fríggjadagur, 12. juni 2020
Tá ið Vilhelm Poulsen seinni í summar fyllir 21, verður tað í einum nýggjum og spennandi hondbóltsumhvørvi í Safamýri í Reykjavík, har felagið Fram hevur heimavøll. Saman við Rógva Dal-Christiansen úr Kyndli skal Vilhelm næstu tvey árini royna seg í íslendskum hondbólti. Teir leggja til brots har fyrst í august mánaði.
– Tað verður stuttligt at royna hetta, tí skalt tú taka tey fram og koma víðari sum hondbóltsspælari, mást tú fara av landinum. Tað havi eg ikki roynt áður í ítróttarhøpi, so nú havi eg møguleikan at finna útav, hvussu langt tað kann røkka hjá mær, sigur hann.
Einar Jónsson, ið sjálvur er uppvaksin í Fram, virkaði sum millumlið, tá ið íslendska felagið sóknaðist eftir spælarum úr Føroyum, men orsakað av koronufarsóttini hevur Vilhelm enn ikki hevur verið yviri í Íslandi og sæð umstøðurnar, og alt samskifti higartil er farið fram um telefonina.
– Eg havi tosað við venjaran, Sebastian Alexandersson, ið greiddi mær frá, at teir manglaðu ein høgra bakk, umframt at tað kanska eisini bleiv brúk fyri mær at spæla høgri vongur. Sum heild fekk eg ta fatan, at teir arbeiða sera professionelt, og tí tók eg av, sigur hann.
Tað eru ikki bara Vilhelm og Rógvi, sum eru nýggir í Fram, tá ið kappingini aftur fer í gongd, tí eisini venjarin er nýggjur har og skrivaði í mars mánaði undir trý ára sáttmála við felagið. Eins og Einar, hevur eisini Basti, sum teir rópa hann, eina fortíð í Fram.
– Sjálvur kenni eg ikki nógv til íslendskan hondbólt, og enn havi eg heldur ikki tosað við Áka Egilgsnes og Allan Norðberg, sum spæla har yviri, sigur Vilhelm.
– Men eg ivist ikki í, at tað verður hugaligt at koma í gongd í einum nýggjum umhvørvi, og vit eru tveir føroyingar, sum koma til Fram í senn, ger tað vælsaktans bara lættari. Rógvi og eg kennast frá føroysku kappingini og landsliðnum, so tað skal nokk verða gott.
Ætlanin er, at Vilhelm Poulsen skal arbeiða hálva tíð og so annars halga seg hondbóltin, ið væntandi fer at krevja nógva venjing, bæði renning, styrki og annað, tí íslendingar leggja stóran dent á, at spælararnir eru kropsliga væl fyri.
Fram hevur síðani 1950 vunnið íslendska meistaraheitið tíggju ferðir, og tá ið tað var vunnið í 2006, var tað fyrstu ferð í 34 ár. Síðani varð felagið aftur meistari í 2013, og harumframt hevur Fram eina ferð vunnið steypakappingina, í 2000.
27. desember
17. oktober
9. oktober
15. september
1. apríl
26. mars
15. februar
12. oktober
11. oktober
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Petur Skeel Dahl | 210135 | PeturSD@Olivant.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Beinta Fossadal | 288913 | BeintaFossadal@Hotmail.Com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | Heimasíða | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | |
Djóni Gaard Joensenn | Samskipari | 504488 | H71Umsiting@gMail.com |