mánadagur, 7. oktober 2019
Tveir dystir á heimavølli, H71 vs RK Maribor Branik.
Nú fríggjakvøldið 11. oktober 2019 klokkan 19:00 verður fyrri dysturin í EHF-kappingini fyri meistaralið ímóti slovenska liðinum RK Maribor Branik leiktur í Ítróttarhøllini á Hálsi. Altso ikki ordiliga á heimavølli - men í Føroyum hóast alt.
Avgerandi er, at allar góðar kreftir í felagnum møta til dystin at eggja monnum okkara til sigurs.
Hetta er fyrstu ferð, at vit í H71 luttaka í altjóða hondbóltskapping fyri meistaralið, og tað er eingin ivi í, at vit koma at møta mótstøðu, vit á støði ikki hava møtt fyrr. Skulu vit gera okkum vón um eina heiðurliga luttøku, so er neyðugt, at avrikið á vøllinum liggur omanfyri tað vanliga. Og slíkt gerst bert, um karmar og fyrireiking er í lagi.
Tann rómur og andi, ið eyðkendi finaludystirnar í landskappingini í ár, má endurskapast til dystirnar, og allir teir fjepparar, ið gjørdu dystirnar ótryggar fyri mótstøðulið okkara og bóru okkum fram á vøllinum, mugu og skulu vera til staðar og fyri fullum útblástri fríggjadagin.
Fyrireiking fyri fjepparum verður fríggjadagin frá klokkan 17:00 í kantinunum í Ítróttarhølini á Hálsi, har fólk kunnu fáa andlitsmáling og annað til dystin.
Lið okkara hevur nú síðani í summar fyrireikað seg til hesa uppgávuna. Fyrireikingin er soleiðis fallin saman við fyrireiking til sjálva landskappingina. Vit hava í hesum tíðarskeiði leikt næstan fult fyrsta umfar í landskappingini og liggja á odda við fýra sigrum og einum tapi. Avrikini higartil í ár hava verið misjøvn, tó so, at vit eru um at koma á laðið í álopinum. Verjan hevur haltað nakað, og mugu vit fáa tett betur fyri í verjuni til dystin ímóti RK Maribor Branik, enn higartil hevur verið gjørt í ár.
Nú vit standa á gáttuni til dystirnar, er tríggja mánað fyririeikingarskeiðið til dystin um at vera runnið. Tíðarskeiðið, frá avgerð varð tikin um at fara út í Evropa at leika og til í dag, hevur verið strævið men læruríkt fyri felagið. Vit hava soleiðis fingið innlit í, hvussu ein fyriheldur seg á altjóða ítróttarliga víðvøllinum og hvat krevst, skal ein sum ítróttarfelag lúka øll krøv og treytir, settar verða altjóða. Líka mikið hvussu leikur annars fer á vøllinum nú um vikuskiftið, so liggur tann lærdómur altíð eftir í felagnum at byggja víðari uppá.
Seinni dysturin ímóti RK Maribor Branik verður leiktur sunnudagin 13. oktober 2019, og hetta verður eisini klokkan 19 í Høllini á Hálsi.
Øllum verður ynskt tveir góðar og spennandi dystir um vikuskiftið, vónandi við hondbólti á altjóða støði.
---
Leinkjur til kappingina, dystirnar og liðini
Kappingin:
http://europeancup.eurohandball.com/chc/en/men/news
Um H71:
http://www.eurohandball.com/ec/chc/men/2019-20/clubs/600087/H71
Um RK Manikor Branik:
http://europeancup.eurohandball.com/chc/en/men/clubs/X-yqZMMoexWjKRnHzlhhBg
Dysturin:
http://europeancup.eurohandball.com/chc/en/men/matches/202011020602015/H71_vs_RK_Maribor_Branik
27. desember
17. oktober
9. oktober
15. september
1. apríl
26. mars
15. februar
12. oktober
11. oktober
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Petur Skeel Dahl | 210135 | PeturSD@Olivant.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Beinta Fossadal | 288913 | BeintaFossadal@Hotmail.Com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | Heimasíða | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | |
Djóni Gaard Joensenn | Samskipari | 504488 | H71Umsiting@gMail.com |