11. februar 2020

Elias til heimsins størsta felag


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

Næstu fýra árini skal Elias Ellefsen á Skipagøtu spæla við svenska IK Sävehof, ið samstundis fær Mikhael Apelgren sum venjara, eftir hann síðstu trý árini hevur gjørt Elverum Håndball til norskt meistaralið

Tað var bara ein spurningur um tíð, so var Elias Ellefsen á Skipagøtu farin av landinum aftur at spæla hondbólt. Tað munnu tey flestu hava vitað, síðani hann gekk undan á U17-landsliðnum, sum í summar gjørdist fremst av 24 liðum í European Open-kappingini í Göteborg, har gullið varð staðfest við greiðum sigri á svensku vertunum.

 

Longu tá skiltist á øllum brøgdum, at bæði svenskarar og onnur veruliga vóru bilsin av føroyska avrikinum, men fyrst og fremst av toppskjúttanum og besta spælara í kappingini, Eliasi, sum tó valdi at koma heimaftur til Hoyvíkar at spæla hetta kappingarárið, eftir at hava verið eitt ár í Skanderborg í Danmark.

 

Í vikuni gjørdist so greitt, at hann næstu fýra árini skal spæla við svenska felagnum, IK Sävehof. Göteborg-felagið, ið telur 1.200 limir og hevur 100 lið og 160 venjarar, er heimsins størsta hondbóltsfelag, og hevur heimavøll í Partille Arena, har pláss er fyri 2.000 áskoðarum.

 

Fleiri hava verið um boðið at tryggjað sær undirskriftina hjá 17 ára gamla Eliasei, men hann sigur við Ítróttar-Sosialin, at tað vóru teir í IK Sävehof, ið helst vildu hava seg og vildu geva honum nógva spælitíð, meðan onnur lið, ið sýndu áhuga, bara vildu hava hann við sum ein framtíðarspælara. Sum skilst, hevur eisini verið samband millum Elias og IK Sävehof í longri tíð.

 

Fær gullvenjara

Fýra ára avtalan við svenska felagið er nakað, tey í IK Sävehof eisini fegnast um, tí tey ásanna, at Elias er ein av heimsins evnaríkastu spælarum, og at hann – hóast sín unga aldur – hevur framúr gott spælskil og altíð er ein hóttan í sjálvum sær.

 

At IK Sävehof í summar fær nýggjan venjara, sum er eingin annar enn Mikhael Apelgren, sum síðstu trý árini hevur gjørt Elverum Håndball til norskt meistaralið, ger tað ikki minni spennandi hjá okkkara Eliasi at sleppa at royna seg júst í Göteborg-felagnum.

 

– Eg síggi fram til at arbeiða saman við Apelgren og IK Sävehof, og eg eri sera fegin um at vera partur av framtíðar hondbóltsætlanunum hjá felagnum, sigur Elias Ellefsen á Skipagøtu við heimasíðuna hjá heimsins størsta hondbóltsfelag, sum í summar altso verður hansara felag.

 

Áðrenn okkara óføri Elias fer til Svøríkis at spæla, kunnu vit í H71 tíbetur njóta gott av hansara góðu evnum – bæði í steypafinaluni og restini av landskappingini. Vit í H71 vilja takka honum fyri mangar góðar løtur og ynskja honum alt tað besta í framtíðar yrkisleiðini uttan fyri landoddarnar.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 annadam@bvs.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Sonja Mørkøre   223663 sonjamorkore@gMail.com
  Ivan Fossabrúgv   239611 ifossabrugv@gMail.com
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
  Annika á Steig Egholm   581319 annikasteig@hotmail.com
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo