mánadagur, 19. november 2018

H71 kannar leikarar fyri knæskaðar


Skrivað hevur: André Olsen / Sosialurin

Í hondbóltsfelagnum H71 vórðu allir leikarar, heilt niður til U12, í fjør kannaðir fyri vandan fyri knæskaðum. Bartal Dahl Andreassen, fysioterapeutur hjá H71, stóð fyri kanningini.

Seinnu árini hevur hondbóltsfelagið úr Hoyvík, H71, av álvara havt viðvind á hondbóltsvallunum, har felagið hevur vunnið gull í hópatali – bæði i bestu mansdeildini, og í fleiri av ungdómsdeildunum.

 

Men tað er ikki bara inni á hondbóltsvøllinum, at felagið úr Hoyvík er frammarlaga. Eisini uttan fyri vøllin slóðar H71 fyri í føroyskum ítrótti. Millum annað tá tað kemur til skaðafyribyrging. Í seinastu viku(...) bar til at lesa longri samrøðu við fyrrverandi H71 leikaran, Jónas Gunnarsson Djurhuus, ið er komin væl fyri seg eftir drúgvan knæskaða. Og tað er líkt til, at tey í H71 ikki ynskja leikarunum somu lagnu, sum Jónas Gunnarsson Djurhuus í 2014 fekk.


Kannar leikarar í H71

Í fjør kannaði fysioterapeuturin hjá H71, Bartal Dahl Andreassen, allar leikararnar í felagnum til og við U12 deildini um vandan fyri álvarsamum knæskaðum, og um hvussu leikararnir best kláraðu at verja seg ímóti tílíkum skaðum. Bartal Dahl Andreassen greiðir frá, at kanningarnar, sum vórðu gjørdar í ungdómsdeildunum og á besta mansliðnum, vóru tvær ymiskar kanningar.


- Í ungdómsdeildunum vóru teir ymisku árgangirnir – til og við U12 – bodnir til eitt upplegg um skaðar og skaðafyribyrging, og aftan á tað til eina venjing, har ymsar skaðafyribyrgjandi venjingar vóru framdar. Hjá ungdóminum hugdu vit serliga eftir avseti og lendingsteknikkinum – bæði á einum og tveimum beinum. Hetta varð filmað av leikarunum sjálvum, sum síðani fingu at vita, hvat ið varð gjørt rætt, og hvat kundi vera ein óskynsom rørsla. Aftan á ein góðan mánað var so ein uppfylgjandi venjing við teimum somu ungdómsleikarunum gjørd, har tey aftur gjørdu venjingarnar undir eftirliti.


- Á besta mansliðnum hugdu vit eitt sindur nærri at rørslunum í liðunum frá mjødn til fót og at styrkini rundan um teir liðirnar. Eisini hugdu vit eftir avseti og lendingsteknikkum. Høgra og vinstra síða vórðu samanbornar fyri eventuelt at staðfesta ein skeivleika í kroppinum, og kanningar vórðu gjørdar, sum vístu hvat fyri støðið leikarin var á, tá hann er frískur. Tað støðið skuldu leikararnir sum minsta krav stremba eftir, um leikararnir komu hartil, at teir skuldu venja eftir skaða, sigur Bartal Dahl Andreassen.


Væl móttikið av leikarum og venjarum

Hóast tøl ikki eru uppá um kanningarnar hava gjørt mun, sum Bartal Dahl Andreassen hevur gjørt við leikarunum í H71, er Bartal Dahl Andreassen sannførdur um at kanningarnar eru við til at gera leikarararnar meira tilvitaðar um, hvussu teir vera betri til at fyribyrgja, at skaðarnir gerast til veruleika.


- Vit hava ikki nøkur beinleiðis tøl uppá, um tað hevur ávirkað skaðatalið í felagnum, men tað er eingin ivi um, at allir leikarar hava gott av at venja skaðafyribyrgjandi – bæði teir sum vísa tekin til at vera útsettir og aðrir. Teir leikararnir, sum vísa tekin til at vera útsettir, hugsa vónandi eitt sindur meira um at arbeiða við tí, sum teir út frá kanningini síggja, at teir mangla. 


- Kanningin varð eisini væl móttikin. Bæði av leikarunum sjálvum og venjarunum. Og báðir partar hava tikið til sín. Millum annað vóru leikararnir ógvuliga áhugaðir í, hvussu ein rørsla skal gerast rætt kropsliga, sigur Bartal Dahl Andreassen, ið leggur dent á, at fyri at ein tílík kanning skal geva meining, so hevur tað alstóran týdning, at bæði leikarar og venjarar fylgja upp upp á at arbeiða við fyribyrgjandi venjingunum í bæði vanligu venjingini og í styrkivenjingini.


