mánadagur, 11. desember 2017

Vit vardu høgt og væl – og vunnu


FTZ, H71-Team Klaksvík: 23-22 (9-10)


Skrivað hevur: Sjúrður Hildarson Hoydal

Myndir: Álvur Haraldsen/in.fo

Sunnudagin brustu mansliðini hjá H71 og Team Klaksvík saman í Hoyvíkshøllini.

Klaksvíkingar hava verið ein sólskinssøga í FTZ-deildini í ár og hava veruliga gjørt nógv um seg. Men teir hava enn ikki megnað at bast okkum í ár, hóast teir báðir dystirnir, vit áðrenn í dag høvdu sæð millum liðini, vóru sera javnir og spennandi til seinastu løturnar. Soleiðis var eisini í dag.

 

Byrja við nýggjari verjuskipan

Vit byrjaðu dystin best, og fingu lagt okkum á odda 4-1 eftir einum sjey minuttum, tá ið Rúni fintaði seg ígjøgnum.


Hesa løtuna var merkisvert, at vit vardu sera høgt á vøllinum og fingu trýst álopið hjá klaksvíkingum væl. Tað eydnaðist teimum stundum at spæla seg til møguleikar, men Jens byrjaði væl í málinum og tók millum annað eitt brotskast hesa løtuna.

 

Í hinum endanum vardu klaksvíkingar í einari flatari verju, ið var øgiliga stór á at líta, við einum tungum fýrablokki mitt fyri. Hendan verjan gjørdi tað trupult hjá okkum koma til møguleikar, tá hon fyrst var komin upp á pláss.

 

Eftir sjey og ein hálvan minutt minkaðu klaksvíkingar til 4-2, og fýra minuttir seinni var støðan tann sama, og vit tóku time-out.
Hetta eydnaðist rímiligt, og vit komu á 6-3 við málum frá Bergi og Hans Kára, men so vaknaðu klaksvíkingar. Teir skoraðu eitt langskot og eitt skjótálop, so at støðan var 6-5 eftir fimtan minuttir.

 

Málfátækur dystur

Tað komu ikki nógv mál næstu løtuna. Tað eydnaðist Hilmar Leoni at skjóta eitt langskot í málið til 7-5, og í hinum endanum framdi Jens nakrar bjargingar. Tað eydnaðist tó klaksvíkingum at koma aftur á javnleik 7-7, eftir at vit høvdu spælt í 23 minuttir.


Nú tók Hilmar Leon aftur ábyrgdina á seg, tá ið hann fyrst fintaði seg til 8-7, áðrenn hann økti til 9-7 í skjótálopi, eftir at Ári hevði bjargað. Hetta fekk klaksvíkingar at taka sítt fyrsta time-out.

 

Missa takið móti endanum av hálvuni

Hetta eydnaðist teimum væl. Teir spældu seg ígjøgnum til 9-8, vit brendu, og hinir fingu eitt mál av strikuni, tá ið einir tríggir minuttir vóru eftir av hálvuni. Løtu seinni kundu teir lagt seg á odda, men Ári forðaði fyri hesum við einari bjarging úr fríari støðu, tá ið ein góður minuttur var eftir.


Tað eydnaðist tó at enda klaksvíkingum at fara til hálvleiks á odda, tá ið strikan fangaði ein retur, so at støðan gjørdist 9-10.


Ikki ein góður endi á fyrru hálvu, eftir at vit høvdu havt munin leingi.

 

Fáa fatur aftur í seinnu hálvu

Vit vóru eisini farnir eitt sindur burtur frá høgu verjuni – hon skuldi helst brúkast við máta – og byrjaðu eisini seinna hálvleik í einari meira siðbundnari verju. Tað forðaði ikki vinstra veinginum hjá klaksvíkingum at økja til 9-11, áðrenn Vilhelm minkaði aftur við einum flottum máli.

 

Næsta álopið gjørdi hann bragdinum eftir, so at støðan varð 11-12. Soleiðis fylgdust liðini eina løtu, til at knappir átta minuttir vóru farnir. Tá fingu vit fyrst eitt brotskast, ið Pætur avgreiddi, síðani fekk Hilmar Leon eitt skjótálop, so at hann javnaði til 14-14.

 

Hon var 15-15 tveir minuttir seinni, og so eydnaðist tað okkum at draga frá aftur, tá ið Poul Símun og Andor skoraðu til 17-15. Tað kundi verið enn betri, men vit brendu eitt frítt skjótálop móti málverjanum stutt eftir.

 

Í staðin eydnaðist tað klaksvíkingum at skjóta trý mál upp í slag, so at støðan var 17-18 eftir fimtan minuttir.

 

Leiðslan skiftur

Liðini fingu illa hildu fast í sínum leiðslum í dag, tí nú eydnaðist tað okkum at skjóta tvey mál á rað, áðrenn klaksvíkingar gjørdu júst tað sama. Støðan var nú 19-20.

