28. mars 2019

Finalurnar í Okkara-deildini


Menninir hjá okkum vunnu triðja hálvfinaludystin móti VÍF í gjárkvøldið, og sostatt eru vit í FM-finaluni 2019. Mótstøðuliðið er Neistin, sum í dramatiskum dysti vann á Kyndli.

 

Kappingin hjá monnum í ár fylgir øðrum leisti enn fyrr. Hesaferð var eitt grundspæl, hálvfinalu-umfarið sum júst er liðugt, og nú verður finalu-umfarið.

 

Føroyameistari er tað liðið, sum fyrst vinnur tríggjar dystir, "best av fimm". Talan verður sostatt um íalt 3, 4 ella 5 dystir.

 

Tað er soleiðis, at hvør dystur skal avgerast, um neyðugt við longdari leiktíð og brotskøstum.

 

Fyrsti finalu-dysturin hjá okkum er settur at vera sunnukvøldið 31. mars klokkan 18 í Hoyvíkshøllini.

 

Annar finaludystur verður longu mikukvøldið 3. apríl, meðan triðja, fjórða og fimta finala verða ávíkavíst 18. apríl (skírisdagur), 22. apríl (2. páskadag) og 27. apríl.

Klokkutíðirnar eru ikki ásettar enn.

 

Um annað liðið vinnur tríggjar teir fyrstu dystirnar, so er ikki neyðugt við tveimum teimum seinastu.

 

Orsøkin til langa tíðarbilið millum aðru og triðju finalu er landsliðshondbóltur hjá A-landsliðnum hjá monnum

 

 

Tú kanst lesa um kappingina í Okkara-deildin her her á HSF.fo.

 

Og Hondbóltssambandð dagførir skránna til endaspælið her.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 ad@lawfirm.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Janet Fríða Johannesen   212211 jj@atlanticon.fo
  Erland Jensen   243534 erj@ft.fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
         
           
  Ábyrgd av faldara      
  Erland Jensen   243534 erj@ft.fo
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo