31. januar 2018

Verjan gav okkum bæði stigini


Faxe Kondi Kvinnur, Neistin-H71: 20-23 (9-14)


Skrivað hevur: Helgi Hildarson Hoydal

Myndir: Álvur Haraldsen / in.fo

Mánakvøldið skuldu okkara kvinnur á vitjan hjá Neistanum.

Tað var lagt upp til lagnudyst hjá báðum liðunum í steypakappingini, tí vinnarin av hesum dystinum var helst tað liðið, sum fer við VÍF í hálvfinalurnar.

 

Tó skal fyrivarni takast fyri, um Neistin vinnur ímóti VÍF, og vit vinna á VÍF 2, er tað málúrtøkan, sum telur. 

 

5 mál frammanfyri

Dysturin í dag byrjaði javnt, og liðini fylgdust til miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Eftir tað drógu okkara kvinnur frá, so at vit Í hálvleikinum vóru frammanfyri 9-14.

 

Hetta kom serliga av høgu leikferðini, har okkara kvinnur gjørdu færri feilir enn neistakvinnurnar. Og eisini av at Annika í málinum hjá okkum stóð væl, tá ið Neistin kom til skot. 


Tað sóust stór smíl á okkara kvinnum, tá tær fóru til hálvleik, meðan neistavenjarin skriðaði sær í høvdinum. Vit kunnu gita okkum til at Neistavenjarin hevur tosað við stórum orðum í hálvleikinum. Tað riggaði.

 

Tekniskir feilir

Í seinna hálvleiki byrjaði Neistin at mansverja Mariu. Hettar órógvaði okkara leikarar, sum ikki fingu nógv burtur úr hesa løtuna.

 

Tekniskir feilir settu sín dám á seinna hálvleik. Vit royndu at spæla 7 ímóti 6, men hetta bleiv revsað beinanvegin, tá vit mistu bóltin.

 

Sonni valdi tí at fara burtur frá yvirtalsspælinum, skifti síðan Mariu út, og vit spældu so 6 ímóti 6.

 

Neistin fór burtur frá mansverjuni, men hóast tað fingu vit ikki spælið at koyra so flótandi, sum tað gjørdi í fyrra hálvleiki.

 

Neistin megnaði at koma á javnt, og nú bleiv friðarligt í H71 fjøldini, sum var møtt talsterk upp mánakvøldið.

 

Javnt

Men so bragdaði aftur hjá okkum. Vit minimeraðu teir teknisku feilirnir, og Karin Dam gjørdi bart. Hon skoraði nøkur fín mál frá høgra bakki og trekti eisini eitt brotskast.

 

Dysturin varð púra javnur og kundi koppa báðar vegir.

 

Við fleiri frálíkum bjargingum frá Anniku og góðum verjuspæli kláraðu vit at hála sigurin heim.

 

Triðji dysturin av fýra móti Neistanum í ár var sostatt vunnin. 


Tað er eyðsæð, at okkara spæl koyrir ikki líka flótandi, tá Maria verður tikin úr spælinum. Men vit kunnu fegnast um, at hetta ger, at hinar á liðnum verða noyddar til at taka ábyrgd. Tær eru als ikki bangnar fyri at traðka í karakter, og tað er gott at síggja, tá man situr á áskoðarabeinkinum.

 

Framvegis er verjuspælið okkara sterkasti partur av spælinum, og saman við einum góðum málverja kann hetta bera langt.


Tað gjørdi tað í dag, og vit liva víðari steypakappingini.

 

 

Myndir frá dystinum kanst tú síggja her hjá in.fo.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 ad@lawfirm.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Janet Fríða Johannesen   212211 jj@atlanticon.fo
  Erland Jensen   243534 erj@ft.fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
         
           
  Ábyrgd av faldara      
  Erland Jensen   243534 erj@ft.fo
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo