fríggjadagur, 17. november 2017

Einmansherur í ein hálvleik


Hvonn, Kyndil-H71: 29-21 (14-11)


Skrivað hevur: Agga Niclasen

- og tí taptu vit fimtan tíggju í øðrum

Vit vóru við. Vit vóru væl við.

 

Og tað sigur sína søgu um, at fyri tað, at langt er á mál, so er ikki so langt á mál.

 

Mál? FM ... hvat helt tú, eg sipaði til? At vera í toppinum av fyrstu deild? At vera við? At síggja gott út? Hava góðan felagsskap? Gott kammeratarí? Sirkulpedagoga okkum til hissini feel-good fornemmilsi í briefandi rundingum?

 

Nei, titonnur, H71 hugsar einans um FM. At vinna. Gull. Tá ið evstu deild. Okkara flaggskip skulu vinna. Philip Lahm, liðskipari á týska fótbóltslandsliðnum og Bayern Munchen, segði einaferð uppundir ein dyst við Real Madrid, tá spurdur um hansara vánir fyri dystin: “Vit eru Bayern Munchen. Og tí vinna vit”. Slutt.

 

Soleiðis er tað hjá harrunum. Teir vita, teir vinna, um so teir eita Leivur, Ári, Sigmundur, Pætur, Hilmar Leon, ja, enntá Jens.

 

Tað var ikki altíð so, tit fødd í 2000 og fram. So var tað ikki fyri einum tíggjuáraskeiði síðani ella so. Men har var ein ætlan, og nú er tað so. Vit eru ikki bara við. Vit eru ikki við fyri at ríka um føroyska hondbóltslandslagið og misbrúka týskvøld í november. Vit fóru uppí fyri at vinna.

 

Og tá harrarnir megna tað, so fara kvinnurnar tað eisini. Ikki ein “um”-spurningur, men “nær”-spurningur. Damuhópurin má sleppa at venja seg við hetta, at spæla við eldri damum og meiri sigursvandum feløgum á damusíðuni. 

 

Vit hava bestu venjarar, og tí bestu venjing. Besta felagsskap og bestu umstøður, andaligar sum praktiskar. Og bestu jólafrokostarnar. Bara sigi.

 

Ímóti Kyndli manglaði lítið í ímóti fleirfaldu gull-filunum. Jú, vit vóru væl við. Men eftir stendur, at vit taptu.

 

Fyrsti hálvleikur var heilt fínur. Kyndil ikki so góðar, sum tær halda seg vera, hugsi eg. Ella bert undirmettu okkara damur. Men fyrstu fimm minuttirnir líkasum losnaði í límingini. Altso, heilt. Øv.

 

Soleingi vit hanga í ímóti “teim stóru”, VÍF og Kyndil, nú eisini VB, so eru vit við, um ikki enn heilt kappingarfør. Men tá so skrædnar, so skrædnar í ein mun, har tú merkir, at orkan gongur undan; og so nógv undan, at var eg veddingarmaður, tá skalt tú vita, at kjansurin fyri a koma afturíaftur ikki er, ja, stórur. Ella, lat meg siga so, at líkindini fyri, at Ásbjørn N bítur tungu ein heilan hálvan hálvleik, eru størri. (Maðurin hevur størri litinskap fyri Kyndli og Føroyum og United, einsamallur!, enn noregsmenn fyri Holmenkollen.)

 

Tí raskar eru damurnar. Men enn er byrðan enn ov nógv ein einmans-byrða. Orðað øðrvísi: Maria er framúr, ein spælskipandi málskjótari, og góð í verjuni, men hinar mugu ota seg fram. 

 

Ikki bert er tað ein spurningur um orku, men rættilgia nógv tað. Hinar eru eldri og, tí, betri. Enn. Null grund til panikk, men staðfesti bara, ríviliga turt, at her manglar, at aðrar tora betri frameftir og innat verjuni hjá hinum. Um tað so er fyri at skjóta, pressa hinar fríar ella sjálvar bróta ígjøgnum, tað so rakar meg eina nýskipan. Men meiri ágangandi. Meiri alt-ella-einki fyri svørtu blusuni. 

 

Tvørturígjøgnum dystin kiksaðu vit ov nógv brotskøst. Ein lítil nevi, minnist eg rætt. Men so kom Katrin og kastaði nøkur í mál. Skoraðu vit uppá kiksini, íðan, so varð ikki talan um ein trivaligan 7 máls sigur, men nakað uppaftur meiri akseptabult.

 

Vit stríddust væl í álopinum. Tað situr eftir. Men eisini situr eftir, at vit barasta ikki gjørdu tað í verjupartinum. Bestemt ikki. Vit svóvu sum kópurin í longum periodum í fyrsta hálvleiki. Líka frá vongiunum og inn eftir. Um bert ein smávegis steinsvevur, so breiðkar hesin blundur seg um alla verjuna. Og hann var mestsum allastaðni. Enn sum síðstu ferð ov lítil stýring. Ov lítið tos. 

 

Hetta sakni eg, og tað saknaði H71arin á hasum tápuligu stólunum. Prosesseraður villskapur við fyriráddum huga—at gera lívið hjá teimum, ið vilja skora ímóti okkum, so devulsliga tvørligt sum til ber. Hini liðini, serliga Kyndil, eins og vit, mangla skothóttan, so tað er við at stýra og flyta, skumpa upp og teiming, at vit megna hetta.

 

Annars vóru nøkur góð innspæl á strikuna, og tað er altíð ein fragd.

 

Men tað er ein onnur strika, tvær faktiskt, ið telja, tá alt kemur til alt: úrslitið!

 

Alt hetta vita vit, og tað vita damurnar, og er tað eisini kravið, so hvørt sum tær eldast og skaffa sær royndir.

 

Framtíðin er svørt, so kolasvørt!

 

Dómaraseðil.  (Frá Hondbóltskjaki á FB, Geir Wardum)

 

 



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com