mánadagur, 23. oktober 2017

Blakaðu sigurin burtur


Skrivað hevur: Sjúrður Hildarson Hoydal

Menninir fingu bert javnleik móti StÍF.

Heilt fitt av hoyvíkingum høvdu leitað sær inn á Skála í dag, har bæði kvinnu- og mansliðið skuldu í eldin móti strandingum.

 

Frøi var á hesum hoyvíkingum, eftir at kvinnuliðið hevði fingið enn ein sigur í hús, og tey hildu fram at frøast, sum fyrri hálvleikur av mansdystinum byrjaði.

 

Tó minkaði frøin nakað, tá ið tað sást, at bæði Niklas og Rúni ikki hitaðu upp saman við hinum.

 

H71 løgdu kortini væl út, tá ið Pætur av vonginum sendi ein bólt gjøgnum málteigin og í hendurnar á Hilmari Leon, ið kom flúgvandi og setti bóltin í málið.

 

Tað eydnaðist eisini at steðga strandingum at skora, so at Esbern í staðin kundi senda eitt hoppskot í netið til 2-0.

 

Esbern fekk møguleikan frá byrjan í dag, og tað sást, at hann hevði hug at prógva seg, tí hann var sera avbjóðandi, og fekk spælt upp til fleiri góðar kjansir gjøgnum dystin.

 

Eftir at tveir minuttir vóru farnir, fingu strandingar sítt fyrsta mál, áðrenn Hilmar Leon spældi sera fikst inn til Sigmund Dahl, ið fekk brotskast. Hetta setti Pætur í netið til 3-1.

 

Síðani kom fyrsta útvísingin í dystinum, og hon var til ein av okkara, so at StÍF kundu spæla yvirtalsspæl út á høgra vong, ið hevði risastórt pláss. Hetta legði Ári ikki í og tók eina stórbjarging fram.


Síðani fylgdust liðini at eina løtu, har H71 varðveitti tveymálsleiðsluna, áðrenn leiðslan øktist eitt sindur. Hetta var ein løta, har Hilmar Leon og Ári vóru bestu leikarar á vøllinum. Fyrst fintaði Hilmar Leon seg ígjøgnum til 3-5, áðrenn Ári bjargaði einum góðum skoti frá Sveini. Í næsta álopi spældi Esbern væl upp til Hilmar Leon, ið takkaði fyri við at bomba bóltin upp í hornið til 3-6.

 

Løtu seinni legði Esbern aftur upp, hesaferð til Hans Kára, ið var runnin í ein stóran kross og gjørdist fríur á vinstra bakki. 3-7.


Ári stórbjargaði út til innkast í næsta álopinum, men fekk einki gjørt við, at Sveinur slapp at leypa upp innan fyri tríggjar-meturin og skoraði trygt.


Hans Kári vildi eisini vísa sína skotstyrki og smekkaði bóltin upp í hornið til 4-8, og StÍF tók sítt fyrsta time-out, eftir at 15 minuttir vóru leiktir.

 

Eftir time-outið eydnaðist tað strandingum at spæla seg ígjøgnum eftir yvirgongd, men bólturin rakti yvirleggjaran, og í staðin kundi Leivur økja til 4-9.


Stutt eftir raktu strandingar enn einaferð á stongina og út. Hepnið var sanniliga ikki við teimum hesa løtuna.

 

Eftir at einir 18 minuttir vóru spældir, vildi Hilmar Leon vísa, at hann telist millum bestu skjúttarnar í landinum, tí hann setti fyrst eitt kanónskot í handara horn til 4-10, áðrenn hann stutt eftir sendi eitt eins hart skot í tættara hornið til 4-11.

 

Í hinum endanum helt Ári fram við at taka sær av flestu skotunum útifrá, og strandingar vóru noyddir at royna at spæla seg ígjøgnum. Hetta eydnaðist teimum til 5-11, áðrenn Leivur skoraði ein flottan flúgvara. Í næsta álopinum skoraðu strandingar aftur eftir eitt flott innspæl, og vit brendu stutt eftir ein góðan møguleika.


Ári bjargaði aftur, og H71 tók time-out eftir 22 minuttir.

 

Við støðuni 6-12 kundi hugsast, at tað helst vóru strandingar, ið høvdu mest tørv á einum time-outi, og tað sást eisini, tá ið dysturin varð tikin uppaftur.


H71 misti bóltin, og strandingar revsaðu hetta skjótt til 7-12, men Boas svaraði aftur beinanvegin.

 

Og so byrjaði tað at ganga heilt galið. Sveinur fekk skorað, og vit mistu bóltin í næsta álopinum. Sveinur slapp inn á tríggjar-meturin og hamraði bóltin inn, uttan at Jóhan hevði nakran møguleika í málinum.


Nú vóru fimm minuttir eftir av fyrra hálvleiki, og ein trygg fýramálsleiðsla skuldi verjast, men í næsta álopinum varð dømt fyri yvirtraðki, ið var revsað umgangandi í hinum endanum, og mín sann um tað ikki enn einaferð varð dømt fyri yvirtraðki móti H71. 

 

Strandingar brendu næsta álopið, og H71 hevði júst ein minutt eftir, tá ið teir fingu bóltin. Hondin hjá dómaranum kom tó skjótt upp, og eftir eini 20 sekund kendu vit tað neyðugt at skjóta, og bólturin reyk við síðuna av. Strandingar gjørdu skjótt av og skoraðu innan tíggju sekund, so at H71 hevði ein hálvan minutt at skora í. Hetta eydnaðist ikki. Spældu út á vinstra vong, men brendu í truplari støðu, so at hálvleiksstøðan gjørdist 11-13.

 

Altso minkaðu strandingar úr 6-12 til 11-13 teir seinastu átta minuttirnar, og H71 høvdu fingið eina ávaring um, hvussu skjótt strandingar kundu spæla seg inn aftur í dystin.

 

H71 hevði hug at seta seg aftur á dystin í øðrum hálvleiki, og Mark skoraði skjótt til 11-14, áðrenn vit fingu eina útvísing fyri at brúka beinið at taka bóltin. Strandingar spældu gott yvirtalsspæl og skoraðu av høgra veingi, áðrenn Hilmar Leon enn einaferð skoraði útifrá, og Ári stutt eftir bjargaði av vinstra veingi.

 

Mark kundi tí økja til 12-16 og tamarhald tøktist aftur at vera komið á dystin. Strandingar vóru ósamdir, og skoraðu tvær ferðir so at støðan var 14-16 eftir fimm minuttum.
Andor økti aftur, og Ári stórbjargaði enn einaferð móti einum fríum leikara á strikuni.


Vit tóku ikki av møguleikanum at økja hesuferð, men brendu í staðin tvær ferðir, meðan strandingar fingu skorað báðar ferðir og eitt gleðisróp hoyrdist í høllini, tá ið teir minkaðu um munin niður í 16-17.

 

Í næsta álopi svaraðu Mark og Sigmundur Nolsø aftur, tá ið Mark sá, at Sigmundur Nolsø stríddi seg púra leysan, so at hann kundi økja aftur til l6-18.


Løtu seinni tók Mark sakina í egnar hendur, tá ið hann stríddi seg ígjøgnum, har hann bæði skoraði og fekk ein stranding útvístan, so at støðan gjørdist 16-19.

 

Nú tagnaðu gleðisrópini hjá strandingum aftur, og púra kvirt gjørdist tað, tá Andor økti til 16-20 í 11. minutti.

 

Men strandingar noktaðu at leggja seg hendan dagin. Teir stríddu seg aftur niður á 18-20, áðrenn Leivur spískt skoraði til 18-21.

 

Liðini fylgdust næstu fimm minuttirnar, har tað ikki komu nógv mál. Ári hevði enn eina bjarging eftir at strandingar vóru komnir ígjøgnum, áðrenn Hilmar Leon kom í gjøgnum á vinstra veingi og legði bóltin millum beinini á málverjanum og í netið.

 

Eftir einar 17 minuttir framdi Ári aftur eina bjarging, og sendi skjótt bóltin í ein flottan boga til Leiv, ið økti til 19-23.

 

Aftur sat ein við kensluni av, at tamarhald var á dystinum, men eftir at H71 fekk ein mann útvístan, kundu strandingar spæla breitt og gera støðuna til 20-23.

 

H71 setti ein áleypara inn fyri málmannin í undirtalsstøðuni, og hetta kostaði dýrt. Eftir at H71 brendi, sendu strandingar bóltin í tóma málið. Og var tað ikki nóg mikið, so tveittu H71 aftur bóltin burtur í næsta álopinum, so hann aftur endaði í tóma málinum.


Sostatt var støðan 22-23, eftir at 20 minuttir vóru farnir, og H71 tók time-out.


Time-outið gagnaði, tí Andor fekk eitt brotskast eftir eina yvirgongd, og Hilmar Leon kundi økja til 22-24. Strandingar svaraðu aftur, g spældu seg enn einaferð ígjøgnum hoyvíksverjuna til 23-24.

 

Síðani skiftust málverjarnir í báðum endunum at bjarga væl, og eftir at málverjin hjá StÍF hevði bjargað fyri aðru ferð á rað, sendi hann Allan Norðberg í skjótálop.


Hans Kári rann heim fyri lívinum, og megnaði at steðga Allani, ið svaraði aftur við at skumpa Hans Kára burtur frá sær. Hetta kostaði honum eina útvísing, og enntá ta triðju útvísingina, so hann ikki kom inn aftur í dystin.

 

Hetta tóktist at vera ein sera avgerandi støða, tí Allan var toppskorari hjá strandingum í dag við sjey málum, so nú sá dapurt út hjá teimum.

 

Stutt eftir tóku strandingar time-out, men lítið hjálpti. Ári tók enn eina bjarging fram, og H71 spældu yvirtalsspæl út á vinstra vong til Leiv, ið skoraði til 23-25.

 

Júst sum StÍF aftur varð fullmannað, mettu dómararnir, at Leivur hevði gjørt ov nógv av í verjuni, og vístu hann av vøllinum í tveir minuttir, so at tað nú var H71, ið var í undirtali við gott trimum minuttum eftir.


Seinasta undirtalsstøðan var gingin út av lagið illa, og tað var um reppið, at tað gekk eins galið, tá ið málverji teirra enn einaferð bjargaði og sendi bóltin móti tóma málinum. Tíbetur var Esbern skjótur aftur og fekk loftað bóltinum á egnari hálvu.

 

Tað eydnaðist tó ikki H71 at skora, men heldur at taka nógva tíð av klokkuni, so tá ið StÍF fekk bóltin aftur, var bert knappt hálvur annar minuttur eftir at fanga tvey málsleiðsluna. Teir valdu at taka eitt time-out fyri at leggja eina greiða ætlan um, hvussu hetta skuldi gerast.

 

Fyrsti liður í ætlanini eydnaðist væl, tí teir fingu skjótt spælt inn til strikuna, ið minkaði til 24-25, og ein góður minuttur var eftir.


StÍF vardu sera høgt, og hetta hóvaði Hans Kára, ið fekk runnið seg púra leysan og skoraði til 24-26 við beint undir einum minutti eftir.

 

Summi hildu helst hetta vera avgerðina, men StÍF hielt fram við tí, sum riggaði, og spældi enn einaferð skjótt inn á strikuna, har úrslitið gjørdist 25-26 og ein útvísing til H71.

H71 tók time-out, fyri at avráða hvussu dysturin skuldi avgerast. StÍF vardi heilt uppi á miðjuni og fekk órógvað væl. H71 hevði Ára inni í undirtalsstøðuni.


Tað eydnaðist at arbeiða seg væl inn móti málteiginum hjá strandingum, har innspælsroyndin kom við áleið 12 sekundum á klokkuni. Bólturin var ikki nóg neyvur, og í staðin fóru strandingar við fullari ferð fram, og javnaðu av høgra veingi í allarseinastu sekundunum, til stóra frøi fyri heimaáskoðararnar.

 

Hoyvíkingar iðraðu seg hinvegin nógv. Hetta var ikki ein dystur, ið skuldi verið endaður javnur sambært teimum. Men ov lítil neyvleiki í avgerandi minuttunum kostaði dýrt, og StÍF kundi taka annað stigið við sær í einum dysti, har teir ikki høvdu verið á odda í eitt einasta sekund.

 

Men teir høvdu stríðst sera væl seinastu tíggju minuttirnar av báðum hálvleikunum, meðan hoyvíkingar kanska høvdu hug at slakka eitt sindur av júst hesar løturnar, og hetta kostaði dýrt.


Hóast vónbrotið í dag, so kunnu vit fegnast um at hava varðveitt oddasessin við einum stigi niður til Neistan og tveimum til Team Klaksvík.


Annars er kappingin sera jøvn í ár, og tað eru bert seks stig á muni millum nummar eitt og nummar 6, so hvør dystur hevur sera stóran týdning.

 

Leikararnir fáa ikki møguleika at vaska hetta vónbrotið burtur fyrr enn hóskvøldið 2. november. Tá er útidystur á skránni í Vestmanna kl 20, og hetta verður ikki ein minni trupul dystur enn í dag, um vit skulu varðveita oddasessin.

 

Vónandi koma vit sterkt aftur.

 

Dómaraseðil.

 

Støður og úrslit í FTZ-deildini kanst tú síggja her.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Petur Skeel Dahl   210135 PeturSD@Olivant.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com