týsdagur, 3. apríl 2018
Myndir: Jan Sørensen
Vit taptu við einum máli, sum varð skotið aftan á vanliga leiktíð.
Aftan á kvinnudystin leygardagin skuldi menninir royna at lyfta hugin hjá hoyvíkingum, men í fyrra hálvleiki runnu vit aftan á fyri tað mesta.
Tað kundi hugsast, at vit vóru darvaðir av nógvu skaðunum. Millum teir, ið sótu úti vóru eitt nú, Hilmar Leon, Pætur, Jens, Sigmundur Dahl og Mark.
Vit royndu nógvar ymsar uppstillingar í bæði verju og álopið, og til tíðir riggaðu hesar heilt væl.
Serliga í seinnu hálvu, tá ið vit vendu 10-13 til 15-18 eftir lítlari løtu. Men so steðgaði upp hjá okkum. Vit fingu tað trupult við at koma til møguleikar, og ofta var Neistamálverjin fyri.
Dysturin var púra javnur til seinasta minuttin. Tá fekk fyrst Neistin eitt brotskast, ið varð sett í netið til 23-22. Vit tóku time-out, tá ið eini tretivu sekund restaðu í, og tað eydnaðist Vilhelm at javna við minni enn tíggju sekundum eftir.
Neistin gav bóltin skjótt upp, og vit takklaðu teir nakað uttan fyri tríggjarmeturin í somu løtu, sum tíðin rann út.
Hetta fríkasti skuldi takast, og Rasmus Søby hjá Neistanum setti bóltin gjøgnum manngarðin hjá okkum og niður í eina hornið, har Jóhan, ið annars hevði leikt ein góðan dyst, ikki fekk hildið bóltin úti.
Eitt púra óvæntað mál var veruleiki, og Neistin-leikarar fegnaðast í einum trunka saman við hetju teirra, Rasmusi.
Tá ið vit hitta Neistan í finaluni um stutta tíð, so er neyðugt, at vit fáa steðgað júst Rasmusi. Vit lótu hann fáa ellivu mál í dag, og tað er í so nógv.
Harnæst skulu vit læra at skjóta betri móti Neistamálverjanum, Nicholas, ið fekk fatur á ov nógvum fríum kjansum í dag.
Tað er ilt at siga, hvussu nógv vit skulu leggja í hendan dystin, tí nógv varð skift út, og ymsir taktikkir vórðu royndir gjøgnum dystin. Fáa vit nakrar av skaddu leikarunum aftur, so kunnu vit eisini síggja aðrar møguleikar enn hendan dystin.
Hvussu er og ikki, so skulu vit finna aftur á røttu leið í teimum næstu dystunum. Vit spæla sunnudagin í Kollafirði móti KÍF í næstaseinasta dystinum áðrenn finalurnar. Vónandi reisa vit okkum aftur har.
1. apríl
26. mars
15. februar
12. oktober
11. oktober
9. oktober
1. oktober
4. september
29. august
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Símun Poulsen | 517220 | Simun@vh.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Beinta Fossadal | 288913 | BeintaFossadal@Hotmail.Com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | Heimasíða | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | |
Djóni Gaard Joensenn | Samskipari | 504488 | H71Umsiting@gMail.com |