sunnudagur, 14. juni 2020
Myndir: Jens Chr. Vang
– Eg havi altíð ynskt mær at koma uttanlands at spæla, so eg kann sleppa at royna meg á hægri stigi og vita, hvussu eg kann klára meg har. Nú eg fekk kjansin í Íslandi, helt eg, at eg akkurát tað sama kundi royna tað, so eg gleði meg, nú eg havi fingið henda møguleikan.
Tað sigur skjótt fyrrverandi málverjin hjá H71-kvinnunum, Annika Fríðheim Petersen, sum fyri kortum skrivaði undir eitt árs sáttmála við íslendska felagið Haukar, sum er heimahoyrandi í Hafnarfirði, einar 20 minuttir úr Reykjavík, og hevur heimavøll í Schenker-høllini á Ásvølli.
– Hetta kom alt samalt í lag, tí landsliðsvenjarin, Ágúst Jóhannsson, vendi sær til mín og fortaldi, at eitt íslendskt felag stóð og manglaði ein málmann, so tey høvdu biðið hann givið teimum telefonnummarið hjá mær. So gekk alt øgiliga skjótt, og tað mesta var komið upp á pláss mestsum beinanvegin, greiðir Annika frá.
– Tá ið eg hugsaði um at fara uttanlands, hevði eg sæð fyri mær, at tað kundi verið til Danmarkar ella Norra, og millum annað havi eg tosað eitt sindur við Flemming Oliver Jensen um, hvørjir møguleikar vóru. Eisini havi eg ætlað mær at farið niður at lisið næsta ár, men nú skal hetta so roynast fyrst í øllum førum.
Annika sigur, at hon kennir millum lítið og einki til íslendskan hondbólt, burtursæð frá at hon í H71 hevur havt Einar Jónsson sum venjara og á landsliðnum Ágúst Jóhannsson. Men hon hevur skilt á lagnum, at intensiteturin er høgur og venjingin nógv.
– Tí síggi eg fyri mær, at hetta hóskar væl til mín, tí eg vil fegin menna meg, so tá er er gott við nógvari venjing. Vónandi kann eg menna málmansspælið munandi, so eg gerist ein betur spælari. Nú taki eg hetta árið, og so fáa vit at síggja, hvussu víðari verður, sigur hon.
Annika Fríðheim Petersen kemur at hava ein gerandisdag, har hon hálva tíð arbeiðir í einum frítíðarskúla hjá felagnum, og so er tað annars hondbóltur, sum er á skránni. Og hóast hon ikki kennir nógv til Ísland, gleðir hon seg til upplivingina.
– Sáttmálin hjá mær tekur við 15. juli og venjingin byrjar 20. juli, so tá skal eg bara vera klár. Eg vil fegin vera væl við í uppstartinum í felagnum, og sum nú er, venji eg seks ferðir í H71, fýra ferðir styrkisvenjing og tvær ferðir við bólti. Tað ræður um at vera væl fyri, áðrenn farið verður til Íslands, sigur Annika.
Kvinnurnar hjá Haukum hava sjey ferðir vunnið íslendska meistaraheitið, fyrst í 1945 og 1946, og síðani 1996 fimm ferðir, tað seinasta í 2005. Haukar hava verið steypavinnarar fýra ferðir, harav tríggjar ferðir í hesi øldini: Í 2003, 2006 og 2007.
27. desember
17. oktober
9. oktober
15. september
1. apríl
26. mars
15. februar
12. oktober
11. oktober
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Petur Skeel Dahl | 210135 | PeturSD@Olivant.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Beinta Fossadal | 288913 | BeintaFossadal@Hotmail.Com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | Heimasíða | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | |
Djóni Gaard Joensenn | Samskipari | 504488 | H71Umsiting@gMail.com |