Ítróttarsambondini kundu hjálpt til

Bartal Dahl Andreassen greiðir frá, at tað at gera tílíkar kanningar, sum tey í H71 hava gjørt, krevur nógva tíð og góða samskipan. Bartal Dahl Andreassen heldur, at fleiri feløg helst mangla orku til at fremja eitt tílíkt tiltak, og tí heldur fysioterapeuturin, at tey ymisku ítróttarsambondini kundu hjálpt til, soleiðis at tey ymisku ítróttarfólkini vóru betri vard fyri álvarsomum skaðum.


- At gera tílíkar kanningar krevur sjálvandi nógva tíð og samskipan. Í teimum ymisku feløgunum í Føroyum, er tað ótrúliga nógv annað arbeiði enn ítrótturin sjálvur, ið skal gerast. Tí manglar allarhelst orka til at gera eitt tílíkt tiltak sum tað, ið vit hava gjørt í H71, í fleiri feløgum. Eg hugsi, at kanska kundu FSF, HSF, ÍSF og so framvegis hjálpt feløgunum við hesum, soleiðis at vit gerast enn betri til at verja leikararnar. Tí tá vit bert hava eitt avmarkað tal av leikarum í Føroyum, so missa vit sera nógv, um ein góður leikari fær ein álvarsaman skaða, sigur Bartal Dahl Andreassen.


Helst langt á mál

Í seinastu viku bar til at lesa tvær ymiskar greinar um Jónas Gunnarsson Djurhuus og Sigfríð Clementsen, ið báðir høvdu fingið hvør sína ymiska lagnu orsakað av álvarsamum knæskaðum. Teir greiddu báðir frá týdninginum um fyribyrgjandi venjingar. Bartal Dahl Andreassen veit ikki at siga, hvussu generella støðan er í landinum, tá tað kemur til fyribyrgjandi venjing.


- Hvussu generella støðan í landinum er, tá tað kemur til fyribyrgjandi venjing, dugi eg illa at meta um. Eg veit, at tað eru fleiri feløg, ið eru farin at leggja dent á hetta, men eg ivist ikki í, at langt er á mál, sigur Bartal Dahl Andreassen.


Fyribyrgjandi venjingar kunnu byrja í ungdómsdeildunum

Bartal Dahl Andreassen sigur, at tað hevur stóran týdning at varpa ljós á, hvønn týdning fyribyrgjandi venjingar hava fyri leikararnar. Bartal Dahl Andreassen heldur, at tær fyribyrgjandi venjingarnar kunnu byrja, longu tá børnini eru heilt ung.


- Fyri at royna at verja seg móti álvarsomum skaðum, meti eg tað hava størst týdning, at vit varpa ljós á, hvat skaðafyribyrgjandi venjing er, hvat venjingin kann hjálpa leikarunum við, og vísa á, at hon riggar. Har umframt skulu vit eisini varpa ljós á teir faktorar, sum kunnu hava ávirkan á ein skaða. Venjararnir hava í hesum sambandi stóran týdning, tí tað eru teir, sum skipa venjingarnar í feløgunum. Tí skulu venjararnir sannførast um, at fyribyrgjandi venjingin hjálpir og lærast, hvussu hon skal útførast. Mín meining er tann, at skaðafyribyrgjandi venjingin longu skal byrja, tá børnini eru heilt ung, har nógvar av venjingunum kunnu verða ein partur av upphitingini, sigur Bartal Dahl Andreassen, sum tó at enda leggur afturat, at man helst ongantíð av álvara fær vart seg móti álvarsomum skaðum, men at vit avgjørt kunnu minka talið av teimum.

 

---
Góð ráð frá Bartal til fyribyrging av knæ- og fótskaðum

  • Alt beinið skal altíð vera í beinari linju (lær, knæ, undirbein og fótur).
  • Altíð royna at lenda á báðum beinum.
  • Fjaðring í lendingini (niður í knø og ljóðleys lending) og beinini í beinari linju (lær, knæ, undirbein og fótur). Umframt at hava javnvág í kroppinum.
  • Góða orku. Tess betri orku og styrki, tess longri klárar mann at gera rørslurnar rættar.
  • Styrkja baklærið.
  • Steðga renningar varliga.
  • Venja balansu (millum annað standa á einum beini tá man bustar tenn, ella meðan venjarin gevur instruktiónir. Venjingar á balansubretti ella øðrum ójavnum undirlagi, evt kasta bólt ímeðan).
  • Góða koordinatión ”stiga” venjing, lakka og nógvar aðrar skjótar planlagdar rørslur.
  • Fyri fótliðsskaðar er sera gott at lakka aftur og fram, síðulens, í fýrakantar o.s.f.r. 

 

---

André Olsen hevur skrivað eina greinarøð um knæðskaðar. Røðin varð prentað í Sosialinum í summar.

H71 hevur fingið loyvi frá Sosialinum og André at endurgeva greinarøðina her á heimasíðuni. Vit takka fyri.

Onkrar tilvísingar eru kanska ikki heilt ajour - tað er orsakað av tíðarmuninum, tá greinin er skrivað og nú.

Hetta er seinasta greinin í røðini.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Petur Skeel Dahl   210135 PeturSD@Olivant.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com