26. apríl 2019

Hoyvík í listini


Skrivað hevur: Lív S.A. Simonsen

Nú er farið um fyrsta várdag, og dagarnar eru farnir at leingjast. Í hesum sambandi er áhugavert at líta at, hvussu náttúran í Hoyvík hevur givið listafólki íblástur.

Náttúruvøkru støðini Hoyvíkshólmur, Kýrberg, Kýrdalur og heima á Garði hava øll verið brúkt sum myndevni í føroyskari myndlist.

 

Málningurin “Várgleði” eftir Thomas Arge frá 1976. Myndevnið er umhvørvið heima á Garði. Myndin vísir útsýnið av garðinum – t.e. gøtuna oman á Støðna, úthústoftirnar, Víkina og í havsbrúnni Nólsoynna og Skálhøvda.
(Heimild: Thomas Arge, 1998)

 

Umhvørvið heima á Garði er sera friðsælt og hugnaligt. Her standa gomlu tjøraðu bóndahúsini, sum vórðu bygd fyrst í 1800-talinum. Jógvan Waagstein (1879-1949), Samuel Joensen-Mikines (1906-1979) og Thomas Arge (1942-1978) hava havt stóran týdning fyri føroyska myndlist. Allir hava málað málning við bóndahúsunum sum myndevni. Waagstein og Mikines málaðu harumframt málningar av Kýrdali og gomlu Royndarstøðini.

 

Málningurin “Í Hoyvík” eftir Samuel Joensen-Mikines frá 1964.
(Heimild: Mikines, 2006)

 

Í 1964 málaði Mikines málningin “Í Hoyvík”. Bóndahúsini og landslagið heima á Garði eru myndevni. Mikines var fyrsti føroyingur, ið var listamaður burturav. Tað var í 1950-árunum, at hann málaði fleiri av sínum kendu ekspressionistisku høvuðsverkum. Líka til 1960-árini málaði hann bert myndevni úr Føroyum. Málningurin av bóndahúsunum sæst omanfyri. – Málningurin av bóndahúsunum eftir Waagstein nevnist “Gaarden Hoyvík”. Hann varð sýndur fram á eini myndaframsýning í Keypmannahavn í 1936. Tíðina um aldaskiftið hevði Waagstein verið millum tey undangongufólk, sum funnu sær føroyska landslagið sum myndevni. Í bestu málningunum hansara sigst vera eitt vakurt litmettað ljós, ið ber boð um íblástur frá impressionismuni.

 

Málningur eftir Waagstein av Kýrbergi og Kýrdali.
(Heimild: bidtoart.com)

 

Í 1920 varð Royndarstøð (t.e. Statens Forsøgsstation) bygd í Hoyvík. Hús til stjóran og húski hansara vórðu bygd nærindis Kýrdali. Hesi húsini eru nú á døgum skrivstovu- og fyrisitingarbygningur hjá Tjóðsavninum. Hetta økið nevnist úti á Reyni. Á málninginum omanfyri eftir Waagstein sæst stórsligna útsýnið yvir Kýrdal, Royndarstøðina og Nólsoynna. Royndarstøðin hevði royndarbrúk av ymsum slag í Kýrdali, eitt nú við grasi, eplum og korni. Hugsandi eru tað eplaveltur, ið síggjast á málninginum.

 

Málningurin “Hoyvík” eftir Mikines er frá 1935.
(Heimild: artnet.com)

 

Í 1930-árunum málaði Mikines málningar við myndevnum úr Hoyvík. Í málninginum “Hoyvík” frá 1935 sæst sama útsýni yvir Kýrdal, Royndarstøðina og Nólsoynna sum á málninginum eftir Waagstein.

 


Málningarnir eftir Waagstein “Í Hoyvík” frá 1917 og “Kýrdalur í Hoyvík” frá 1930 vóru myndevni á frímerkjum hjá Posta í 2005. (Heimild: stamps.fo)


Kýrdalur og Royndarstøðin eru eisini komin á frímerki hjá Posta. Í 2005 gav Posta út ark við frímerkjum við føroyskum landslagsmyndum eftir Waagstein. Tvey frímerki hava myndevni úr Hoyvík. Hetta eru ávikavist málningarnir “Í Hoyvík” frá 1917 og “Kýrdalur í Hoyvík” frá 1930.



Málningurin “Heima á Garði” eftir Th. Arge frá 1973.
(Heimild: Thomas Arge, 1998)

 

 

Nøkur ár í 1960-árunum stóðu bóndahúsini heima á Garði tóm. Í 1970 fekk listamaðurin Thomas Arge loyvi at búgva í húsunum. Bóndahúsini gjørdust atelier, og listaframsýningar vórðu hildnar har. Thomas Arge var ekspressionistiskur listamaður, sum fekk avrikað sera nógv, hóast hann doyði ungur, bert 35 ára gamal. Hann málaði nógv kend støð í Hoyvík. Bóndahúsini komu á málning í 1973. Hetta er málningurin “Heima á Garði”.

 


Málningurin “Útsýni úr Hoyvíksgarði” eftir Th. Arge frá 1975.
(Heimild: Thomas Arge, 1998)

 

Tann kendasti málningurin úr Hoyvík eftir Thomas Arge er helst “Útsýni úr Hoyvíksgarði” frá 1975, ið sýnir urtagarðin heima á Garði. Málningurin er eyðkendur við sterka gula litinum.
Thomas Arge málaði eisini eitt nú málningarnar “Heljareyga” og “Neystini í Hoyvík”, sum báðir eru frá 1973. – Nú á døgum eru bóndahúsini heima á Garði partur av útisavninum hjá Tjóðsavninum. Innandura eru húsini innrættað, sum tey sóu út í 1920-árunum. Um sumrarnar vitja nógv ferðafólk útisavnið, og tey fara eisini inn á gólvið í bóndahúsunum. Í urtagarðinum standa beinkir og borð, so vitjandi kunnu seta seg niður og njóta umhvørvið og stillu vøkru náttúruna heima á Garði.


Bókmentir:

Ingólfsson, Aðalsteinn. Mikines. 2006. Reykjavík.
Jákupsson, Bárður. Thomas Arge. 1998. Tórshavn.
Jákupsson, Bárður. Myndlist í Føroyum. 2000. Hjørring, Tórshavn.
Wind, Tage. Joen Waagstein: Liv og Virke. 1952. Keypmannahavn.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 ad@lawfirm.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Janet Fríða Johannesen   212211 jj@atlanticon.fo
  Erland Jensen   243534 erj@ft.fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
         
           
  Ábyrgd av faldara      
  Erland Jensen   243534 erj@ft.fo
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo