týsdagur, 29. oktober 2019
Slovensku gestirnir hava alt gott at bera Føroyum og føroyingum eftir teir báðar europeisku dystirnar ímóti H71 fyri skjótt trimum vikum síðani.
“Lutakastið til EHF Challenge Cup kom sum ein skelkur fyri okkum, tí vit høvdu vónað, at vit fingu eitt lið í onkrum av okkara grannalondum. Føroyskan hondbólt kendu vit lítið og einki til, og vit vistu so slett einki um H71.”
Orðini eigur dagligi leiðarin í RK Maribor Branik, Mihael Pisanec, tá vit nakrar dagar eftir teir báðar europeisku dystirnar í høllini á Hálsi fáa hann at greiða frá, hvussu slovensku gestirnir upplivdu dystirnar og vitjanina í Føroyum.
“Fyrst og fremst vóru øll so vinarlig og gestablíð, og tað merkti eg beinanvegin, tá ið eg fór undir at samskifta við forkvinnuna í H71, Annu Dam, um dystirnar. Tað var eitt álitisvekjandi samskifti, ið skjótt sannførdi meg um, at alt var í sera góðum hondum,” sigur Mihael Pisanec.
“Og hóast vit bjóðaðu okkum til at hýsa báðum dystunum, tí tað fór at vera bíligari fyri báðar partar at spæla dystirnar á einum stað, fekk hon sannført okkum um, at báðir dystirnir heldur skuldu spælast í Føroyum. Hon vísti á, at tykkara áskoðarar hungraðu eftir at uppliva europeiskan hondbólt, nú tykkara felag fyri fyrstu ferð var við í europeiskum dystum, so nú aftaná eru vit bara fegnir um, at vit kundu vera við til at gera tað møguligt hjá tykkum.”
Hann sigur, at bæði spælararnir og alt fólkið rundan um liðið fingu eina ógloymandi uppliving, ið nógv fer at verða tosað um í komandi tíðum, tí hetta gjørdist ein serstøk og sera góð ferð. Umframt góðan mat og bestu umstøður, góvust stundir til útferðir og annað, ið gjørdi ferðina so framúr góða.
“Vit høvdu frammanundan tosað um, at ferðin til Føroya skuldi vera ein serligur ágóði til okkara spælarar, men eg hugsi ikki, at nakar okkara hevði droymt um, at tað skuldi gerast ein so góð ferð,” sigur Mihael Pisanec, ið tó viðgongur, at fyrri dysturin gjørdist skelkur hummar tvey.
“Sum sagt, so kendu vit einki til H71, men her komu nakrir spælarar á vøllin, ið vóru bæði styttri og lættari enn okkara, og so vóru teir sera kvikir. Við sínum norðurlendska spælistíli, ið vit ikki kenna so nógv til, løgdu teir okkum undir eitt øgiligt trýst og vunnu fyrra dystin uppiborið.”
Pisanec sigur, at hetta veruliga fekk teir í RK Maribor Branik at leggja høvdini í blot, so teir kundu fáa vent gongdini til seinna dystin. Sum kunnugt, so eydnaðist tað eisini, men hann sigur, at venjarin, Marko Sibila, veruliga mátti grava djúpt í sínum taktiska kunnleika fyri at fáa liðið at røkka á mál.
Í triðja umfari í EHF Challenge Cup skal RK Maribor Branik hálvan november spæla ímóti portugisiska AM Madeira Andebol SAD.
27. desember
17. oktober
9. oktober
15. september
1. apríl
26. mars
15. februar
12. oktober
11. oktober
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Petur Skeel Dahl | 210135 | PeturSD@Olivant.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Beinta Fossadal | 288913 | BeintaFossadal@Hotmail.Com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | Heimasíða | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | |
Djóni Gaard Joensenn | Samskipari | 504488 | H71Umsiting@gMail.com |