hósdagur, 28. mars 2019
Menninir hjá okkum vunnu triðja hálvfinaludystin móti VÍF í gjárkvøldið, og sostatt eru vit í FM-finaluni 2019. Mótstøðuliðið er Neistin, sum í dramatiskum dysti vann á Kyndli.
Kappingin hjá monnum í ár fylgir øðrum leisti enn fyrr. Hesaferð var eitt grundspæl, hálvfinalu-umfarið sum júst er liðugt, og nú verður finalu-umfarið.
Føroyameistari er tað liðið, sum fyrst vinnur tríggjar dystir, "best av fimm". Talan verður sostatt um íalt 3, 4 ella 5 dystir.
Tað er soleiðis, at hvør dystur skal avgerast, um neyðugt við longdari leiktíð og brotskøstum.
Fyrsti finalu-dysturin hjá okkum er settur at vera sunnukvøldið 31. mars klokkan 18 í Hoyvíkshøllini.
Annar finaludystur verður longu mikukvøldið 3. apríl, meðan triðja, fjórða og fimta finala verða ávíkavíst 18. apríl (skírisdagur), 22. apríl (2. páskadag) og 27. apríl.
Klokkutíðirnar eru ikki ásettar enn.
Um annað liðið vinnur tríggjar teir fyrstu dystirnar, so er ikki neyðugt við tveimum teimum seinastu.
Orsøkin til langa tíðarbilið millum aðru og triðju finalu er landsliðshondbóltur hjá A-landsliðnum hjá monnum
Tú kanst lesa um kappingina í Okkara-deildin her her á HSF.fo.
Og Hondbóltssambandð dagførir skránna til endaspælið her.
4. september
29. august
27. juni
11. mai
10. mai
9. mai
18. apríl
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Símun Poulsen | 517220 | Simun@vh.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Ábyrgd av heimasíðu | ||||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo |