fríggjadagur, 23. mars 2018
HM-undankappingardystir verða í Hoyvíkshøllini nú um vikuskiftið.
Vit hava gjørt tað fyrr og trúgva uppá, at vit kunnu gera tað aftur.
Vit hava eitt ungt lið mannað av lyklaleikarum úr Hvonn-deildini. Spæla allar upp til sítt besta, og bera vit áskoðarar tær fram á leið, so kann tað eydnast at tryggja okkum luttøku í enn einum HM endaspæli.
Eins og U21 liðið hjá monnum var væl umboðað av hoyvíkingum, so er U20 liðið hjá kvinnum eisini sett við ungum gentum úr Hoyvik.
Maria Halsdóttir Weyhe, okkara raski playmakari og greiður toppskútti í Hvonn deildini, er við á liðnum.
Eisini hava vit báðar okkara evnaríku málverjar Anniku Fríðheim Mortensen og Vár Højgaard Thomsen við.
Anna á Steig, sum altíð gevur seg mest, er eisini við eins og okkara sterki strikuspælari Durita Toftum Joensen.
Liðið hevur fyrireikað seg væl til uppgávuna, og tær hava millum annað hildið til alla vikuna í Hoyvik, har tær hava havt fleiri venjingar um dagin.
Okkara fyrsta og helst størsta avbjóðing er Slovenia. Tær vóru so óhepnar, at tær orsakað av mjørka, máttu venda aftur til Keypmannahavnar í gjár. Tær lendu tí ikki fyrr enn í dag á middegi í Vágum, og av hesari orsøk er fyrsti dysturin, eftir boðum frá EHF, útsettur ein tíma til kl. 20:00.
Venjarar hjá føroyska liðnum eru Christoffur Gert Nielsen og Per Klarup. Heri Ziska hevur lagt kropsligu venjingina tilrættis.
Skráin er hendan:
Hoyvíkshøllin
Fríggjadagin 23. mars 2018 Føroyar - Slovenia kl. 20:00
Leygardagin 24. mars 2018 Slovenia – Turkaland kl. 19:00
Sunnudagin 25. mars 2018 Føroyar – Turkaland kl. 19:00
16. februar
27. desember
17. oktober
9. oktober
15. september
1. apríl
26. mars
15. februar
12. oktober
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Petur Skeel Dahl | 210135 | PeturSD@Olivant.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Beinta Fossadal | 288913 | BeintaFossadal@Hotmail.Com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | Heimasíða | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | |
Djóni Gaard Joensenn | Samskipari | 504488 | H71Umsiting@gMail.com |