leygardagur, 31. august 2013
Sum partur av fyrireikingunum til komandi kappingarár, sum byrjar 22. september, verður fyrsti venjingardystur nú sunnudagin.
Fyrst spælir AA-liðið ímóti KÍF kl. 17, síðani 1. deild (ella menningarliðið) kl. 18.30, eisini ímóti KÍF. Hóparnir hava fingið skap, nógv venjing hevur verið, og nú er um at menna dystarspælið, sjálvt dystarforstáilsið.
Spennandi verður. Vit hava mist einar tveir leikarar. Miðverjan er minkað við einum triðingi, fyribils!, tí Ári J. Olsen er ikki við longur, meðan Niels Viggo enn ikki er við. Ikki optimalt, men Sigmundur Dahl sá ljósið og valdi tí føroysku loysnina heldur enn forútsigiligar dagar í Keypmannahavn. Tað er týðandi.
Harumframt hava okkara høvuðsvenjarir, Petur og Halgir, í tráð við felagsins politikk, hálað ein góðan neva av ungdómsleikarum upp í AA-hópin. Væntandi fara nakrir teirra at bíta seg fast í hópin.
Hvussu er og ikki í mun til hetta her, at sláa ígjøgnum, tá eru væl ikki nógv frægari hygguráð enn tey hjá Theodore Roosevelt: "Keep Your Eyes On The Stars And Your Feet On The Ground". Ókey, eitt sindur platt, men tey eru ókeypis, og rímiliga haldbært at taka við sær á síni hondbóltsleið.
Aðramáta verður venjingarlega í Gjógv og á Eiði vikuskiftið 5. til 8. september. Meðan á venjingarlegu verður kappingarslig vinarkapping leygardagin 7. september í Høllini í Kollafirði. KÍF skipar fyri. Hini mótstøðuliðini eru VÍF (sum aftur í ár eru greiðir FM-favorittar) og Kyndil við einum nýføddum David Edvardsen, sum hesuferð skal royna seg í grønum. Vit gleða okkum til gott hondbóltsspæl og kaffi.
Síðsti venjingardystur fyri kappingarbyrjan verður ímóti Neistanum sunnudagin, sum venjingarlegan endar.
Framtíðin er kolasvørt!!!
1. apríl
26. mars
15. februar
12. oktober
11. oktober
9. oktober
1. oktober
4. september
29. august
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Símun Poulsen | 517220 | Simun@vh.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Beinta Fossadal | 288913 | BeintaFossadal@Hotmail.Com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | Heimasíða | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | |
Djóni Gaard Joensenn | Samskipari | 504488 | H71Umsiting@gMail.com |