sunnudagur, 15. apríl 2018
Myndir: Jan Sørensen
Kvinnuliðið hjá okkum tók í gjár móti StÍF. Eg sjálvur var ikki til dystin vegna arbeiðsørindi. Men eg frætti frá fólki í høllini, at okkara kvinnur spældu ein sera góðan dyst, har serliga fyrstu 20 minuttirnir av seinna hálvleiki vóru framúr.
Hesa løtuna vundu vit burturúr strandakvinnum og vóru eitt skifti á odda 28-14. Vit loyvdu tó StíF at pynta eitt vet um munin, men tað endaði kortini við einum knúsandi tryggum 30-23 sigri, ið avgjørt lyftir hugin, nú kappingin er at enda komin.
Kvinnurnar enda kappingina á sætta plássið eftir 15 vunnin stig. Okkara megnarkvinnur høvdu helst kannað sær ein størri bita enn hetta fyri fáum mánaðum síðani, men minnast vit, hvat onnur væntaðu av unga liðnum áðrenn kappingarbyrjan, so góvu tey teimum ikki nógvar møguleikar at yvirhøvur vinna sær stig í ár.
Hetta varð staðiliga mótprógvað í fyrstu dystunum. Tað gekk ein løta, áðrenn fyrstu stigini komu, men genturnar prógvaðu ferð eftir ferð, at tær vildu spæla við móti teimum bestu. Hetta rakk enntá til eitt pláss millum tey fýra bestu liðini í steypakappingini.
Næsta ár eru tær vorðnar eitt ár eldri, eitt ár sterkari og eitt ár betri. Uttan at leggja ov nógv trýst á unga hópin, so vænta vit enn fleiri góð úrslit komandi kappingarár.
Eisini hevur verið hugaligt hjá okkum at endiliga fáa høvi at fylgja við í kvinnuhondbólti, hóast eg sjálvur havi forsømt tær í so ofta. Men fólk eru komin til dystirnar, og tey eru komin at stuðla. Ikki minst Margrét, ið varð heiðrað av leikarunum fyri dygga stuðulin í ár. Les um hetta aðrastaðni á síðuni.
27. desember
17. oktober
9. oktober
15. september
1. apríl
26. mars
15. februar
12. oktober
11. oktober
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Petur Skeel Dahl | 210135 | PeturSD@Olivant.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Beinta Fossadal | 288913 | BeintaFossadal@Hotmail.Com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | Heimasíða | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | |
Djóni Gaard Joensenn | Samskipari | 504488 | H71Umsiting@gMail.com |