leygardagur, 24. februar 2018
Myndir: Jan Sørensen
Og tó.
Steypavikuskiftið hjá okkum byrjaði, tá mennirnir skuldu spæla ímóti Kyndli. Nóg nógv er sagt um hendan dystin í øðrum miðlum, og vit kunnu bara staðfesta, at hetta var ikki okkara dystur. Kyndil vann fult uppiborið. Okkara menn tóktust ógvuliga skuffaðir av egnum innsatsi, og tað var væl skiljandi. Vit fingu ongantíð spælið at koyra, meðan kyndilsverjan hinvegin stóð væl. Vit haltaðu aftaná nærum allan dystin.
Hóast fyrri parturin av kvøldinum var tungur biti at svølgja, so fingu okkara áskoðarar ikki loyvi at fara heim enn.
Eftir mansdystin høvdu vit brúk fyri einum lyfti. Bæði áskoðarar og leikarar. Okkara gentur 18 gjørdu okkum tann beina at vinna teirra finalu móti Neistanum. Hetta var kærkomið hjá okkum áskoðarum. Tær spældu væl, og endaðu við at vinna 19-25. Gleðiligt at okkara ungu kvinnur vinna G18 finalurnar, og hetta borgar fyri einari evnaríkari framtíð.
Eftir hetta vóru okkara evnaríku D18, sum er mannað við fleiri D16 leikarum, í spæli. Aftur vóru tað Neistin, sum máttu fara upp eftir beiska silvurheiðursmerkinum. Eitt frálíkt lið hjá okkum og ein frálíkur dystur. Gott spæl frá báðum liðum, har okkara ungu menn vóru væl omaná. Hettar var góð reklama fyri føroyskan hondbólt.
Vit skuldu ikki so tíðliga upp sunnudagin, men tó var tað ein langur sunnudagur í høllini. Vit høvdu lið við í øllum finalum, uttan hjá teimum 10 ára gomlu. Hettar var eisini kærkomið, tí vit høvdu brúk fyri at sova mansdystin kvøldið fyri av okkum. Sum tey flestu vita, so vunnu vit allar ungdómsfinalurnar, sum vit vóru í. Allir uttan ein dystur vórðu avgjørdir eina løtu áðrenn dystarenda. Tann mest spennandi dysturin var finalan hjá gentum 16. Tað reið um snarið, hvør fór at fara avstað við sigrinum, tó vórðu tað okkara, sum vóru omaná, tá hornið blásti fyri seinastu ferð í dystinum.
“Hini liðini fokusera uppá, hvørji lið tey hava við í finalunum, ímeðan vit leggja merki til tey, sum vit ikki hava við”. Hetta segði ein gløggur hoyvíkskingur við meg leygardagin. Eg vil geva honum púra rætt. Ikki tí at vit halda, at tey liðini, sum vit ikki hava við, eru nóg góð. Men heldur tí at vit hava so nógv góð lið. Vit hava eina bjarta framtíð. Eingin ivi. Tey ungu bjargaðu okkum vikuskiftinum, tað er gleðiligt. Serliga at vit vinna bæði á gentu- og dreingasíðuni.
Fyri okkara menn er tað nú eitt finalupláss, sum skal tryggjast. Nú vænti eg, og vónandi nógv við mær, at vit fara at síggja eina reaktión frá leikarunum, og vónandi fer tað at røkka til eitt av finaluplássinum.
Hóast nútíðin fekk eitt myrkt sker yvir seg í mansdystinum, so er framtíðin er so kolasvørt.
Her høgrumegin á síðuni eru myndir frá mansdystinum.
Fleiri myndir eru í myndasavninum hjá okkum, sum vísir til okkara síðu á Flickr.
IN.FO skrivaði eisini um allar hinar finaludystirnar hjá yngru liðunum:
Flott, in.fo!
17. oktober
9. oktober
15. september
1. apríl
26. mars
15. februar
12. oktober
11. oktober
9. oktober
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Petur Skeel Dahl | 210135 | PeturSD@Olivant.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Beinta Fossadal | 288913 | BeintaFossadal@Hotmail.Com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | Heimasíða | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | |
Djóni Gaard Joensenn | Samskipari | 504488 | H71Umsiting@gMail.com |