Nú vóru vit farnir at verja høgt aftur, og vit hildu fram at fylgjast. Hilmar Leon javnaði til 20-20 og 21-21, tá í einir seks minuttir vóru eftir av dystinum. Hetta seinasta málið kom eftir, at hann sleyt seg leysan við einum manni hangandi í sær, og maðurin mátti út í tveir minuttir.


Vit vardu væl í yvirtalsstøðuni, og Jens gjørdi eina bjarging. Vit brendu tó í mótálopinum. Stutt eftir bragdaði tað tó, tá í Leivur varð sendur í skjótálop og legði okkum fram um 22-21, tá ið góðir fýra minuttir vóru eftir.

 

Vit fingu steðgað klaksvíksálopinum væl, og tá í minni enn tríggir minuttir vóru eftir, skjeyt Hilmar Leon eitt týdningarmikið mál til 23-21.
Hinir svaraðu tó aftur beinanvegin, tá ein yvirgongd skar høgu verjuna sundir, og støðan gjørdist 23-22.

 

Avgerðin fellur

Í næsta álopinum hjá okkum brendu vit aftur, og nú høvdu klaksvíkingar møguleika at javna, tá ið bert tveir minuttir vóru eftir. Teir tóku sær góða tíð at finna rætta møguleikan, men hann kom ikki, og teir góvu sær ov góða tíð og vórðu dømdir fyri drál.  Nú var ein minuttur eftir, og vit høvdu bóltin.

 

Vit tóku time-out, tá fjøruti sekund restaðu í. Neyvan fingu vit spælt tíðina út, so tað snúði seg um at skora. Gjørdu vit tað, var dysturin avgjørdur.

 

Vit leitaðu eisini eftir møguleikanum leingi, og royndin kom, tá ið vit sendu Hilmar Leon í ein flúgvara. Hann fangaði bóltin og fekk sett hann í málið, men dómarin dømdi fyri, at hann var lendur, áðrenn bólturin var sleptur. 

 

Tað vóru ikki øll, ið høvdu fingið hetta við, og gleðisróp hoyrdust í høllini, tí at fólk hildu, at málið taldi. Sjálvt leikararnir hjá klaksvíkingum trúðu, at tað var mál, tí teir góvu bóltin upp sum eftir mál, í staðin fyri at koyra skjótálopið. Tí spældu teir fyrst bóltin upp á miðuna, áðrenn teir fingu sent vinstra veingin í eina rímiliga støðu, ið Jens flott bjargaði.

 

Dysturin er av – vit vunnu

Frustreraðir klaksvíkingar keglaðust við dómararnar um hesa seinastu løtuna, men dómarnir hildu ikki, at nakað galið var farið fram, og gjørdu tekin um, at dysturin var av. Og tað var hann so endaliga. Og hann endaði altso 23-22 til H71.

 

Ein spennandi dystur millum tvær sera ymiskar verjur var av. Og tað eydnaðist okkum akkurát at skava sigurin heim.


Eg helt sjálvur, at høga verjan var áhugaverd og eydnaðist heilt væl. Hetta sæst eisini aftur í, at vit bert lótu 22 málum inn í dag.


Serfrøðingurin ósamdur

Men serfrøðingurin, eg plagi at práta við eftir dystirnar, var ikki heilt imponeraður – tað skal eisini sigast, at hann ikki er lættur at imponera.


Hann vísti á vansarnir við hesi verjuni, serliga at tú trýstir hinar so langt aftur á vøllin, at tað ikki er lætt at fáa skjótálop, tá bólturin verður vunnin, og at menn skuldu arbeiða við fótskiftinum hjá sær, um hetta skal vera ein gongd leið.


Eisini er talan um eina mann-mann verju, har hvør maður so at siga mansverjir mótstøðuleikaran. Hetta førir so við sær, at menn vera hálaðir burtur frá sínum plássum, tá í yvirgongdir og krossar vera spældir. Tí kann tað stundum tykjast heldur ófantaligt, tá leikarar skifta pláss


Men eg hugsi, at hetta er fyrstu ferð í ár, at hendan skipanin er roynd. Megna vit at stilla og fínpussað smálutirnar, kann hetta avgjørt verða eitt gott vápn, sum kappingin líður.
Vit hava eisini skjótar leikarar, so fortreytirnar fyri einari høgari verju eru rímiligar, so spennandi verður, hvussu hetta fer at eydnast, og um hildið verður fram við hesum.


Vit síggjast leygardagin

Hvussu vit verja næstu ferð, vita vit einki um enn. Men eitt er vist: vit hava tørv á øllum vápnum, sum vit kunnu finna næsta leygardag hin 16. desember. Tí tá koma vestmenningar á vitjan, og vit hava sanniliga ein hevndarhug eftir dystin í Vestmanna fyrst í november mánaði.


Men líka mikið hvussu tann dysturin lagar seg, so er lagt upp til ein góðan dag og eitt gott kvøld í Hoyvíkshøllini leygardagin, tí tað er jólahald allan dagin. Lesið meira um hetta aðrastaðni á síðuni.

 

Vit síggjast.

 

 

Dómaraseðil.

 

 

Myndir frá dystinum kanst tú síggja her á in.fo.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com