mánadagur, 16. oktober 2017

Tøff tøff


Hvonn, H71-Stjørnan: 25-22 (11-12)


Skrivað hevur: Agga Niclasen (h71faldarin(a)gmail.com)

Myndir: Jan Sørensen

Hjá mær at hava ábyrgd av einum líkinda hondbóltsliði hevði verið á leið líka svakt sum at latið Yasser Arafat stýrt einum barnagarði.

Vit hava hoyrt um lokomotiv fyrr. Eisini í Føroyum. Ikki nøkur ordilig nøkur, men sum myndatala fyri, at okkurt, ið hevur verið arbeitt uppá ígjøgnum langa tíð, nú trúliga tekur form og dik á seg—at okkurt er í umbúna.


Tøff

Tað kendasta er enn ikki komið á mál, men fer framvið einum mílasteini, um tú vilt, einari pseudo-grundlóg, um ikki so langa tíð. Eg elski tokstøðir. Elski tær.


Hitt lokomotivið eru kvinnurnar hjá H71. Ferðin var á heilt góðari leið at byrja við. Nei, ongir sigrar, men sum heild góð avrik; og annað var líkasum ikki væntandi við einum hópi eins erfarin og  munkur í Jomfruannegade.


Men vit hildu á, og við ógvusligum stríðsvilja og sindur av hepni fingu fleiri av battaríunum lív. Og nú tykist ferð vera komin á.


Fá lið vilja tað meiri enn vit, og hóast okkurt liðið av góðum grundum er betri enn okkara, er fráleikin ikki so stórur, at vit ikki føla, at vit kunnu vera við. Sjálvt ikki ímóti Kyndil og VÍF.


Tøff tøff

Stjørnan var betra liðið bróðurpartin av dystinum. Lutfalsliga lætt fingu tær mál samtíðis við, at tað varð ov trupult hjá okkara damum at koma til haldgóðar málkjansir. Ov nógv orka brúkt í hesum parti, haldi eg. Ov ‘umstendigligt’. Ov laboured.


Sært tú, eg eri ongin venjari. Hjá mær at hava ábyrgd av einum líkinda hondbóltsliði hevði verið á leið líka svakt sum at latið Yasser Arafat stýrt einum barnagarði. Men við støði í teim dystum, eg higartil havi sær, Neistin á Hálsi og Stjørnan í Hoyvík, so hevði tað kanska verið eitt hugskot, av og á, at latið Mariu staðið í verjuni at senda nakrar bóltar fram eftir vølli hjá vongunum at tikið ímóti; eitt nú eini flúgvandi Evu Barbu at lofta og skora. Tær kennast, og Maria veit, at Eva B e.r. f.a.r.i.n. Og vongurin veit, hin við, at har kemur ein bóltur, so tað er bara at renna...


Aðramáta gerst ov striltið frameftir, ov møðsamt at fáa mál, tá øll málini skulu fáast við etableraðum álopum. Serliga í einum álopi, har ov fáar taka ábyrgd og vongspælið modernað—altso, ikki-eksisterandi.


So skjótt ferð kom á, riggaði betri. Skjótar flytingar, ikki bøla á bóltinum, og so dagast opningar. Eg dugi at lurta, men tosi eisini nógv, dekan nógv, men eg minnist Kára Nielsen, Oliver eisini, tá teir søgdu, at tað er avrættingargrund, kemur tú innum tríggjar við ferð... uttan at fara ígjøgnum ella skjóta, so royna, um ikki annað!


Tøff tøff tøff

Heldur oftani upplivdu vit tað, at bólturin bleiv sendur síðulens. Eg trúgvi ikki uppá avrættingar, so slett ikki fyri vantandi treysti, men hatta er ein hondbóltsins deyðssynd. Bara sigi.
Hinvegin, nú er hann deyður, og gott tað, men eingin hevði latið Arafat umsitið organiseraða dagin hjá norðurlendskum smábørnum ílatin gular endurskinsvestar og fallhjálm. Men eygleiðingar uppímillum kaffisutl frá einum, ið fylgdi við og hjálpti til eitt knapt áratíggju.


So okkurt veit havnarmaðurin um hesa so lekru ítróttargrein, ið megnar at fáa trøllvaksin fólk at venda sær við, halda um knæið hjá s´ðumanninum, skeita... ella bara, eins og Coach, fara út úr høllini, so skjótt og hvørja ferð, brotskast skuldi takast. Sjávlur plagi eg at bíta kontrollerað í tunguna. (Tað riggar). 


Hinvegin aftur, hin verju-disponeringin hevur við sær, at fleiri sleppa til, hvat eisini er gott, tí ábyrgdin má javnast hvðana meiri enn nú, skulu vit leggja á.


Men eitt flott úrslit, og uppaftur flottari komið aftur. Vár í málinum, eins og síðstu ferð, á Hálsi, hevði ein niðurtúr eitt skifti, men við eini framúr seriu-bjarging gjørdi hon, at restin av liðinum líkasum kom uppfrá. Byrjaði at trúgva uppá tað. Vit vóru aftanfyri við 5 málum, tá minni enn 10 minuttir restaðu í. At venda slíkari støðu til eina vinnarastøðu ber á brá av einum vilja, ið kemur at garantera okkum uppaftur fleiri sigrar.


Tøff tøff tøff tøff

Men fyri tað mesta var viljin ikki hin sami sum ímóti Neistanum. Tá merkti tú hann útum vøllin. Ikki í Hoyvík. Ikki fyrrenn síðstu løtuna. Heldur ein túr til tannlæknan enn síggja lið, ið ikki kasta seg eftir bóltinum, men har reyvin er hægst.


Men vit vunnu. Og taðer umráðandi. Umráðandi at vita, at tað ber til. Og tað bert til, tí okkara kvinnur duga at spæla hondbólt, men konstantur vinnaravilji má til. Ja, nakað so banalt sum at sannføra seg sjálvan um, at hvør bóltur er síðsti bóltur.


Júst soleiðis spældu vit síðstu løtuna. Og tú bara visti, sum áskoðari bara visti tú, at hetta bar á mál. Og tað gjørdi. Vit vunnu komfortabult. Í siffrum komfortabult. 
25 – 22. 


Tøff tøff tøff tøff tøff

Næsti dystur er á Skála, og tá má hugburðurin navigerast eitt vet, hugsi eg.


Svarta fjepparafjøldin, er enn alt sum fyrr, er væl betri úti enn heima. Meiri dýrisk.


So tað er mín vón, at hon megnar at vinda handa síðsta marginlain burturúr okkara damum til tess at tryggja okkum eitt sigurs-hattrikk. So verður Calvados aftur á skránni. Og eg festligari enn sum er.


Koyr á Maskinuna, Koyr á Hoyvík!

 

 

---

 

Dómaraseðil.

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Petur Skeel Dahl   210135 PeturSD@Olivant.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com