15. februar 2020

Tvífalt søguligt!


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

Myndir: Álvur Haraldsen/in.fo

H71 er bara fjórða felagið, ið megnar at vinna steypakappingina hjá bæði kvinnum og monnum sama ár.

Dagurin í dag hevur verið tvífalt søguligur fyri H71. Fyrst og fremst, tí kvinnurnar fyri fyrstu ferð nakrantíð spældu steypafinalu og enntá vunnu hana eisini. Men tá ið menninir gjørdu teimum kynstrið eftir, stóð greitt, at H71 altso átti steypagullið hjá bæði kvinnum og monnum hetta kappingarárið. 
 
H71-kvinnurnar spældu ein sera spennandi finaludyst ímóti VÍF, har tað ongantíð var stórur munur á liðunum, og hóast VÍF stutt fyri hálvleik misti sín spælskipara, ið bæði fekk reytt kort og skaða, slapp H71 ongantíð ordiliga frá vestmannakvinnum. 
 
Eftir ein javnan fyrra hálvleik dró H71 eitt sindur frá síðstu løtuna fyri steðgin og var tá á odda 15-13, men VÍF vildi ikki sleppa, so hóast munurin í einum tveimum førum var trý mál, gjørdist spenningurin øgiligur, tá ið VÍF ímóti endanum javnaði til 23-23. Men H71 fekk einasta málið, ið kom afturat og vann 24-23.

 
Søguskriving

Sostatt var søga skrivað í H71, nú tað eydnaðist kvinnunum at vinna sína fyrstu steypafinalu nakrantíð. Tað kláraðu menninir tíbetur eisini, tá ið teir aftaná spældu ímóti Kyndli, sum var í steypafinaluni triðja árið á rað. 
 
Tað byrjaði framúr væl hjá monnunum, sum komu á odda 5-1, men so svaraði Kyndil aftur og fór framum, men H71 var a odda 10-9 í hálvleikinum. So fylgdust liðini út í miðan seinna hálvleik, tá ið H71 slapp tvey, trý og fýra mál framum, og tað helt allan vegin, so tað gjørdist ein fýramálssigur, 23-19. 
 
Tí gjørdist dagurin uppaftur søguligari fyri H71, sum er bara fjórða felagið, ið hevur megnað at vunnið steypakappingina hjá bæði kvinnum og monnum í sama kappingarári. Og tað eydnaðist longu fyrstu ferð, tað bar til. 
 
Neistin vann hjá bæði kvinnum og monnum í 1992 og 1994, Kyndil í 2000 og 2014, og so vann VÍF bæði steypini í 1999. Nú eru 2020 og kvinnurnar og menninir hjá H71 so eisini við í hesum partinum av hagtølum yvir føroyskan hondbólt! 



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 ad@lawfirm.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Sonja Mørkøre   223663 sonjamorkore@gMail.com
  Ivan Fossabrúgv   239611 ifossabrugv@gMail.com
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
  Annika á Steig Egholm   581319 annikasteig@hotmail.com
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo