hósdagur, 11. juli 2019

H71 gjørdi innrás í Göteborg


H71 var við 160 hondbóltsleikarum á heimsins størstu hondbóltsstevnu, Partille Cup í Göteborg.

Leikarar úr 52 londum luttóku á Partille Cup, og H71 luttók við 17 liðum í aldrinum 10 til 21 ár.

 

Mánadagin 1. julli gjørdu 400 hoyvíkingar innrás í Göteborg. Umframt 160 H71-leikarar vóru nógv hjálparfólk og viðhaldsfólk við í hópinum. Innleiðandi umførini í hvørjum aldursbólki eru liðug, og H71 hevur klára seg staðið seg stak væl í kappingini.

 

Hetta er fimtu ferð, at H71 luttekur í Partille Cup. Fyrstu ferð var í 2011, og síðani tá hevur H71 luttikið í kappingini annaðhvørt ár.

 

Í ár eru 17 ungdómslið við í aldrinum 10 til 21 ár, 8 dreingjalið og 9 gentulið.

 

At luttaka í slíkari hondbóltsstevnu er ein liður í at menna hondbóltsleikararnar. Í ár eru 24.000 hondbóltsleikarar við úr 52 ymiskum londum. H71 hevur áður fingið góð úrslit í Partille Cup. Vit luttóku seinast í fleiri finalum, og í 2015 vunnu okkara Dreingir 11 ár gull.

 

Týsdagin byrjaði kappingin, og eftir innleiðandi dystirnar vórðu liðini bólkaði í ein A-bólk og og ein B-bólk. Trý tey bestu liðini í bólkunum komu í eitt A-endaspæl, og hini liðini spæla eitt B-endaspæl.

 

Tá innleiðandi kappingin var av hósdagin, vóru 9 lið hjá H71 við í A-endaspælinum, fimm dreingjalið og 4 gentulið. Hetta er ein góð ábending um, at vit hava lið, sum liggja í betra endanum og kunnu meta okkum við tey bestu liðini í heiminum.

 

Fríggjadagin og leygardagin varð spælt um at koma í finalurnar. Hóast fleiri lið stóðu seg væl, so koppaðu dystirnir skeiva vegin, og vit vunnu okkum ikki í nakrað finalu.

 

Hóast hetta hevur hýrurin verið sera góður í H71 leguni.

 

Ferðalagið kom aftur til Hoyvíkar sunnukvøldið, og longu nú gleða leikarar seg til næsta Partille Cup í 2021.

 

---

Her eru nakrar myndir úr Göteborg:

--

--

 

 



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com