mikudagur, 8. november 2017

212 dómaraseðlar manglaðu


Áðrenn Hondbóltssamband Føroya varð stovnað, tá var hondbólturin ein deild undir ÍSF - Hondbóltsdeildin.

Ikki fyrr enn 19. apríl 1980 varð Hondbóltssamband Føroya stovnað.

 

Tá á døgum var alt ikki so lætt sum í dag. Fotokopiering fór fram við spritt-duplikatori ella stenslum, og brøv blivu send í konvolutti við frímerki á. Hetta seinna er í dag kenst sum "snail-meyl".

Orðið "telda" var enn ikki uppfunnið. Summar stórar fyritøkur høvdu ein kompjútara, eitt apparat, sum fylti munandi meira enn í dag. Í dag er nógv meira teldu-megi savnað í einari snildfon, sum tú kanst hava í lummanum.

 

Og snildfonin - orðið "snildfon" var slett ikki til. Gott tað sama, tí mann hevði onki at brúka tað til - snildfonin var slett ikki uppfunnin tá.

Tíansheldur teldubrævið, Snapchat, Facebook ella nakað sum helst, sum teldan og snildfonin í dag verða brúkt til.

 

So dómaraseðlar tá á døgum blivu sendir við posti - í konvolutti við frímerki á og alt hatta har. Ella onkur persónur fór inn á gólvið hjá Hondbóltsdeildini við dómaraseðil

 

Av tí sama hava ávísar avbjóðingar verið í lívinum hjá summum.

10. juni 1978 stóð hendan hesin tíðindastubbin í Sosialinum:

 

 

Upprunagreinina kanst tú lesa her á Tidarrit.fo.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com