16. oktober 2017

Mansliðið aftur á sigursleið


FTZ, H71-KÍF: 31-26 (15-12)


Skrivað hevur: Sjúrður Hildarsson Hoydal

Myndir: Jan Sørensen

Sunnudagin vunnu vit trygt á KÍF.

Tað vóru tvey lið í hvør sínum enda av stigatalvuni, ið hittust í Hoyvíkshøllini sunnudagin.


H71 kundi við sigri taka fremsta plássi aftur frá Team Klaksvík, samstundis sum KÍF enn einki stig hevði vunnið hetta kappingarárið.

 

Tí mundi H71 vera favorittur til heimadystin, eisini tí at kollfirðingar vóru nakað skerdir, við skaða til eitt nú Andrias Nielsen. Hetta hevði við sær, at KÍF ongar lámar leikarar hevði í høgru síðu til hendan dystin, og tað kann vera ein stórur vansi við tí støði, sum føroyskur hondbóltur er á í dag.

 

H71 stillaði upp, soleiðis sum tað helst var væntað, við Leivi, Hilmar Leon, Mark, Hans Kára, Pæturi og Sigmundi Dahl í álopinum, meðan Niklas og Boas komu inn í verjustøðu.

At heimaliðið var favorittur sást ikki fyrstu minuttirnar.


KÍF skoraði fyrsta málið, áðrenn Hans Kári javnaði, og liðini fylgdust teir fyrstu sjey minuttirnar, har støðan var 4-4.


So gjørdu hoyvíkingar eitt hál og komu á 7-4 við Hans Kára og tveimum málum frá Mark, áðrenn kollfirðingar fingu svarað aftur til 7-5 eftir tólv minuttum. Síðani var málturkur í tríggjar minuttir, áðrenn Boas skoraði í skjótálopið.

 

KÍF svaraði aftur og fekk eisini steðgað einum álopi, men síðani bjargaði Ári væl, og Niklas kundi fara í skjótálop, har hann skoraði trygt til 9-6.
Hoyvíksverjan stóð væl nú, Pætur fekk økt til 10-6, og KÍF tók time-out.

 

KÍF nýtti ein part av time-outinum at seta eitt gott spæl upp. Teir byrjaðu dystin aftur við einum vøkrum dupultflúgvara, har fyrst vongurin bleiv sendur á flog, men í staðin fyri at skjóta, so legði hann ein bólt til høgra bakkin hjá KÍF, Magnus Müller, ið skoraði helst merkisverdasta málið í dystinum.


Júst Magnus Müller, ið spældi á høgra bakki, hóast hann skjýtur við høgru hond, var størsta málhóttanin hjá KÍF og helt mest sum sjálvur KÍF inni í dystinum.

 

Kollfirðingar fingu ikki tíð at fegnast um flotta málið, tí H71 spældi sum vant við fullari ferð niðan eftir vøllinum, og Leivur fekk økt aftur til 11-7.


Stutt eftir fintaði Mark seg væl ígjøgnum, men málverjin var tíverri fyri.

 

Tað tóktiskt, sum at H71 hevði tamarhald á dystinum, men tað eydnaðist fyrst áður nevnda Magnusi at sníkja bóltin í málið, áðrenn H71 aftur misti bóltin við einum váðamiklum innspælið, so KÍF kundi fara í skjótalop og gera støðuna til 11-9, samstundis sum Vilhelm varð rikin av vøllinum í tveir minuttir.

 

Tamarhaldið á dystinum tóktiskt slept, men hesum var Mark ikki samdur í, og smekkaði eitt knapt skot í handara horn. 12-9. Magnus svaraði aftur fyri kollfirðingar, áðrenn Pætur skoraði eitt vakurt mál úr

spískum.

 

Um hetta mundi varð Jóhan skiftur inn í málið, og hann stórbjargaði, tá kollfirðingar royndu seg, men fekk tó einki gjørt við tað, at Magnus enn einaferð fekk minkað um munin til 13-11.

 

Løtu seinni vísti Leivur, hvussu væl fyri hann er, tá hann undir stórum trýsti fekk sneitt sær á, og onkursvegna funnið Mark á strikuni, ið fekk brotskast og eina útvísing burturúr.


Pætur skoraði brotskastið og gjørdi støðuna til 14-11, eftir at slakir 27 minuttir vóru leiktir. Hoyvíkingar fingu vart fyri í næsta álopinum, og Niklas legði stórt trýst á í skjótálopinum og økti til 15-11, tá ein góður minuttur restaði í. 


Stutt eftir fekk Boas eina útvísing, og Magnus kundi minkað um munin. Tíð var eftir á klokkuni hjá H71 at skora áðrenn hálvleik, og teir royndu seg við at taka málverjan út í undirtalsstøðuni. Hetta mundi kosta, tí bólturin varð mistur, og KÍF kundi skora í tómt mál, men teir vóru ikki nóg skjótir so at Jóhan um reppi kom inn at bjarga í seinasta sekundinum. Sostatt var hálvleiksstøðan 15-12.

 

Eftir ein fyrsta hálvleik, har vit ikki høvdu sæð so nógv til skot frá Hilmari Leon, meldaði hann seg veruliga inn í dystin frá byrjan í aðru hálvu.


Eftir at Vilhelm fyri H71 og Magnus fyri KÍF høvdu skotið eitt mál í part, smekkaði Hilmar Leon eitt hoppiskot inn til 18-15. Magnus svaraði aftur, og tað sama gjørdi Hilmar Leon eftir skjótálop. 18-15.

Eftir ein mistan bólt slapp KÍF at skora í einum skjótálopi, áðrenn Hilmar Leon fintaði seg ígjøgnum til 19-16 í sjeynda minutti.

