17. november 2018

Sigfríður steðgaði av knæskaða


Skrivað hevur: André Olsen / Sosialurin

Ein leikari, sum ikki kom so væl fyri seg eftir knæskaða og mátti steðga sum heilt ungur fótbóltsspælari, er núverandi Víkinga-venjarin, Sigfríður Skaale Clementsen.


Núverandi venjarin hjá Víkingi, Sigfríður Skaale Clementsen, var fyrst í 90’unum millum evnaríkastu føroysku fótbóltsspælararnar, tá hann tørnaði út fyri høvuðsstaðarfeløgini, HB og B36.

 

Men longu sum 26 ára gamal í 1999, spældi Sigfríður Skaale Clementsen fyri seinastu ferð í bestu føroysku fótbóltsdeildini. Aftan á kappingarárið í 1999, mátti Sigfríður Skaale Clementsen steðga orsakað av einum knæskaða. Sigfríður Skaale Clementsen sigur, at tað ikki var ein krossbandsskaði men ein annar knæskaði, ið gjørdi tað ómøguligt hjá sær at spæla víðari við fullari ferð.


- Gamaní sleit eg ikki krossbandið, tá eg spældi, tað gjørdi eg seinni. Men eg hevði trupulleikar av knæskelini. Og so breyt eg eitt lítið petti av skinnabeininum, soleiðis at eg misti bróskið í knænum. Tað ber ikki til at fáa nýtt brósk inn í knæðið. Tí mátti eg bara góðtaka, at eg ikki fekk spælt meira, og tað var hart, sigur Sigfríður Clementsen.


Sleit krossbandið seinni

Sigfríður Skaale Clementsen sigur, at hann nøkur ár seinni so eisini sleit krossbandið.
- Eg sleit eisini krossbandið, men tað var ikki fyrr enn nøkur ár aftaná, at eg var steðgaður at spæla. Læknarnir hildu, at krossbandið hjá mær var slitnað umleið í 2001, men tað havi eg ongantíð verið skurðviðgjørdur fyri, sigur Sigfríður.


Hevur upplivað fáar knæskaðar

Eftir at hava verið steðgaður sum fótbóltsspælari, raðfesti Sigfríður Skaale Clementsen seinni venjaravegin, har hann hevur verið venjari í bestu føroysku fótbóltsdeildini á hvørjum ári síðani í 2004. Sigfríður Skaale Clementsen sigur, at hann sum venjari í veruleikanum ikki hevur upplivað at havt so nógvar leikarar, sum hava havt knæskaðar. Sigfríður heldur, at ein av orsøkunum til tað er, at hann hevur havt Magna Mohr at hjálpt sær við tí kropsliga og fyribyrgjandi partinum.


- Í veruleikanum havi eg havt ógvuliga fáar, og veit meg ikki at minnast nakran leikara, ið hevur havt stórar trupulleikar við knæskaðum. Men frá byrjan tíð av sum venjari, havi eg havt Magna Mohr at hjálpt mær við tí kropsliga og fyribyrgjandi partinum, og tað hevur heilt sikkurt verið ein orsøk til at eg ikki í sama mun havi upplivað slíkar skaðar. 


- Í løtuni er Magni Mohr tó ikki knýttur afturat mær í Víkingi, og tí raðfesta vit ikki í sama mun fyribyrgjandi venjingar. Men tað er nakað, sum eg kundi tonkt mær at fingið upp at koyrt aftur, og eg veit, at tað eru onnur feløg, ið raðfesta tær venjingarnar høgt.


Snýr seg um raðfestingar

Sigfríður Skaale Clementsen sigur tó, at tað í síðsta enda snýr seg um raðfestingar fyri feløgini at fáa ein kropsligan venjara inn at hava fyribyrgjandi venjingar.


- Í síðsta enda er tað eisini torført at fáa tílíkt at koyra 100% í føroysku fótbóltsverðini. Ofta kann tað standa ímillum at raðfesta ein kropsligan venjara ella ein leikara afturat í hópinum. Og tá vísir tað seg í flestu førum at vera lættari fyri feløgini at raðfesta ein leikara afturat. Men seinast eg var í Víkingi – frá 2013 til 2015, hevði eg Magna Mohr inni í byrjanini at leggja lag á við fyribyrgjandi venjing, og so útførdu leikararnir tær venjingarnar sjálvir nakrar mánaðar seinni. Tí høvdu vit góðar royndir av, sigur Sigfríður Skaale Clementsen, ið eisini leggur dent á, at hvíld hjá leikarunum hevur nógv at siga fyri at fyribyrgja skaðum.
 

---

André Olsen hevur skrivað eina greinarøð um knæðskaðar. Røðin varð prentað í Sosialinum í summar.

H71 hevur fingið loyvi frá Sosialinum og André at endurgeva greinarøðina her á heimasíðuni. Vit takka fyri.

Onkrar tilvísingar eru kanska ikki heilt ajour - tað er orsakað av tíðarmuninum, tá greinin er skrivað og nú.

Tað kemur ein grein aftur at her á heimasíðuna ein av komandi døgunum.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 ad@lawfirm.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Janet Fríða Johannesen   212211 jj@atlanticon.fo
  Erland Jensen   243534 erj@ft.fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
         
           
  Ábyrgd av faldara      
  Erland Jensen   243534 erj@ft.fo
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo