fríggjadagur, 23. mars 2018
Málhýrurin hjá mansliðnum helt fram móti Kyndli, ið mátti fara úr Hoyvík við einum greiðum tapi fyri vælsmurdu hoyvíksmaskinuni.
Kyndil kom á vitjan í Hoyvík seinasta leygardag, og var hetta ein sera avgerandi dystur fyri landskappingina. Kyndil kundi halda lív í vónini um finalupláss, um teir megnaðu at vinna á H71, eins og teir høvdu gjørt í steypafinaluni.
Hesum møguleikanum fóru teir eisini eftir, og høvdu eitt nú flogið stórspælaran Tummas Paula Hanussarson heim úr Danmark at spæla.
Á H71-liðnum vantaðu bæði Hilmar Leon og Pætur framvegis vegna skaða, meðan bæði Leivur og Vilhelm høvdu kent seg noyddar at luttaka í námsferð uttanlands.
Men aðrir traðkaðu til og fingu hevnt steypatapið.
Dysturin var ikki javnur leingi. Aftan á fimm minuttir var støðan gaman í 3-3, eftir at Peter hevði skorað tvey mál, men eftir knappar tíggju minuttir høvdu vit økt um munin til 8-3, og vit mistu ongantíð leiðsluna aftur.
Peter skoraði eftir vild, samstundis sum Ári og verjan foraðu øllum royndum móti málinum. Flestu av okkara málum komu eftir skjótálop.
Vit hildu fram at økja, og eftir fyrsta korterið tók Kyndil time-out, aftan á at Hallur hevði skorað tvær ferðir, umframt at hann stutt frammanundan spældi Sigmund Nolsø frían við einari fiksari avlevering.
Sterka bakketan við Mark, Halli og Peteri, stuðlað av Rúna og Andori, ið løgdu trýst á veingirnar, helt fram allan hálvleikin á tamb. Rúni smekkaði eitt skot í trýkantin og inn, tá ið fimm sekund restaðu í av hálvuni, og gjørdi støðuna til 17-10.
Liðini skiftust at skora í seinna hálvleiki, men tað eydnaðist Kyndli at minka eitt vet um munin við einum flottum langskotið tá ið fimm minuttir vóru farnir og støðan ar 20-15.
Mark og Hallur svaraðu tó aftur við at hvør í sínum lagið finta seg fríar, so at støðan var 22-15. Stutt eftir hetta tóku Kyndil time-out og fóru at royna seg at spæla við sjey monnum í álopið.
Men einki fekk steðgað okkum hendan dagin. Eftir tólv minuttum høvdu vit økt upp í tíggju mál: 25-15.
Stutt eftir hetta kom fingu vit eitt nýtt andlit at síggja á liðnum, tá ið Andrias kom á vøllin at spæla vinstri bakkur. Eg hugsi, at hetta vóru hansara fyrstu minuttir í bestu deildini, og eftir stuttari løtu gav hann ábendingar um, at hetta ikki verða teir seinastu, tá ið hann setti eitt flott langskot í málið til 26-17.
Løtu seinni vísti hann eisini góðan hondbóltsheila, tá ið hann spældi Sigmund Nolsø frían, so at støðan gjørdist 27-20.
(Red: mær er fortalt, at Andrias fyrstu ferð var inni longu í dystinum móti Team Klaksvík 10. mars. Kanska tann, sum veit, viðmerkir tað her undir greinini)
Kyndil fekk munin niður á seks mál, men so meldaði Jens seg inn í dystin. Hann stongdi fullkomliga málið. Hann loyvdi bert einum málið inn seinastu sjey minuttirnar ella so, so at støðan gjørdist 31-23, tá ið lítið var eftir. Kyndil fekk ein møguleika afturat í seinastu sekundunum, men Jens pilkaði eisini hendan bóltin, og dysturin var av.
Enn ein greiður sigur, har skrúvan hjá Sonni bleiv strammað. Vit spurdu á heimasíðuni eftir dystin móti StÍF, um tað kanska fór at gerast ein tendensur at skora so nógv mál, og tað má sigast at so er.
Úrslitið er fýra greiðir sigrar á rað, og ikki kann sigast annað enn, at liðið tykist væl tunað til kappingarendan.
Maskinan er væl smurd, og vit fjepparar fara at gera okkara til, at koyrt verður á hana.
Dómaraseðil FTZ-dysturin H71-Kyndil
Dómaraseðil Hvonn-dysturin H71-Kyndil
Tíanverri var ongin myndatakari í Hoyvíkshøllini leygardagin, og av tí sama hava vit onga mynd frá dystunum hendan dagin.
27. desember
17. oktober
9. oktober
15. september
1. apríl
26. mars
15. februar
12. oktober
11. oktober
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Petur Skeel Dahl | 210135 | PeturSD@Olivant.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Beinta Fossadal | 288913 | BeintaFossadal@Hotmail.Com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | Heimasíða | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | |
Djóni Gaard Joensenn | Samskipari | 504488 | H71Umsiting@gMail.com |