 

Var Hilmar Leon meldaður inn í dystin, so var tað nú Jóhan, ið helt, at hann eisini vildi vera við.


Fyrst bjargaði Jóhan, áðrenn H71 brendi, men líka legði Jóhan í. Hann bjargaði aftur, og sum um tað ikki var nóg mikið, so sendi hann ein perfektan bólt, ið datt niður í hendirnar á Pæturi, ið økti til 20-16.

Í næsta álopinum bjargaði Jóhan mín sann aftur, men hann fekk tó einki gjørt við, at KÍF skjeyt eitt brotskast í málið til 20-17. H71 gangnnýtti ikki møguleikan at økja, men stutt eftir fangaði Niklas ein bólt, ið hann sjálvur sendi í netið í skjótálopinum, soleiðis sum vit hava sæð rættuliga ofta í ár.

 

Stutt eftir hevði Jóhan aftur eina bjarging, men dømt varð fyri brotskasti. Ári kom inn at royna seg, og bólturin rakti stongina. Kollfirðingurin fangaði bóltin aftur, men Ári stórbjargaði.
Heldur ikki hesa ferð fekk H71 økt, og í staðin minkaði KÍF um munin til 21-18 eftir eitt innspæl.

 

Løtu seinni fekk H71 brotskast, men Pætur brendi tíverri, og KÍF dugdi at taka av og minkaðu til 21-19.

 

Hetta var enn ein løta, har ein sat við kensluni av, at dysturin var alt ov tættur í mun til spælið, og at tamarhaldið var slept.

 

Tað var tað ikki, sambært Hilmari Leon, Leivi og Jóhan, ið í felag syrgdu fyri at økja støðuna til 23-19. Hilmar Leon við hoppiskoti, Leivur eftir skjótálop, og Jóhan, ið helt fram at bjarga.

Hetta var støðan eftir einar seytjan minuttir, tá ein óheppin støða kom fyri.


Hilmar Leon fór í skjótálop, og tá hann leyp móti málinum, rann ein kollfirðingur í hann, so at Hilmar Leon varð sendur gjøgnum luftina og lendi hart.


Hetta var sjálvsagt ikki gjørt við vilja, men heldur ófantaligt í einari ráðaleysari roynd at steðga áleyparanum. Dómararnir valdu at geva reyða kortið, og fingu eingi mótmæli frá leikaranum, ið eisini kundi ugga seg við at Hilmar Leon ikki sá út til at hava fingið mein.

 

Brotskastið, sum úrslitaðist av hesum, varð brent av Leivi, og KÍF fekk í staðin skorað.

 

Innspælingar til strikuna hava vit sæð heldur lítið av hetta kappingarárið, men eftir nítjan minuttum fekk Sigmundur Nolsøe ein bólt, og fekk við miklari styrki snara sær og sett bóltin í málið.


Jóhan fekk enn einaferð steðgað einari skotroynd, og Mark skoraði eitt av sínum knøppu standandi skotum, áðrenn Hans Eli fekk minkað um munin til 25-21, og H71 tók time-out eftir 21 minuttum.

Hetta helst fyri at greiða leikaranum frá, hvussu tamarhaldið á dystinum skuldi haldast restina av dystinum.

 

Hetta riggaði væl, tí at leiðslan minkaði ikki niðurum fýra mál restina av dystinum.

 

Andor legði væl út eftir time-outið og skoraði úr spískum til 26-21. KÍF svaraði aftur, áðrenn Leivur fór í skjótálop til 27-22, og Mark síðani økti til 28-22. So at munurin var seks mál við bert seks minuttum eftir at leika.

 

KÍF eydnaðist at minkað um munin tvær ferðir, áðrenn Andor aftur skoraði úr spískum, og KÍF tók sítt seinasta time-out.

 

Hetta bragdaði í næsta álopi teirra, tá ið Hans Eli gjørdi støðuna til 29-25, og nú sást, at kollfirðingar fóru langt upp á vøllin at verja. Hetta var guff fyri Sigmund Nolsø, ið stóð einsamallur við einum manni, ið ongan møguleika hevði at verja fyri Sigmundi, og hann gjørdi tað til 30-25. Uppskriftin var tann sama løtu seinni, tá verjuleikarin á Sigmundi fekk útvísing.

 

Nú var dysturin avgjørdur, men Jóhan vildi seta krúnuna á eitt flott avrik, tá ið hann framdi eina framúr dupultbjarging.

 

Í seinastu sekundunum fangaði Andor ein returbólt, og skoraði til endaligu støðuna 31-25.

 

Sostatt eru H71 aftur ovast á stigatalvuni saman við Neistanum, ið tó hevur spælt ein dysti meira.


Tað er trupult at spáa um kappingina í ár, men vit kunnu bara fegnast um at vera ósigraðir fyrstu fimm dystirnar, og mugu vóna at halda fram at skava so nógv stig saman, sum til ber áðrenn jólini eru farin afturum, og stigatalvan veruliga byrjar at benda á, hvørji lið skulu berjast um tey stuttligu plássini.

 

Næsti dystur er sunnudagin 22. oktober móti StÍF á Skála.


Hetta verður ein sera trupul dystur, eins og tað nærum altíð er á Skála. Tí hevði tað verið sera gleðiligt, um hoyvíkingar funnu sær stundir at stuðla móti strandingum næsta sunnudag.

 

 

Dómaraseðil.

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 ad@lawfirm.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Janet Fríða Johannesen   212211 jj@atlanticon.fo
  Erland Jensen   243534 erj@ft.fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
         
           
  Ábyrgd av faldara      
  Erland Jensen   243534 erj@ft.fo
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo