myndatakarin er Sverri Egholm.

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 ad@lawfirm.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Sonja Mørkøre   223663 sonjamorkore@gMail.com
  Ivan Fossabrúgv   239611 ifossabrugv@gMail.com
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
  Annika á Steig Egholm   581319 annikasteig@hotmail.com
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo