15. februar 2019

Tað er brúk fyri øllum góðum kreftum sunnudagin


Sunnudagin verður endaliga avgjørt, hvørji lið skula spæla steypafinalurnar í Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum og monnum.

 

Sunnudagin klokkan 14 skula kvinnurnar spæla seinnu hálvfinaluna móti VÍF.

 

Dysturin verður í Vestmanna klokkan 14.

Fyrri dysturin endaði við teprum sigri til VÍF, 26-25. Talan var um eitt brak av einum dysti, sum ikki varð avgjørdur fyrr enn í seinasta sekundi.

 

Sostatt er onki avgørt enn.

 

Hava okkara kvinnur ein góðan dag og vinna við meira enn einum máli, so er finaluplássið greitt.

 

 

Menninir skula spæla móti Kyndli klokkan 18 í Hoyvíkshøllini. Fyrra hálvfinalan bleiv eitt sindur av einum avsmurningi - 32-26 til Kyndil.

 

So her er uppgávan nakað tyngri. Men ikki ómøgulig.

 

 

Óansæð - so er brúk fyri øllum góðum kreftum, bæði á vøllinum, men so sanniliga eisini á áskoðaraplássunum.

 

Altso - sunnudagin 17. februar -

klokkan 14 í Vestmanna

og

klokkan 18 í Hoyvík

 



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 ad@lawfirm.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Janet Fríða Johannesen   212211 jj@atlanticon.fo
  Erland Jensen   243534 erj@ft.fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
         
           
  Ábyrgd av faldara      
  Erland Jensen   243534 erj@ft.fo
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo