hósdagur, 7. desember 2017

Kom og fá tær at eta í Hoyvíkshøllini


Ein góðan hondbóltsbita? Tað ber væl til í Hoyvíkshøllini!

Leygardagin 16. desember (altso ikki komandi leygardag) verða teir seinastu dystirnir í bestu kvinnu- og mansdeildini í ár spældir.

 

Jólini skula eisini rúma, at vit steðga á, dvølja við og njóta løtuna, og tí hava vit valt at gera nakað serligt burtur úr hendan dagin.

 

Droppa matgerðina tann leygardagin! Tí í Hoyvíkshøllini fæst matur til keyps til børn og vaksin hendan dagin.

 

Niðriundir kunnu børnini keypa pitsa og toast, meðan vit uppi á í kantinuni selja sild, breyð og súpan. 

 

Eisini fæst okkurt gott til keyps at smyrja hálsin við. Vit mugu hava orku at fagna, heppa og kveikja leikararnar.

 

Um kvøldið verður jólaborðhald við trimum rættum.  Tað verður ikki minni hugnaligt.

 

So góðu hoyvíkingar, vestmenningar og øll onnur, sum bara elska hondbólt:
Verið vælkomin í Hoyvíkshøllina leygardagin 16 . desember til
* Hvonn-dystin H71-VÍF klokkan 16:00
* FTZ-dystin H71-VÍF klokkan 18:00

 

Vit gleða okkum almikið til ein spennandi og hugnaligan dag, har so mong sum gjørligt vónandi hava hug at seta sín dám á – uttan tóman maga.

 

 



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com