3. mars 2013

H71 misti eitt stig, og VÍF fekk eitt stig


VÍF - H71: 22 - 22 (11 - 9)

Sum yvirskriftin sigur, so føldist tað mest sum at vit taptu, tí vit høvdu tvey stig í pottinum , men fingu kortuni bert tað eina. Hóast tað kunnu vit siga at eitt stig í part, tað var júst soleiðis, ið dysturin háttaði sær. 
 

Dystargongd

Tað leikaði javnt á so at siga allan dystin. Av og á eini tvey mál á muni, so skifti og hitt liðið fór eitt ella tvey mál framum. Við hálvleik høvdu vestmenningar júst frammanundan havt eina góða løtu, og løgdu seg á odda 11-9.
Hjá H71 sá út til at verða eitt sindur av spenningi, og menn loftaðu sera illa, tað var líkasum ikki nakað beinleiðis flow í spælinum.

Annar hálvleikur byrjaði beinanvegin við meir ferð. Menn løgdu meira fyri, serliga í verjuni. Bæði liðini spældu kontant verjuspæl, og útvísingarnar fylgdu spælinum (8 og 5 samanlagt). VÍF vardi so at siga allan dystin 6-0, meðan H71 av og á skifti til eina reiðiliga útfarandi verju, við nógvum rørslum. Tá okkurt um 5 min. vóru leiktir av seinna hálvleiki, varð mansverja sett á Filip Jojic, sum hevði verið reiðiliga eyðsýndur við ágangandi spæli, og sum eisini átti flestu málini (9 samanlagt). So við og við sást at hetta hjálpti og tá 40. min vóru leiktir legði H71 seg framum 14-13. So togaðust liðini eina løtu um javnleikin, áðrenn tað fór at dragna hjá heimaliðnum. Tá 9. vóru eftir var H71 á odda við trimum málum, 21-18. Her stegaði líkasum upp hjá báðum liðum, men kortuni hepnaðist betur hjá VÍF. Teir seinastu 8 minuttirnar eydnaðist okkum ikka at skorða, meðan VÍF fekk tvey mál, sum var nokk at fáa javnt. Dysturin endaði 22-22, og tað vóru teir gulu ivaleyst glaðari fyri enn gestirnir úr Hoyvík.
Tað er ikki altíð at tað ber til at stýra øllum, men man ikki gamla orðafellið "Never change a winning team" í breiðum týdningi enn vera galdandi. Gongur tað væl, ja lat tað so ganga væl og ger sum minst av broytingum. Hetta við at drýggja teir seinastu minuttirnar fyri at halda eina oddastøðu, hetta broytir jú spælið og ofta við katastrofulíknandi avleiðingum. Hví ikki bara halda fram við somu megi, tá alt nú gekk so væl?
Seinastu løtuna (5-8 min) vóru ein røð av býttum feilum, sum kostaðu okkum tað eina stigi í dag.
 

H71

Sum vanligt so spæla vit betur tá respektin fyri mótstøðuliðinum er stór, hetta var eisini so í dag. Allir vistu at dysturin hevði stóran týdning. Hetta sást serliga væl í verjuni, har menn gjørdu eitt gott arbeiði. Haldi ikki at eg havi sæð verjuna meiri tendraða enn í dag, allir mans vóru tendraðir og bæði fluttu seg og lósu spælið væl. Hetta gjørdi eisini at ein maður sum Sámal (VÍF) bert hendingafeðr yvurhøvur slapp framat at skjóta. Ári og Sigmundur gingu undan. Í álopspartinum, sjálvt um tað gekk væl, vóru fleiri, ið ikki bjóðaðu seg til. Í slíkum dystum mugu allir koyra á, og trúgva uppá egnan mátt og megi. Tess fleiri í hótta tess breiðari gerst álopið. Toppskorari gjørdist Bogdan við 7 málum, sum spældi ein heldur linligan fyrsta hálvleik, men tíbetur kom betri við í seinnu hálvu. 
 

VÍF

Hjá heimaliðnum er spælið nógv skipað um Filip Jojic, sum alla tíðina er eitt hóttan ímóti málinum (júst soleiðis sum ein áleypari skal). At síggja til er verjustílurin hjá VÍF er vorin meira kontantur, og sum Agnar herfyri segði í fjølmiðlunum, so er verri at pilka ein einstakan út fyri hart spæl, tá allir spæla hart spæl. Í dag fingu teir so 8 ferðir 2 minuttir (H71 fekk 5). Agnar var næstur eftir Filip í málskjótingini og fekk 5 mál av strikuni, har hann fleiri ferðir gjørdist blanka einsamallur.    
 

Støðan og útlit

Sjálvt um tað bara gjørdist til eitt stig, ja so fingu teir í VÍF eisini bara eitt stig. Støðan er tí framvegis at H71 er nr. 2, eitt stig frammanfyri VÍF og tvey stig frammanfyri Kyndil. Næsta sunnudag leika vit móti Kyndi og VÍF ímóti KÍF, eitt sera týdningarmikið umfarð. Vinna vit og VÍF tapir, ja so er brádliga trý stig niður til VÍF. So vit hava alla orsøk til at verða líka raskir í verjuni, sum í dag, samstundis sum at allir mans lata seg í álopshandskarnar og herja á á einum breiðum fronti móti Kyndli, frá vongi til vong.
 
Tað eru bert 6 dystir eftir, og vinnið nú teir allar!!!!

<Dómaraseðil>



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 ad@lawfirm.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Sonja Mørkøre   223663 sonjamorkore@gMail.com
  Ivan Fossabrúgv   239611 ifossabrugv@gMail.com
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
  Annika á Steig Egholm   581319 annikasteig@hotmail.com
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo