fríggjadagur, 13. oktober 2017

Gjørdu ikki kvinnunum bragdið eftir


FTZ-deildin, Neistin-H71: 20-20 (9-9)


Skrivað hevur: Sjúrður Hildarsson Hoydal

Myndir: Jan Sørensen

Mansliðið spældi javnt móti Neistanum.

Tað var góður hýrur á hoyvíksáskoðarunum undan mansdystinum millum Neistan og H71 í høllini á Hálsi mikukvøldið.

 

Kvinnuliðið hevði júst frammanundan skrivað søgu, tá tær megnaðu at fáa sín fyrsta sigur í bestu deildini.

 

Hjá mansliðnum var støðan hinvegin tann, at teir høvdu fingið fulla úrtøku burtur úr øllum trimum dystunum higartil í ár, so setningurin var greiður: Góða byrjanin skuldi halda fram.

 

Men H71 byrjaði dystin alt annað enn væl. Tað var sera trupult at skapa møguleikar í álopinum, og Neistin fekk lagt seg á odda 1-0, eftir at tveir minuttir vóru leiktir.


Stóra Neistaverjan hevði tamarhald á flestu royndunum hjá H71, og tá so tað endiliga eydnaðist at koma til ein stóran møguleika, so tók Neistamálverjin bóltin, so at Neistin kundi øki til 2-0.


Hendan gongdin helt á eina løtu afturat, og tá ið Neistin so økti til 3-0, eftir sjey og ein hálvur minuttir vóru leiktir, mátti Sonni taka eitt time-out, ið eisini elvdi til gleðisróp úr Neistaleguni.

 

Ein ræðulig álopsbyrjan frá H71, ið tó kundi ugga seg við, at støðan ikki var verri, enn hon var. Hetta orsakað av at verjan stóð heilt væl og fekk takklað væl, tá ið Neistin royndi at spæla upp.

 

Eftir time-outið megnaði H71 at spæla seg frítt, men brend aftur úr góðari støðu, og Neistin kundi enn einaferð økja um munin til 4-0.

 

Nú hevði Mark fingið nokk og valdi at skjóta útifrá. Hetta eydnaðist væl við einum flottum máli – tað fyrsta í dystinum eftir at tíggju minuttir vóru farnir.

 

Neistin svaraði skjótt aftur. H71 fekk eina útvísing, og Neistin økti til 5-1.


Mark var tó ikki liðugur at royna seg, og skoraði fyrst til 5-2 áðrenn hann í næsta álopinum fangaði sín egna returbólt og skoraði til 5-3.

 

Nú eydnaðist betri í álopinum, og verjan helt fram at standa væl. Hetta gav eisini møguleika í skjótálopinum, har H71 legði nógv fyri í fyrstu og aðru bylgju. Eftir 14 minuttir var gjørdist Niklas fríur á strikuni undir skjótálopi, og fekk brotskast, ið Mark setti í netið. 5-4.


Neistin svaraði aftir, men eftir at Rúni við einum vøkrum hoppiskoti og Niklas í skjótálopi høvdu skorað, so stóð á jøvnum 6-6, eftir 18 minuttir vóru farnir, og Neistin tók time-out.

Time-outið hjá Neistanum tøktist ikki at hjálpa, tí H71 verjan stóð aftur sera stinn, og Hans Kári fekk lagt H71 framum 7-6 eftir skjótálop.


Tað var júst í skjótálopinum, at bestu møguleikarnir hjá H71 komu, tí at skipaða álopsspælið riggaði ikki væl, og tað var so at siga hvørt álop, at hendurnar hjá dómarunum vóru á lofti.

Men skjótálopini riggaðu, tá Leivur økti tvær ferðir til 7-8 og 7-9, áðrenn Neistin svaraði aftur, soleiðis at hálvleiksstøðan gjørdist 9-9.

 

Ein málfátøk hálva við tveimum góðum verjum og tveimum heldur minni góðum álopum.

 

Eftir stuttari løtu av seinna hálvleiki sást, at tað kanska ikki fór at gerast málríkari í hesi hálvuni. Ári bjargaði flott, áðrenn H71 so brendi tvær ferðir av vonginum við Leivi og Pæturi, so at Neistin kundi leggja seg framum aftur


Júst hesir báðir leikararnir megnaðu tó at svara aftur, tá fyrst Leivur flott skoraði av vonginum, og Pætur síðani skoraði til 10-11 eftir eina yvirgongd.


Liðini skiftust um leiðslurnar, og Neistin fekk skotið tvey mál upp í slag til 11-12, áðrenn Leivur javnaði við einum flottum flúgvara, eftir at hondin hjá dómaranum enn einaferð hevði verið uppi.

 

Neistamenn hildu tó, at teir vildu halda fram at skiftast um leiðsluna, og fingu svarað aftur til 13-12, og Sonni tók time-out.

 

Neistin legði væl út eftir time-outið, málverjin bjargaði einum skoti, og teir fingu økt til 14-12. Men hetta var ikki ein dystur, har nakað lið slapp at renna undan. H71 svaraði aftur, tá Pætur javnaði eftir skjótálop í 19. minutti, og nú var tað H71, ið hevði hug at renna undan.

 

Leivur skoraði enn einaferð, so at støðan gjørdist 15-16, og nú tók Neistin time-out.


H71 nýtti helst time-outið at tosa um øðrvísi hættir at skapa møguleikar, tí at eftir time-outið fekk Pætur bóltin sera spískt á høgra vongi. Hann leyp inn og spældi ein flúgvara til Mark, ið leyp inn frá vinstra bakki. Sera flott mál og 15-17 til H71.

 

Góða gongdin hjá H71 helt fram, Niklas fangaði ein bólt í verjuni og rann allan vegin sjálvur, so hann kundi skora til 15-18, og Neistin tók enn eitt time-out. Bert tveir minuttir eftir tað fyrra.

Nú spældi Neistin við sjey monnum í álopinum, og teir skoraðu beinanvegin.


Liðini skoraðu einaferð afturat í part, og tá ið 25 minuttir vóru leiktir, hevði Mark møguleikan at økja til trýmálsleiðslu við brotskasti. Tíverri endaði bólturin omanfyri málinum, og Neistin minkaði um munin til 18-19.

 

Liðini skiftust at brenna, áðrenn Sigmundur Nolsø fangaði ein bólt á strikuni, ið hann – hart trýstur av einum Neistaleikara – ikki megnaði at fáa ordiligt skot á. Sigmundur var so fangaður á skeivari hálvu tá Neistin fór í skjótálop, og hann rann alt hann var mentur at koma aftur. Við stórum váða royndi hann at taka bóltin frá einum Neistaleikara, so at hann kom til at renna hann um koll, og úrslitið varð 
at Sigmundur mátti av vøllinum í tveir minuttir.

 

Neistin gjørdi sær dælt av støðuni og javnaði til 19-19, tá ið júst meira enn ein minuttur restaði í av dystinum.

 

Hetta var helst seinasta álopið hjá H71 í dystinum, so nú ráddi um at tora at vera avgerandi. Rúni tordi, og hann sendi eitt flott undirhondsskot í málið til 19-20, so at Neistin bert hevði eini 40 sekund at javna.


Men tað eydnaðist teimum at spæla seg til ein møguleika sum endaði við at javna, og tíðin var ov knøpp hjá H71 at gera nakað við støðuna, ið endaði við javnleiki 20-20.

 

Hetta eftir ein dyst, har álopið hevði stórar trupulleikar av stóru Neistaverjuni, men har samstundis Neistaálopið hevði tað trupult við Hoyvíksverjuni.


Verjan saman við málmonnunum hevur higartil í ár staðið seg sera væl, og tað sæst ikki á Niklasi og Boasi, at teir eru so at siga nýggir í byrjunaruppstillingini.


Niklas tykist at hava sett seg á annað plássið í miðverjuni undir liðini á Sigmundi Dahl, nú tað plássið er tøkt, eftir at Helgi og Peter eru farnir.

 

Eisini eydnaðist tað teimum væl at leggja trýst á í skjótálopinum, eisini í aðru bylgju, ið elvdi til nógv av málunum í kvøld. Ofta við Leivi sum málskjútta.


Leivur er enn ein ungur maður, ið tykist at hava bitið seg fastan á liðið í ár, og hann gjørdist eisini toppskjútti í kvøld við seks málum.

 

So framtíðin er svørt sum altíð.

 

 

Dómaraseðil.

 

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Petur Skeel Dahl   210135 PeturSD@Olivant.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com