fríggjadagur, 23. mars 2018

HM undankapping U20 kvinnur


HM-undankappingardystir verða í Hoyvíkshøllini nú um vikuskiftið.

Vit hava gjørt tað fyrr og trúgva uppá, at vit kunnu gera tað aftur.

 

Vit hava eitt ungt lið mannað av lyklaleikarum úr Hvonn-deildini. Spæla allar upp til sítt besta, og bera vit áskoðarar tær fram á leið, so kann tað eydnast at tryggja okkum luttøku í enn einum HM endaspæli.

 

Eins og U21 liðið hjá monnum var væl umboðað av hoyvíkingum, so er U20 liðið hjá kvinnum eisini sett við ungum gentum úr Hoyvik.

 

Maria Halsdóttir Weyhe, okkara raski playmakari og greiður toppskútti í Hvonn deildini, er við á liðnum.

 

Eisini hava vit báðar okkara evnaríku málverjar Anniku Fríðheim Mortensen og Vár Højgaard Thomsen við.

 

Anna á Steig, sum altíð gevur seg mest, er eisini við eins og okkara sterki strikuspælari Durita Toftum Joensen.

 

Liðið hevur fyrireikað seg væl til uppgávuna, og tær hava millum annað hildið til alla vikuna í Hoyvik, har tær hava havt fleiri venjingar um dagin.

 

Okkara fyrsta og helst størsta avbjóðing er Slovenia. Tær vóru so óhepnar, at tær orsakað av mjørka, máttu venda aftur til Keypmannahavnar í gjár. Tær lendu tí ikki fyrr enn í dag á middegi í Vágum, og av hesari orsøk er fyrsti dysturin, eftir boðum frá EHF, útsettur ein tíma til kl. 20:00.

 

Venjarar hjá føroyska liðnum eru Christoffur Gert Nielsen og Per Klarup. Heri Ziska hevur lagt kropsligu venjingina tilrættis.

 

Skráin er hendan:

 

Hoyvíkshøllin

Fríggjadagin 23. mars 2018 Føroyar - Slovenia kl. 20:00

Leygardagin 24. mars 2018 Slovenia – Turkaland kl. 19:00

Sunnudagin 25. mars 2018 Føroyar – Turkaland kl. 19:00



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com