týsdagur, 10. apríl 2018

Finalurnar 2018


Seinastu dystirnir í landskappingini verða spældir komandi vikuskifti. Men longu nú er avgjørt, hvørju lið eru í finalunum hjá kvinnum og monnum.

 

Fyrru finaludystirnir verða spældir mikukvøldið 18. apríl, teir seinnu leygardagin 21. apríl. Verður neyðugt við triðju finaludystum, so verða teir sunnudagin 22. apríl.

Í finalunum eru tað bara stigini, sum telja, ikki mál. So vinna liðini hvør sín dyst, so verður talan um ein triðja dyst.

 

Kyndil er í kvinnufinaluni, Neistin í mansfinaluni. Tey bæði liðini hava heimavøll á í Høllini á Hálsi mikukvøldið.

 

Havnarliðini bæði eru vorðin samd um at býta høllina millum sín hetta kvøldið. Tað verður gjørt soleiðis, at øll skula úr høllini aftan á fyrra dystin. Men tað verður nokk møguleiki at keypa atgongumerki til báðar dystirnar beinanvegin til fyrsta dystin, um onkur ynskir tað.

 

Av hesum sama er nakað av tíð millum dystirnar báðar, og tað gevur so monnunum møguleika at hita upp til seinna dystin.

 

Kringvarpið fer at gera nógv burtur úr finalunum. Tey fara at stroyma og at siga frá í útvarpinum, og kanska verður sent í sjónvarpinum eisini.

 

Og vit ivast ikki í, at Rás2 fer ikki at liggja á latu síðuni til finalurnar. 

 

Finalurnar verða spældar soleiðis:

Mikudagin 18. apríl:

Klokkan 18:00 Kyndil – VÍF, kvinnur
Klokkan 20:15 Neistin – H71, menn

 

Leygardagin 21. apríl:

Klokkan 16:00 VÍF – Kyndil, kvinnur
Klokkan 19:00 H71 – Neistin, menn

 

Sunnudagin 22. apríl:, møguligar triðju finalur:
Klokkan 16:00 VÍF – Kyndil, kvinnur
Klokkan 19:00 H71 – Neistin, menn

 

Upphiting

H71 fer, sum vant, at gera nógv burtur úr við upphiting og øðrum.

Tú frættir meira her á heimasíðuni í komandi viku.

 

 

Men - fyrst skula seinastu dystirnir hjá kvinnum og monnum fáast frá hondini. Tey vera komandi leygardag í Hoyvíkshøllini, báðir móti StÍF.

 

Fyri kvinnurnar verður hetta seinasti dystur hetta kappingarárið.

 

Tær hava avrikað nógv betri enn (tey nógvu høvdu) væntað, so tær hava uppborið, at tú kemur at stuðla teimum hendan seinasta dystin og at heiðra tær við flotta avrikinum hetta fyrsta árið í Hvonn-deildini. So kom tú í Hoyvíkshøllina leygardagin komandi klokkan 16:30  :)



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com