mikudagur, 14. februar 2018

Upphiting


Til steypafinalurnar leygardagin verður upphiting, men ikki sum vanligt.

Upphitingin hesa ferð verður í Ítróttarhøllini á Hálsi. Klokkan 13.

 

Tað vil siga: eitt slag av upphiting.

 

Nú høllin er útbygd, so eru møguleikarnir nakrir heilt aðrir, enn teir hava verið fyrr.

 

Tí hevur HSF skipað fyri, at feløgini fáa eitt sokallað "fjepparaumráði" í høllini.

H71 fær, eins og hini  feløgini, ein bás. Og hjá okkum verður gjørligt at keypa sær sushi og tvíflís, umframt at tombola verður við hasum risastóru sjokulatunum. Og bommum fyri rest.

 

Og - jú - H71-tatovering ber eisini til at fáa, sjálvandi.

 

Nevndi eg popp-korn? Nei? Ókey: tað ber eisini til at keypa sær popp-korn á okkara bási.  

 

Møtið nú í góðari tíð

Vit skula sita á teimum plássunum, har VÍF-fjeppararnir sita til kvinnudystin beint áðrenn okkara dyst.

Lat tað eisini verða nevnt, at nú eru tað pláss til 1.600 áskoðarar. Altso munandi meira enn fyrr.

Men fyri tað kanst tú gott møta í góðari tíð  :)

 

Byrjað verður klokkan 13 í Høllini á Hálsi.

 

Ikki bara menninir

Aftan á mansfinaluna verða tveir dystir afturat, báðir við okkara liðum. 

G18 spæla móti Neistanum klokkan 18:00.

 

D18 spæla klokkan 19:30, eisini móti Neistanum.

 

Og sunnudagin skula lið frá H71 spæla ikki færri enn 6 finaludystir.

Les meira her.

 

Í Hoyvíkshøllina

Leygarkvøldið verður opið hús í Hoyvíkshøllini. Tað verður klokkan 22.

 

Humørið verður uttan iva alt eftir, hvussu úrslitini av teimum trimum dystunum leygardagin verða.

 

Vónandi verður humørið í topp. Heilt í topp  ;)



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com