týsdagur, 27. august 2013

Liðlaðingarferð hjá AA


Skrivað hevur: Petur Mittún

Myndir: Petur Mittún

Venjingin hjá besta mansliðinum er byrjað!

So stendur enn eitt avbjóðandi kappingarár fyri framman. Mansliðið hjá felagnum byrjaði at venja hondbólt beint eftir Ólavsøku. Tá ið vit byrjaðu at venja, blivu allir leikararnir testaðir sæð í mun til styrki, skjótleika og konditión. Vit kundu við gleði staðfesta, at felags kropsliga venjingin 2 ferðir um vikuna í summar, undir kønari hond av Snorra Paturssyni, hevur gjørt mun og er nakað, vit sum venjarar bara kunnu frøast um.
Ætlanin er at testa leikararnar eina góða viku áðrenn kappingarbyrjan. Á hendan hátt kunnu vit sum venjarar og leikararnir sjálvir síggja, um venjingin í august og september hevur givið úrslit.

Í samband við uppstartin til eitt nýtt kappingarár er talan oftani um venjing, har renning og tung vektvenjing fylla nógv. Stutt sagt tung venjing, sum ikki altíð er so spennandi og motiverandi. Í fyrsta partinum av uppstarinum er høvuðsendamálið at fáa grundvenjingina hjá leikarunum uppá pláss. Fyri at fáa eitt sindur av variatión í venjingarnar hava vit roynt at hava annarleiðis venjingar leygardagar. M.a. hava vit vant frælsan ítrótt tveir leygardagar saman við Hera Ziska úr felagnum Hvirluni. Spennandi og lærurík venjing, eisini fyri okkum venjarar.

Leygardagin og sunnudagin 24/25 august var hópurin gongutúr millum Vestmanna og Tjørnuvík, umvegis Saksun. Við á túrin vóru 18 leikarar. Ferðaleiðari á túrinum var Karl Oddmar Rasmussen. Túrurin byrjaði í Hoyvíkshøllini leygarmorgunini kl. 8, tá ið bussur stóð klárur at koyra okkum til Vestmannar. Vit byrjaðu at ganga úr Vestmanna kl. 9:30. Góðar 11 tímar seinni, kl. 20:45, vóru vit frammi í Tjørnuvík, har liðleiðari okkara, Lars, hevði syrgt fyri, at klárt var at eta eina búrmáltíð, sum Anna og Sunneva høvdu staðið fyri. Túrurin var harður fyri allar leikararnar, og høvdu allir sínar upp og niðurtúrar, men allir leikararnir komu fram til Tjørnuvík.

Ein túrur uppá smár 40 km., har vit fóru upp í hæddirnar 3 ferðir. Av góðum grundum vóru leikararnir rættuliga móðir leygarkvøldið, og kl. 23 var longu friður. Sunnumorgunin kl. 7 blivu leikararnir purraðir út. Eftir at morgunmaturin var fingin niðurum, stóð síðsti parturin av túrinum á skránni.
Hetta var túrur út á Stakkin í Tjørnuvík. Tey fyrstu fetini vóru rættuliga tung, og lítið hoyrdist til leikararnar. Okkurt mutl her og har um, at hetta var næstan ov nógv av tí góða. Í takt við at hitin kom í kroppin, bleiv lagið eisini betri. Alt í alt var túruin út á Stakkin eitt gott punktum fyri túrin. Tá ið vit komu aftur til Tjørnuvíkar, fóru flestu leikararnir at svimja á sjónum í Costa Del Tjørnuvík, ja sjálvt liðleiðarin var við. Alt í alt ein gevandi túrur fyri liðið í síni heild, men eisini fyri einstaka leikaran. Myndir frá túrin kunnu síggjast í myndasavninum her høgrumegin og eisini her.

Fyri framman er ein góður mánaði við harðari venjing, áðrenn kappingarárið byrjar 22. september. Fyrsti venjingardysturin verður komandi sunnudag móti Kíf. Venjingarlega verður í Gjógv og á Eiði vikuskiftið 5. til 8. september. Meðan vit eru á venjingarlegu, verður venjingarkapping leygardagin 7. september í høllini í Kollafirði, sum Kíf skipar fyri. Her verða mótstøðuliðini Víf, Kyndil og Kíf. Síðsti venjingardystur áðrenn kappingarbyrjan verður móti Neistanum sunnudagin, sum venjingarlegan endar.

Fyri framman stendur enn eitt spennandi og avbjóðandi kappingarár.

Venjararnir

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com