týsdagur, 7. apríl 2020

H71-kvinnurnar rokka


Skrivað hevur: Bergtóra Høgnadóttir

Mynd: Álvur Haraldsen/in.fo

“Eg haldi meg eiga ein lítlan part í fleiri av hesum ungu, praktfullu kvinnunum,” skrivar Bergtóra Høgnadóttir í kvøðu síni til H71-kvinnurnar, sum við steypasigri sínum skrivaðu søgu.

Framúr stuttligt, at okkara røsku kvinnur vunnu steypafinaluna. Knáar sum fáar. Tankarnir hava ferðast víða um í hugaheimi mínum um hetta felagið og hesar røsku kvinnur. Satt at siga, eri eg slettis ikki soleiðis áhugað í hondbólti, men eg tími so væl at vera saman við góðum fólkum. Og teimum er ovmikið av í H71. Og so haldi eg meg eiga ein lítlan part í fleiri av hesum ungu, praktfullu kvinnunum.


Innflúgving okkara til felagið var eitt sindur óvæntað, tí H71 fekk skjótt eitt serligt pláss í hjørtum okkara, tá ið vit fluttu heim til Føroya. Vit búsettust í Hoyvík, men kendu ikki nógv fólk har.

 
Tá døtur okkara byrjaðu í Hoyvíkar Skúla, gjørdu tær av at fara at spæla hondbólt saman við vinkonunum. Vardi meg ei, hvussu nógv hetta felagið fór at fylla í okkara familju í árunum, sum komu. Eina tíð tímdu tær ikki so væl til venjing, og bara um eg var við. So har sat eg so og hugdi, fleiri ferð um vikuna, fyri at halda tær til. Og tað var ordiliga hugnaligt.

 
Við bamsu til venjing

Venjarin, Hallur Danielsen, sum eg ongantíð áður hevði hitt, hevði ov mikið um at vera við øllum hesum smágentunum. Hann rúmaði, at flestu teirra høvdu “Build a Bear”-bamsuna við til venjing, og skuldu heilsa upp á og kína bamsunum mitt undir venjing, og so var onkur genta tyst og tað kundi bamsan eisini vera. Hallur mátti eisini binda lissur teirra, meðan hann bar lítlu Annu Elisabeth, sum eisini var við. Deilig minni.


Ein týdningarmikil bulur hjá gentunum hevur hann uttan iva verið. Hann hevur veruliga lagt orku, tíð, sveitta, nærveru, kærleika ...og nakað av skeldi í uppgávuna. Tí hann kann blíva skrekkiliga-spinnandi óður. So óður, at man hugsar: NÚ er nokk! Men eg má bara staðfesta, at altíð, tá man so spyr genturnar aftaná aftur, so siga tær við ein munn: “Also ja, Hallur kann blíva nokk so óður við okkum, men hann er heimsins besti venjari!” Minnist, at tær høvdu lippufellið, eina ári hann ikki skuldi venja tær.


Tá okkurt var á vási, kom Hallur eisini fegin á heimavitjan at lurta og eggja gentunum. Sjálv haldi eg, at júst hatta, at síggja hvørt einkult barn og vísa tí álit og umsorgan, er ein av teimum heilt týdningarmiklu lyklunum til motivatión og menning. Venjarar, sum duga at síggja við hjartanum, hava sanniliga havt sína ávirkan á góðu avrikini.

 

Góðar relatiónir

Øll gransking vísir, at um fólk hava eina góða relatión, so kann oftast okkurt gott spyrjast burturúr – og um ítrivið so eisini gevur meining og er stuttligt, so kann tað bara blíva gott.


Júst hetta at skapa relatiónir, hjálpast at og lyfta í felag, haldi eg, at fleiri av góðu fólkunum í nevndini hava evnað øðiliga væl.


Minnist, eg at byrja við hugsaði: “Gyyyys! Skal eg nú sita heilar leygardagar á beinkinum og hyggja at hondbólti?! Bevares!” Men veruleikin er, at tað var so avbera hugnaligt, og ein framúr háttur at vera saman við børnum sínum, vinfólkum teirrra og foreldrum teirra við. Hesi hava sanniliga eisini stuðlað leikarunum á allar hættir. Og so var tað ein super háttur at hitta nógvar Hoyvíkingar.


Góðu gullkvinnur, njótið sigurin, gullið, summarið og restina av kappingarárinum. Drívið á, raskastu røsku tit. Eldhugi og dugnasemi tykkara er fyrimyndarligt. Tit vildu, tordu og kýttu tykkum. Og tit eru barasta so knáar. Nakrar tykkara kenni eg so avbera væl, nakrar havi eg ikki kent so leingi, men sum eg barasta haldi, at tit eru fantastiskar allar. Eg samgleðist so við tykkum!


Hjartaliga til lukku raskastu, røsku H71-kvinnur! Óluksáliga stuttligt at hava fylgt fleiri tykkara frá finaluni í G10 og til í dag. Tit eru knáar sum fáar!


H71 hevur so sera nógv at vera errið av. Nú hava hesar kvinnurnar eisini skrivað hondbóltssøgu, men vissuliga kunnu viðhaldsfólk, nevnd, venjarar, stuðlar og felag eisini geva sær sjálvum eitt megnar herðaklapp, tí orkan, hugflogið og dentin tit leggja í hetta felagið, er so púúúrasta fyrimyndarligt.


Og menninir: Hjartaliga til lukku til tykkum eisini – tit eru eisini ordans knasssar, men tað hava vit longu vitað, sannað og sæð í mong ár. Og  ikki at forgloyma øll okkara røsku barna- og ungdómslið, sum eisini spældu hópin av finalum. Tit eru framtíðin. Sanniliga hava H71 og Hoyvíkin hópin at fegnast um!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com