29. oktober 2019

Hoyvík – ein hondbóltsbygd í Evropa


Skrivað hevur: Høgni Hoydal

Enn eitt risalop varð tikið í teirri stóru menningini hjá H71, nú besta mansliðið á fyrsta sinni tók lut í Europa Cup og vann sín fyrsta dyst. Alt felagið stóð royndina til UG. Vónin er, at bæði kvinnur og menn fara at spæla í evropeiskum kappingum komandi árini – og at sláa fast, at tað at spæla við H71 er eisini vegurin út í heim.

...stoltur ungdómur ber førning fram á leið.
Inn í hallir, út um heim tey leita vilja,
tó til Hoyvíkar sítt upphav gloyma ei.

 

Soleiðis ljóðar í sanginum, “Kvøða til Hoyvík”, sum varð yrktur í sambandi við, at Hoyvíkshøllin varð tikin í nýtslu í 2002.


Og tað, sum var ein dreymur á pappírinum tá, er sanniliga gjørt til veruleika síðani. Tann menning, ið er farin fram í H71 og í føroyskum hondbólti hesi seinastu árini, er eitt “kvantulop”, ið vit kanska ikki veruliga høvdu torað at ímyndað okkum.


Felagið meldaði í ár á fyrsta sinni til at taka lut í Europa Cup við besta mansliðnum. Vit fingu eitt torført lutakast í Challenge Cup, sum okkara kapping kallaðist, og skuldu kappast við slovenska liðið, RK Maribor Branik. Nevndin fekk skilvíst í lag, at báðir dystir skuldu leikast í Føroyum.

 

Felagið riggaði framúr væl

Og hóast vit noyddust at leika dystirnar niðri í Havn, so stóð alt felagið samanumtikið ta fyrstu evropeisku royndina til UG.


Vit vunnu okkara fyrsta evropeiska dyst við okkara blaðunga liði, 25-24, eftir at hava leiðslu heilt upp í sjey mál í seinna hálvleiki. Og at vit veruliga iðra okkum – ikki minst leikarar og venjarar – um at vit taptu seinna dystin 31-24, sigur okkum hvønn vilja og hvat støði, ið H71 og føroyskur hondbóltur miðar eftir og krevur í løtuni.


Okkara áskoðarar vóru genialir. Teir ungu við trummum og herrópum løgdu leiðina. Og sambært slovenska venjaranum, vóru áskoðararnir og tað trýstið teir løgdu á, millum tað mesta, hann hevði upplivað.


Nevndin og eitt stórt lið av hjálparfólkum tók sær ikki bert av væl fyriskipaðum dystum. Men leikarar frá báðum liðum bæði vandu, fyrireikaðu seg og fingu sínar høvuðsmáltíðir í Hoyvíkshøllini.


Seinasti nátturðin hjá slovenum var nýskorið, stokt toskaflak, ið Petur Sivertsen skar av fonginum, ið hann hevði fiskað við “Greipuni” sama dag. Slovenarnir, ið søgdu seg ikki vera vanar at eta fisk, skírdu hetta at vera marglætismat. Og somu góðu skoðsmál góvu teir allari fyriskipanini og blíðskapinum hjá H71.

 

Grundin er løgd

At H71 nú tekur lut í evropeiskum hondbólti, er enn eitt úrslit av teimum høgu málum og tí professionellu fyriskipan við einum sterkum felagsskapi aftanfyri, ið leiðsla, venjarar og leikarar hava sett.


Í Partille Cup í Svøríki hava bæði gentur og dreingir hjá H71 gjørt álvarsliga vart við seg seinastu 10 árini.


U15 dreingirnir hjá okkum vunnu Lundspelen í Svøríki í 2017 – og teir vóru bulurin á einastandandi úrslitinum hjá føroyska U17 landsliðnum, sum vann European Open í ár. Teir hava nærum verið heilt lið í Danmark og spælt í við oddaliðunum í sínum árgangi seinasta kappingarár. Nú hava vit nakrar teirra heima aftur, men teir eru eftirspurdir av fremstu hondbóltsfeløgum í Evropa.


Á manslandsliðnum hava H71-leikarar, ið summir nú eisini spæla uttanlands, verið bulurin síðani endaspælið hjá U21 í Algeria.


Okkara ungu kvinnur liggja nú í oddinum í bestu kvinnudeildini, og H71 hevur nú fimm leikarar á kvinnulandsliðnum, ið fingu so gott úrslit ímóti Rumenia seinast.


Vit eru knøpp 4.000 fólk í Hoyvík nú. Men H71 er eitt felag og hevur leikarar, sum bæði við H71, á landsliðum og í feløgum kring í Evropa, eru í ferð við at sláa seg fastar á hondbóltskortinum í Evropa og í heiminum.


Tað er rættiliga einastandandi. Tí er vónin, at H71 við bæði kvinnum og monnum komandi árini fer at taka lut í evropeiskum kappingum, tá ið vit megna at vinna okkum møguleikan.


Soleiðis kunnu vit halda fram við menningini og geva okkara leikarum, venjarum, leiðslu og øllum hjálparfólkum ta støðugu avbjóðing at vera ein framúr hondbóltsbygd í Føroyum, í Evropa og í heiminum.

 

 

 

Greinaskrivarin royndi seg sjálvur við gólvtvøguni í høllini á Hálsi, tá ið H71 fyri fyrstu ferð royndi seg í evropeiskum fótbólti – og eisini góvust stundir til onkra løtumynd á fartelefonini

 




Seinastu tíðindi

5. november

7. oktober

26. september

11. september

Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 ad@lawfirm.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Sonja Mørkøre   223663 sonjamorkore@gMail.com
  Ivan Fossabrúgv   239611 ifossabrugv@gMail.com
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
  Annika á Steig Egholm   581319 annikasteig@hotmail.com
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo