mánadagur, 2. september 2013

Nú byrjar tað so smátt


Sunnudagin vóru tveir venjingardystir spældir í Hoyvíkshøllini.

Nú byrjar tað so smátt, kappingarárið 2013/14.

Sunnudagin vóru tveir venjingardystir spældir í Hoyvíkshøllini, báðir móti KÍF í ávíkavist AA-deildini og í 1. deild.

Onkrir leikarar eru ikki á okkara liði longur, men maður kemur í mans stað. Og sum skilst, so vóru allir okkara leikarar ikki í høllini í gjár.
Okkara lið hevur aftur nú fingið nakrar leikarar úr ungdómshópinum, heilt niður í 16 ára aldur. Og satt at siga, so smæddust teir ikki heilt burtur, slett ikki. Stuttligt at síggja stórsmíl á okkara ungu leikarum, tá eitt álop eydnaðist og mál bleiv gjørt- ikki sørt stoltir vóru teir. Mótstøðuliðið vóru jú vaksnir og royndir leikarar, faktiskt føroyameistarar frá í fjør, gloym ikki tað.

Og hjá kollfirðingum er eisini okkurt øðrvísi. Tað, mann legði best merki til, tað var, at Óla Kristian ikki var liðnum. So er spurningurin bara, um hann kann halda seg burtur... ;)

Alt í alt sat mann eftir við einari kenslu av, at okkara lið er ikki "fyri nothing". Og tað er jú ein góð kensla, ikki sannheit?

Sambært HSF, so byrjar AA-kappingin 22. september. Onkur dystur aftur at mann nokk at verða spældur, tað frætta vit um her á heimasíðuni so hvørt.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com