17. november 2017

Vælheimafturkomin, góði Peter Krogh


Skrivað hevur: Bergtóra Høgnadóttir Joensen

‘Life is like a box of chocolate, you never know, what your gonna get’, segði mamma Forrest Gump í filminum við sama heiti.

 Sannlíkt hevur Peter Krogh sannað hesi orð. Tí lítið visti hann um, hvønn týdning tað fór at hava á hansara lív, tá hann kom til Føroyar at royndarvenja við H71 eitt vikuskifti fyri á leið 2   1/2 ári síðani.


Beinanvegin sannaðu vit í felagnum, at hann á allar hættir hóskaði væl í felagið. Lutvís var hann serstakliga fryntligur, tímdi og dugdi væl at venja børn og ungu leikarar okkara og lutvís tóktist hann við eitt at vera og hava veriðein sjálvsagdur partur av besta mansliði okkara leingi. Matchið var optimalt! Og sjálvandi ikki at forgloyma ella forsmáa, so var nakað heilt serstakt við hesum manni, sum dugdi at skjóta við báðum hondum. Øll vóru vit hugtikin.


Alt gekk so skjótt og væl

Sigst, at jydar minna nakað um føroyingar. Í øllum førum  hugsi eg, at vit øll heilt skjótt nærmast hugsaðu um hann, sum var hann føroyingur. Hann skilti skjótt nógv føroyskt, starvaðist á føroyskum arbeiðsplássi, gjørdist góður við føroyska kvinnu, og saman fingu tey praktfulla dóttir, Rósa. Eisini kom Peter  á føroyska landsliðið. So alt gekk ómetaliga skjótt og væl fyri seg.


Horn/Krogh-familjan aftur til Føroya

Fittliga familjan fór til Danmarkar eftir summarfrítíðina, og Peter fór at spæla við 1. mansliði hjá FH Skive. Hondbóltsliga hevur riggað væl, men nýklakta familjan hevur ikki trivist so væl í Danmark, sum tey høvdu vónað, tí hava tey avgjørt, at seta kósina heimaftur til Føroyar. Og Peter og familjan hava sannað at, tað onkursvegna er heldur lættari at vera smábarnafamilja í Føroyum. Styttri leið at vitja og fáa vitjan og til venjing og dystir. Og netverkið er størri her eisini. Alt faktorar sum eru umráðandi. Ikki minst hjá nýklaktari smábarnafamilju.

 

At royna nakað nýtt kann vera gott. Men at vera trúgvur móti kenslum sínum og ikki minst at seta familjutrivnaðin fram um alt.....tað er eydnan. Sanniliga fyrimyndarligt at eiga ta gávuna og tað dirvi, sum stundum skal til. Tí tað er kanska at fara eitt sindur ímoti streyminum - men tað kann eisini vera tað heilt rætta, um ein skal vera trúgvur móti sær sjálvum og familju sínari.


Peter er nakað heilt serligt. Ikki bara sum leikari, men sanniliga eisini sum tann dámligi, fryntligi maður, hann er.  So vit í H71 kenna okkum heppin, at hann kemur aftur til Føroya og í H71.


Vit hava júst tosað við Peter og spurt hann, hvør størsti munurin er á at spæla hondbólt her og í Danmark.


- Ivaleyst venja vit meir her í Danmark. Eg venji kanska einar 20 - 25 tímar um vikuna. Nógv hava jú kontrakt og eru partvís professionellir leikarar. Og her eru fleiri leikarar, sum veruliga kunnu fáa ein at kýta seg. Allatíðina. Tað ger, at ein er skarpari. Konstant. Her eru eisini fleiri ymisk lið at leika ímóti, og tað ger, at ein ikki neyðturvilaga veit, hvørjum ein skal leika yvirfyri næsta dyst. Í Føroyum eru færri leikarar, og eg veit akkurát, hvør stendur yvirfyri mær til hvønn dyst. Tá tað er sagt, so tekur føroyskur hondbóltur seg støðugt fram. Heilt vist. Vit sóu ungu menninar, sum vóru í Algeria, og nógvir ungir leikarar eru væl fyri eisini.


Miðvísa landsliðsarbeiðið ger eisini, at leikarar fáa meiri venjing og kunnu hugsa størri og fáa nýggjar og meiri gevandi møguleikar. Tað er óført.

 

Hevur tú nøkur hugskot til okkum í H71 - hvat vit gera væl, ella kanska kunnu gera enn betri?

Eg haldi at tilboðið, sum H71 hevur til børn og ung, er framúr gott. Og tað kenna børnini uttan iva eisini - allreit, teir vaksnu leikararnir, sum tey hitta í høllini, teir hava uttan óiva eisini motiverandi ávirkan. Og við børnini vil eg siga: møtið upp til venjingarnar full av orku - so flyta tit tykkum uttan iva ein hóp. Men sjálvandi skal tað eisini vera stuttligt.


Í H71 fegnast vit sjálvandi um, at tú kemur aftur til okkara, men hvat er tað sum ger, at tú kennir teg væl í felagnum?

- H71 kennist sum ein lítil familja. Har er gott skil á øllum, einki er at stúra fyri, og samanhaldið er framúr gott. Tað kennist serstakliga gott, tá ein kemur uttanífrá, at øll eru so opin og gera sítt til, at man bara kennir seg væl.


Hvat verður tað besta við at koma aftur til Føroyar?

Oy - tað besta?...trupult at svara...men jú, at at síggja øll tey góðu fólkini aftur. Havi saknað tey. At vera ein partur av liðnum aftur. Og at tað ikki er so langt til venjing. Lættari at savna øll.


Og nær fáa vit gleðina aftur av tær á føroyska hondbóltsvøllinum?

Eg komi til Føroyar fyri jól, og skal so til Italiu fyrst í januar við landsliðnum. Men tá eg komi aftur til Føroyar hálvan januar, so skuldi verið lagamanni at verið við aftur - sum leikari hjá H71. Og hóast eg hondbóltsliga havi havt tað sera gott í hópinum hjá Skive og felagnum sum heild, so gleði eg meg.


H71 gleðir seg

Vit gleða okkum til at síggja og hoyra Peter aftur í hópinum, í felagnum, í høllini, í Føroyum - verið vælkomin heim: Peter, Gudrun og Rósa.

 

Sjálvandi, hvat tá!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 ad@lawfirm.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Janet Fríða Johannesen   212211 jj@atlanticon.fo
  Erland Jensen   243534 erj@ft.fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
         
           
  Ábyrgd av faldara      
  Erland Jensen   243534 erj@ft.fo
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo