mikudagur, 6. mars 2019

Royndur íslendingur til Hoyvíkar


Royndi, íslendski venjarin, Einar Jónsson, skal vera venjari hjá H71 komandi kappingarár. Hann skal venja bæði kvinnur og menn.

Hondbóltsfelagið í Hoyvík hevur gjørt sáttmála við Einar Jónsson, sum tekur við sum venjari hjá monnunum eftir Sonni Larsen. Sonni hevur verið í Hoyvík í trý ár, og nú fer hann aftur til Danmarkar at taka við nýggjum avbjóðinum í felagnum Ajax í Keypmannahavn.


Hallur Danielsen heldur fram sum venjari hjá kvinnunum saman við Einari, og Petur Mittún verður eisini framhaldandi hjálparvenjari hjá monnunum.


Um orsøkina, til at valið fall á Einar Jónsson, sigur Anna Dam, forkvinna í H71:
-Einar hevur nógvar viðkomandi royndir, tá talan er um at menna ungar leikarar, eins og hann hevur royndir úr fremstu íslendsku og norsku deildunum. Royndir, sum ivaleyst fara at gagna bæði kvinnum og monnum í H71.


Har umframt vænta hoyvíkingar at fáa innlit í, hvussu íslendingar hava megnað at menna hondbóltin so nógv seinastu árini.


Eftir at hava vitjað í bygdini og hitt nevndina í H71, so er Einar Jónsson spentur at byrja sum venjari í Hoyvík:
-Tað sýnist sum, at ein góð mentan valdar í felagnum, sum hevur stórar ambitiónir, sigur hann. Bæði á kvinnu- og mansliðnum eru nógvir ungir og evnaríkir spælarar, sum eg gleði meg at arbeiða saman við.


-Eg havi hoyrt sera nógv gott um felagið, og eg gleði meg til at fara til verka í Hoyvík, sigur Einar Jónsson.

 

Umframt at venja kvinnur og menn skal Einar eisini vegleiða og skipa karmar fyri framhaldandi dygdargóðum hondbóltstilboði til børn og ung í H71.

 

Einar og H71 hava avtalað eitt 2 ára samstarv fyribils. Einar byrjar hjá H71 í mai 2019.

 

Um Einar


Einar Jónsson er 40 ára gamal og hevur íslendska venjaraútbúgving.
Hann hevur áður vant FRAM, Stjarnan og Grotta í Íslandi, umframt at hann hevur verið venjari hjá íslendska kvinnulandsliðnum og ungdómslandsliðum.

 

Einar hevur eisini verið við til at føra norska felagið Molde úr 2. deild upp í fremstu norsku deildina.

 



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com