7. oktober 2019

EHF-brak


Tveir dystir á heimavølli, H71 vs RK Maribor Branik.

fríggjakvøldið 11. oktober 2019 klokkan 19:00 verður fyrri dysturin í EHF-kappingini fyri meistaralið ímóti slovenska liðinum RK Maribor Branik leiktur í Ítróttarhøllini á Hálsi. Altso ikki ordiliga á heimavølli - men í Føroyum hóast alt.

 

Avgerandi er, at allar góðar kreftir í felagnum møta til dystin at eggja monnum okkara til sigurs.

 

Hetta er fyrstu ferð, at vit í H71 luttaka í altjóða hondbóltskapping fyri meistaralið, og tað er eingin ivi í, at vit koma at møta mótstøðu, vit á støði ikki hava møtt fyrr. Skulu vit gera okkum vón um eina heiðurliga luttøku, so er neyðugt, at avrikið á vøllinum liggur omanfyri tað vanliga. Og slíkt gerst bert, um karmar og fyrireiking er í lagi.

 

Tann rómur og andi, ið eyðkendi finaludystirnar í landskappingini í ár, má endurskapast til dystirnar, og allir teir fjepparar, ið gjørdu dystirnar ótryggar fyri mótstøðulið okkara og bóru okkum fram á vøllinum, mugu og skulu vera til staðar og fyri fullum útblástri fríggjadagin.

 

Fyrireiking fyri fjepparum verður fríggjadagin frá klokkan 17:00 í kantinunum í Ítróttarhølini á Hálsi, har fólk kunnu fáa andlitsmáling og annað til dystin.


Lið okkara hevur nú síðani í summar fyrireikað seg til hesa uppgávuna. Fyrireikingin er soleiðis fallin saman við fyrireiking til sjálva landskappingina. Vit hava í hesum tíðarskeiði leikt næstan fult fyrsta umfar í landskappingini og liggja á odda við fýra sigrum og einum tapi. Avrikini higartil í ár hava verið misjøvn, tó so, at vit eru um at koma á laðið í álopinum. Verjan hevur haltað nakað, og mugu vit fáa tett betur fyri í verjuni til dystin ímóti RK Maribor Branik, enn higartil hevur verið gjørt í ár.


Nú vit standa á gáttuni til dystirnar, er tríggja mánað fyririeikingarskeiðið til dystin um at vera runnið. Tíðarskeiðið, frá avgerð varð tikin um at fara út í Evropa at leika og til í dag, hevur verið strævið men læruríkt fyri felagið. Vit hava soleiðis fingið innlit í, hvussu ein fyriheldur seg á altjóða ítróttarliga víðvøllinum  og hvat krevst, skal ein sum ítróttarfelag lúka øll krøv og treytir, settar verða altjóða. Líka mikið hvussu leikur annars fer á vøllinum nú um vikuskiftið, so liggur tann lærdómur altíð eftir í felagnum at byggja víðari uppá. 

 

Seinni dysturin ímóti RK Maribor Branik verður leiktur sunnudagin 13. oktober 2019, og hetta verður eisini klokkan 19 í Høllini á Hálsi.


Øllum verður ynskt tveir góðar og spennandi dystir um vikuskiftið, vónandi við hondbólti á altjóða støði.

 

---

 

Leinkjur til kappingina, dystirnar og liðini

 

Kappingin:

http://europeancup.eurohandball.com/chc/en/men/news

 

Um H71:

http://www.eurohandball.com/ec/chc/men/2019-20/clubs/600087/H71

 

Um RK Manikor Branik:

http://europeancup.eurohandball.com/chc/en/men/clubs/X-yqZMMoexWjKRnHzlhhBg

 

Dysturin:

http://europeancup.eurohandball.com/chc/en/men/matches/202011020602015/H71_vs_RK_Maribor_Branik

 

 




Seinastu tíðindi

5. november

7. oktober

26. september

11. september

Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 ad@lawfirm.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Sonja Mørkøre   223663 sonjamorkore@gMail.com
  Ivan Fossabrúgv   239611 ifossabrugv@gMail.com
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
  Annika á Steig Egholm   581319 annikasteig@hotmail.com
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo