4. februar 2018

Kvinnurnar vunnu aftur


Faxe Kondi, kvinnur, H71-VÍF2: 33-7 (17-2)


Skrivað hevur: Helgi Hildarson Hoydal

Tað var mest sum ein avgreiðsluspurningur, tá okkara kvinnur tóku ímóti VÍF2 í Hoyvík í dag. Vit enda við at vinna dystin 33-7, og hetta er uttan iva størsti sigur hjá okkara megnar kvinnum í steypakappingini nakrantíð.

 

Frálíkt var at síggja, at tær megnaðu at seta seg væl upp til dystin í dag. Onkuntíð fyrr hava vit sæð, at støðið fellur, tá ið vit møta liðum sum á pappírinum liggja væl til okkum.

 

Í dag var eingin ivi. 12-1 aftaná 20 minuttir, og tá var dysturin væl og virðiliga avgjørdur. 


Vit møta kyndilskvinnum í hálvfinaluni

Ilt er at siga hvat vit skulu vænta av okkara kvinnum í næstu viku, tá vit spæla ímóti kyndilskvinnum.

 

Tær grønu eru uttan iva stórfavorittar í teimum tveimum dystunum. Tað, sum vit kunnu krevja av okkara kvinnum, er ein megnar innsats.

 

Tað hevur alt at siga, at vit ikki fara av vøllinum aftan á fyrsta dystin og hava meira at geva av.

 

Tað kundi blivið stuttligt, um okkara kvinnur megnaðu at skaka tær grønu, sum hava havt eitt fínt kappingarár higartil.

 

 

Myndir frá dystinum kanst tú síggja í myndasavninum her høgrumegin.

 

 

Dómaraseðil

 

 

 

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 ad@lawfirm.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Janet Fríða Johannesen   212211 jj@atlanticon.fo
  Erland Jensen   243534 erj@ft.fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
         
           
  Ábyrgd av faldara      
  Erland Jensen   243534 erj@ft.fo
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo