mikudagur, 31. juli 2013
Myndir: Jens á Skipagøtu
Hervið ein tøkk til allar teir mongu H71arar, ið trúfast og stundvíst møttu upp í Kommunuskúlagarðinum Ólavssøkuaftan til Setanina.
Tað er aldri eitt gott hugskot at spyrja fyrireikarar ella avvarðandi at einum felagsskapi, ikki eingong H71, hvussu nógv fólk møttu upp--soleiðis sum vit hava lyndi til bæði at trý- og fýradobbla uppmøtta mannamúgvu--men uttan himpr haldi eg meg kunna siga, at vit vóru størsta felag til Setanina 2013.
Vit taldu 110 fólk, og hatta svarta mannahavið av hoyvíkingum var sera sjónligt. So sjónligt, at tað fekk aðrar talríkar felagsskapir í kommununi at blikna. Eitt elareyp afturat, tí síðst í farna áratíggju vóru bert eini tredivu fólk umboðandi H71; síðani kom talið upp á gott og væl fimti, og helt seg so har eini 2-3 ár.
Í ár lýstu vit so hvaðna betur, og aðramáta bleiv væl rikið umvegis sosialar miðlar við tí úrsliti, at vit komu handan hatta magiska 100-tals markið. Sjálvt HF, ið annars hevur útmanøvrað øll onnur til hesa institutionellu skrúðgongu, var fyri sviðusoð:)
HB, tó, fylti sera nógv, og badminton-legan var væl mannað, bæði so og so, hvat var hjartanemandi at vitna.
Gott við kapping, eisini her, og yvirhøvur stuttligt at síggja so nógv íðkandi og umboðandi feløg á sama stað marsjerandi oman á Vaglið saman við reiðfólki, hornblástri og øðrum góðum fólki.
Enn einaferð, takk fyri góða uppmøting,
Nevndin
---
Her er ein stutt upptøka frá byrjanini av skrúðgonguni.
Sí eisini myndasavnið, har nakrar myndir eru lagdar út - leinkja her til høgru.
16. februar
27. desember
17. oktober
9. oktober
15. september
1. apríl
26. mars
15. februar
12. oktober
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Petur Skeel Dahl | 210135 | PeturSD@Olivant.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Beinta Fossadal | 288913 | BeintaFossadal@Hotmail.Com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | Heimasíða | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | |
Djóni Gaard Joensenn | Samskipari | 504488 | H71Umsiting@gMail.com |