leygardagur, 6. juli 2013

Dystarfrásagnir frá degi 4, 2. partur


Mynd: Dr. 11felagsmynd

Aftan á at tað seinasta fyri dag 4 varð lagt út, komu hesa greinarnar inn:

Dreingir 11-2

Dreingirnir komu í B-bólkin í endaspælinum, og spældu ein sera spennandi dyst ímóti svium.
Eftir at hava verið á odda 4-2 í hálvleikinum, endaði dysturin 7-7, og tí mátti gylta málið til í umdysti.
Sviar fingu hettar málið, og tí var kappingin liðug fyri okkara h
hartarbeiðandi og kempandi lið.
Alt í alt ein flottur insatsur av okkara dreingum.

Dr. 11 A
Av tí at dr. 11 A vunnu sín bólk í innleiðandi umfarinum, komu teir í A-finaluumfarið. Fyrsti dysturin, sum var 1/8 finala, var ímóti svenska liðinum HK Aranas 1. Talan gjørdist um ein sannførandi sigur á 15-4, har allir leikarar vóru konsentreraðir í gjøgnum allan dystin. Sostatt var liðið komið í 1/4 finaluna, har svenska liðið HK Silwing/Troja var mótstøðuliðið. Vit vóru vitandi um, at hetta var eitt gott lið og tískil skuldu allir leikarar geva alt sum teir áttu, um vón skuldi verða fyri einum sigri. Talan bleiv um ein sera spennandi og javnan dyst, har okkara leikarar allatíð megnaðu at hanga í mótstøðuliðinum. Munurin var ongantíð størri enn 3 mál. Eitt skifti vóru vit á odda 11-10. Tá ið alt kom til alt taptu við dystin 17-14. Um væl vildi til, kundu okkara dreingir eins væl vunnið dystin og komið í 1/2 finaluna. Sostatt var endaliga úrslitið, at okkara dr. 11A lið kom í 1/4 finaluna. Alt í alt ein sera flottur innsatsur av dr. 11A, sum allir leikarar kunnu vera nøgdir við. Eingin ivi er um, at leikararnir hava lært ein rúgvu og verður hetta vónandi nakað, sum vit fara at síggja aftur komandi kappingarár.

Dr. 10 A
IK Såvehof stóð fyri tørni í 1/8 deils-finaluni hjá dr. 10 A kl. 13.05 á leikvøllinum á Heden í dag. Dreingirnir vóru sera spentir til dystin og vóru væl upplagdir til dystin.
Ein stór mannamúgva var savnað til dystin, og gjørdi hetta stemningin sera góðan. Mest sum allir Hoyvíkingarnir vóru møttir til dystin. IK Såvehof tilhaldsfólkini stóðu ikki nógv aftanfyri í antal, men høvdu ringt við at matcha stemningin hjá Hoyvíkingunum.
Dreingirnir fingu eina harða byrjan og komu afturum beinanvegin. Tað virkaði mest sum einki, og simplar avleveringar, sum burdu verið tryggar sum amen í kirkjuni, blivu kastaðar í føvningin á mótstøðumonnunum ella í beinini á viðleikarunum.
Hetta vísti seg tó einans at vera byrjunar-trupulleikar. Dreingirnir fingu stýr upp á sínar nervar, og raskir sum teir eru bardu teir seg fram til eitt betri úrslit. Teir vístu áræði og vilja í heimsklassa í verjupartinum og álopsparturin var eyðmerktur av tekniskum gullkornum og beinraknum dundurskotum frá miðplássunum.
Dysturin gjørdist sera spennandi, men dreingirnir hildu høvdið kalt og vunnu seg víðari luttøku við úrslitinum 8 – 6 til okkara dreingir.

Næsti finalu dysturin ¼ finaluni skuldi spælast ímóti OV Helsingborg. Hesin dysturin skuldi vísa seg at vera ein ov stórur biti at gloypa. Tað var skjótt at síggja, at vit vóru yvirmatchaðir. Leikararnir á mótstøðuliðnum vóru høvdið størri, og einkultir hava allarhelst goymt dópsattestina væl burtur áðrenn dystin.
Vit taptu dystin ruddiliga. 13 – 3 var ikki vakurt! Men frøast kunnu vit um, at dreingirnir ongantið góvust at spæla hondbólt. Teir stríddust mannliga, til dómarin flótaði síðsta bríkslið.
Dreingirnir hava rætta hugburð, og teir hava eina bjarta framtíð fyri framman.
Partillecup hevur verið ein gott upplivilisi. Vit og dreingirnir hava havt eitt fantastiskt upplivilsi.

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com