hósdagur, 11. juli 2019
H71 var við 160 hondbóltsleikarum á heimsins størstu hondbóltsstevnu, Partille Cup í Göteborg.
Leikarar úr 52 londum luttóku á Partille Cup, og H71 luttók við 17 liðum í aldrinum 10 til 21 ár.
Mánadagin 1. julli gjørdu 400 hoyvíkingar innrás í Göteborg. Umframt 160 H71-leikarar vóru nógv hjálparfólk og viðhaldsfólk við í hópinum. Innleiðandi umførini í hvørjum aldursbólki eru liðug, og H71 hevur klára seg staðið seg stak væl í kappingini.
Hetta er fimtu ferð, at H71 luttekur í Partille Cup. Fyrstu ferð var í 2011, og síðani tá hevur H71 luttikið í kappingini annaðhvørt ár.
Í ár eru 17 ungdómslið við í aldrinum 10 til 21 ár, 8 dreingjalið og 9 gentulið.
At luttaka í slíkari hondbóltsstevnu er ein liður í at menna hondbóltsleikararnar. Í ár eru 24.000 hondbóltsleikarar við úr 52 ymiskum londum. H71 hevur áður fingið góð úrslit í Partille Cup. Vit luttóku seinast í fleiri finalum, og í 2015 vunnu okkara Dreingir 11 ár gull.
Týsdagin byrjaði kappingin, og eftir innleiðandi dystirnar vórðu liðini bólkaði í ein A-bólk og og ein B-bólk. Trý tey bestu liðini í bólkunum komu í eitt A-endaspæl, og hini liðini spæla eitt B-endaspæl.
Tá innleiðandi kappingin var av hósdagin, vóru 9 lið hjá H71 við í A-endaspælinum, fimm dreingjalið og 4 gentulið. Hetta er ein góð ábending um, at vit hava lið, sum liggja í betra endanum og kunnu meta okkum við tey bestu liðini í heiminum.
Fríggjadagin og leygardagin varð spælt um at koma í finalurnar. Hóast fleiri lið stóðu seg væl, so koppaðu dystirnir skeiva vegin, og vit vunnu okkum ikki í nakrað finalu.
Hóast hetta hevur hýrurin verið sera góður í H71 leguni.
Ferðalagið kom aftur til Hoyvíkar sunnukvøldið, og longu nú gleða leikarar seg til næsta Partille Cup í 2021.
---
Her eru nakrar myndir úr Göteborg:
--
--
4. september
29. august
27. juni
11. mai
10. mai
9. mai
18. apríl
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Símun Poulsen | 517220 | Simun@vh.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Ábyrgd av heimasíðu | ||||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo |