fríggjadagur, 1. desember 2017
Tað vóru tvey lið í hvør sínum enda á stigatalvuni, ið hittust í Kollafirði mikukvøldið.
Hoyvíkingar skuldu royna at halda fast í Neistanum, ið lá á odda orsaka av fleiri leiktum dystum, meðan kollfirðingar skuldu royna at spæla seg inn aftur í kappingina eftir eina trupla byrjan.
Felags fyri hesi bæði liðini var, at tey í seinastuni høvdu spælt nógvar tættar dystir. Hjá hoyvíkingum var tað eydnast betur at fáa dystirnir at koppa sín veg, meðan kollfirðingar ikki høvdu havt eins stórt hepni við hesum.
Høvdu vit eisini í huga teir søguligu dystirnir millum liðini tey seinastu árini, so var lagt upp til ein spennandi dyst, hóast stigatalvan ikki gav ábendingar um hetta.
Dysturin byrjaði eisini javnt teir fyrstu sjey minuttirnar og fjøruti sekundini. Støðan var nevnliga tá bert 0-1 til okkum, eftir at Vilhelm hevði skorað í fyrsta álopinum. Ári hjá okkum fekk forðað fyri øllum skotum uttanifrá, og verjan loyvdi ikki nógvum ígjøgnum.
Í hinum endanum høvdu vit hug at tveita bóltin burtur í so ofta, og vóru ikki nóg neyvir tá vit so komu til skot, so dysturin byrjaði við einum sonnum málturki.
Men so kom hol á tá ið knappir átta minuttir vóru leiktir. Hilmar Leon leyp upp og skoraði til 0-2, Ári helt fram at bjarga, og eftir einar 11 minuttir var støðan brádliga 0-5 og KÍF tóku time-out.
Hetta eydnaðist væl í fyrstu atløgu, tí vinstri vongurin hjá kollfirðingum setti fikst bóltin í netið úr sera spískari støðu.
Løtu seinni minkaði munurin aftur eftir skjótálop, men Vilhelm fekk økt aftur til 2-6.
Og so steðgaði alt upp hjá okkum. Eftir tvey langskot og eitt skjótálop var støðan 5-6.
Sonni tók tí time-out tá ið einir sekstan minuttir vóru farnir.
Tá spælið var tikið upp aftur, hamraði Vilhelm ein bólt í trýkantin og inn í málið, áðrenn hinir svaraðu aftur við einum strikumálið til 6-7.
Síðani sóu vit ein tvídyst millum málverjarnar báðar, Ára hjá okkum og Jaspuri hjá teimum.
Eftir at hesir høvdu framt einar tríggjar góðar bjargingar í part, eydnaðist tað kollfirðingum at javna til 7-7 eftir slakar tjúgu minuttir.
Eftir enn eina góða bjarging frá Jaspuri, eydnaðist tað eisini kollfirðingum at leggja seg fram um, hóast teir brendu eitt brotskast móti Jensi.
Vinstri vongurin hjá kollfirðingum, Rúni, kom nevnliga aftur í eina spíska støðu, har hann megnaði at leggja bóltin í málið. Okkara egni Rúni svaraði aftur við einum bovlingkasti, ið streyk millum beinini á einum verjuleikara. Men í hinum endanum fingu vit ikki steðgað kollfirðingum hesa løtuna.
Eitt langskot gjørdi støðuna til 9-8, áðrenn Jaspur bjargaði einum brotskasti og kollfirðingar øktu til 10-8 við einum flúgvara.
Tað eydnaðist okkum at bøta um støðuna og vit fingu minkað um munin niður í 11-10 tá ið einir tveir minuttir vóru eftir av hálvuni. Men eftir ein retur og enn eitt skjótálop, máttu menn fara til hálvleiks við støðuni 13-10 til KÍF.
Eitt sera vánaligt úrslit eftir at hava verið á odda 5-0 eftir ellivu minuttum. Alt ov nógvar tekniskar villur og óneyv skot høvdu við við sær at kollfirðingar sótu á dystinum restina av hálvleikinum.
Í seinnu hálvu byrjaðu kollfirðingar eisini við bóltinum, og skoraðu skjótt til 14-10, men tað vóru kortini vit, ið byrjaðu hálvleikin best.
Eftir einar sjey minuttir høvdu vit, eins og í fyrru hálvu, skorað fimm ferðir á rað til støðuna 14-15. Hetta eftir at Ári aftur hevði spælt seg heitan. Hetta úrslitaði, eins og í fyrru hálvu, í at kollfirðingar tóku time-out.
Dysturin javnaði seg aftur, og eftir einar tólv minuttir var javnt 16-16. Spenningurin breiddi seg í høllini. Báðar áskoðarafjøldirnar fóru at díkja á sínar menn, og stundum ljóðaði tað eins og tað gjørdi í summum av tiltiknu dystunum í Kollafirði fyri fáum árum síðani.
Eftir slakar fjúrtan minuttir vóru kollfirðingar aftur á odda, 17-16 og Sonni tók enn eitt time-out. Hetta bøtti ikki fyri at vit gjørdu nógvar tekniskar villur í dag, tí í næsta álopinum tveittu vit bóltin burtur enn einaferð og støðan gjørdist 18-16 eftir skjótálop.
Vit komu aftur við Rúna og Hans Kára, ið fingu javnað til 18-18, og kundu lagt okkum fram um eftir sekstan minuttum, tá ið Ári framdi enn eina bjarging. Men eitt innspæl var ikki nóg neyvt, og kollfirðingar fóru í skjótálop og løgdu seg á odda aftur.
Nú royndu vit nakað heilt annað. Vit fóru at spæla við sjey monnum í álopinum. Hetta skuldu vit ikki gjørt.
Vit tveittu bóltin burtur alt fyri eitt, og bólturin endaði í okkara tóma málið. Álopið eftir brendu vit eitt skot og søgan endurtók seg. Sostatt var støðan 21-18.
Vit fóru aftur at spæla vanligan hondbólt, og fóru so við og við at hála inn aftur.
Eftir tjúgu minuttum sleyt Vilhelm seg ígjøgnum til 22-20, samstundis sum ein kollfirðingur fekk eina útvísing.
Vit spældu breitt til Pætur, ið minkaði um munin til 22-21.
Kollfirðingar lótu málverjan vera inni í undirtalsstøðuni, men tað eydnaðist teimum kortini at spæla eitt langt álop, ið endaði við at teir gjørdust fullmannaðir í somu løtu teir fingu brotskast og aftur øktu.
Stutt eftir kom ein óheppin støða fyri. Sigmundur Nolsø fekk bóltin á strikuni og fekk undir stórum trýsti – so stórum at annar skógvurin lá eftir – sent eitt hart skot avstað, ið brast í andlitið á Jaspuri í málinum. Tíðin varð steðgað, og kollfirðingar áttu bóltin.
Tað eydnaðist okkum at vinna bóltin í næsta álopinum, og Niklas streyk avstað og var fýrdur so at vit áttu brotskast og ein kollfirðingur mátti út. Hilmar Leon skoraði og stutt eftir brendu kollfirðingar aftur, so at Pætur kundi skora eftir yvirtalsspæl. Nú var aftur javnt 23-23, og bert fimm og ein hálvur minuttur vóru eftir at leika.
Kollfirðingar svaraðu aftur við einum strikumáli, og tað sama gjørdu vit løtu seinni, so at støðan var 24-24 við fýra minuttum eftir.
Eftir eitt langskot var støðan 25-24 og tríggir minuttir vóru eftir. Ein hálvan minutt seinni varð Hilmar Leon steðgaður heldur ógvusliga, so at ein kollfirðingur mátti út í tveir minuttir.
Yvirtalsspælið var hesaferð til Leiv, ið skoraði trygt til 25-25.
Aftur spældu kollfirðingar við fimm áleyparum í undirtalsstøðu, og aftur eydnaðist tað teimum at spæla leingi áðrenn teir skoraðu til 26-25. Klokkan vísti nú 58:50.
Helst var bert eitt álop eftir hjá okkum at javna í, og vit tóku time-out fyri at avráða hvussu hetta skuldi spælast.
Vit høvdu framvegis ein hálvan minutt í yvirtali, og beint sum hendan tíðin rann út, gjørdist Hilmar Leon fríur á vinstra bakki, men hann brendi móti stórspælandi Jaspuri í málinum.
Tjúgu sekund vóru eftir og kollfirðingar tóku time-out fyri at vera vísir í at ikki missa sigurin.
Hinvegin høvdu vit eina greiða ætlan í verjuni, at lata teir spæla seg til ein møguleika í høgru síðu. Hetta eydnaðist, skotið kom úr høgru við einum átta sekundum eftir, og Jens tók tað. Men bólturin sprakk ov langt burtur, tað eydnaðist ikki at fáa hann í spæl nóg skjótt og so var dysturin av.
Vit høvdu heldur óvæntað tapt móti botnliðnum. Men tað er ikki so óhugsandi at tapa, tá ið vit spæla so óneyvt í álopinum. Tá verða vit revsaðir móti øllum liðum í kappingini.
Vit kunnu takka Ára fyri, at vit yvirhøvur vóru við í dystinum so leingi, tí sjálvt hondbóltsspælið líktist mest tí sum vit sóu í Vestmanna fyri einum mánaða síðani.
Tað er lætt at siga at vit í báðum førum hava møtt tveimum málverjum í toppformi, men tað má vera okkurt galið við álopsspælinum, tá liðið kann fara ígjøgnum so stórar málturkar sum talan hevur verið um í fleiri dystum í ár.
Venjarar og leikarar vita hetta betri enn eg, og har er enn nógv at arbeiða við á unga liðnum.
Sunnudagin skulu teir aftur á vøllin, tá ið H71 tekur móti StÍF klokkan 16.
Vónandi síggja vit neyðuga neyvleikan tá.
Dómaraseðil ((Christian Martin Dam á Facebook)
Vit hava tíanverri ongar myndir frá dystinum.
15. september
1. apríl
26. mars
15. februar
12. oktober
11. oktober
9. oktober
1. oktober
4. september
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Petur Skeel Dahl | 210135 | PeturSD@Olivant.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Beinta Fossadal | 288913 | BeintaFossadal@Hotmail.Com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | Heimasíða | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | |
Djóni Gaard Joensenn | Samskipari | 504488 | H71Umsiting@gMail.com |