leygardagur, 25. juli 2020

Helena fyllir 75 í dag


Skrivað hevur: H71

Í dag kann ein sonn megnarkvinna í Hoyvík og H71 halda rundan føðingardag, tí liðin eru júst 75 ár síðani Helena Dahl Olesen var borin í heim.

Og tá ið vit nevna navnið, so veit hvørt mansbarn, sum hevur havt nakað sum helst við H71 at gera, hvønn vit tosa um.

 

Tá ið hon og maðurin, Kurt, í síni tíð búsettust á Djúpagilsvegnum, settu tey á stovn eitt heim, ið út í odd og egg hevur roynst sum eitt satt H71-heim. Tey fingu synirnar Jákup, René, Halgir og Magnus og dóttrina Edith, ið øll hava tikið síni tøk fyri felagið – ikki minst á vøllinum, men eisini í aðrar mátar.

 

Helena og Kurt eru hoyvíkingar við stóra H, og júst tann týdningur, hondbólturin fekk fyri børnini, gjørdi sítt til, at her vóru sannar eldsálir, ið vóru til reiðar at leggja nógv fyri, so bæði børnunum og felagnum skuldi hepnast væl á øllum mótum. Tey hava íðin stuðlað sínum børnum, men hava so sanniliga eisini lagt meira eftir seg, tí ósjálvsøkin hava tey sett H71 og hondbóltin so frammarlaga, sum tað ber til.

Helena hevur verið karmur um nógv virksemi í sambandi við dystir hjá fremsta mansliðnum, og serliga í tíðini, tá ið Halgir hevði sínar vælmaktsdagar, stóð hon still og skipaði fyri. Kurt kundi tá viðhvørt vera so nervøsur, at hann nóg illa tordi í høllina at hyggja, men tey hava bæði tvey verið einastandandi stuðlandi, og ikki minst Helena sum ein “rívandi ond” hevur fingið nógv burturúr.

 

Ótroyttiligt arbeiði

Tá ið stuðlafelagið varð sett á stovn seinast í hinari øldini, vóru tey frá fyrsta degi ímyndin av hesum felag, har Helena gekk á odda og hevði leiðsluna um hendi øll árini, tá ið tað koyrt upp á tað allarbesta. Helena og Annleyg Patursson fingu savnað eina rúgvu av pengum inn, so børnini í Hoyvík – og tey vaksnu við – kundu liva sínar hondbóltsdreymar út.

 

Ein dúgliga troyttur inntøkumøguleiki var at hava tombola í SMS, men við tí fylgdi eisini tað krav, at annað skuldi vera á skránni eisini. Tá brúktu Helena og tær av sonnum hugflogið, so H71 altíð kundi hava ein bás við klæðum, myndum og øllum møguligum, ið hevði við felagið at gera.

 

Miðskeiðis í nullunum gjørdi nevndin í H71 av at heiðra tey, ið onkursvegna høvdu havt serliga stóran týdning fyri felagið. Ásvald Simonsen fekk sum stovnari eina heiðursnál, men tað fingu Helena og Annleyg eisini fyri sítt ótroyttiliga arbeiði, ið hevur gagnað H71 so framúr væl.

 

Enn eru Helena, Kurt og alt hús teirra ein grundstuðul í H71, og tað hendir lítið í H71, um ikki onkur teirra er í nánd, og her hava vit av sonnum hjørtu, ið banka í takt fyri H71. Tey hava enntá fingið ein bláan Neista-mann sum verson, men tað hevur bara kynt enn meira undir H71-glóðina.

 

Vit, sum í dag varða av H71 og hondbóltinum í Hoyvík, vilja takka Helenu fyri alt tað, hon hevur verið og gjørt fyri felagið, og vit vilja eisini bera henni eina hjartans kvøðu á 75 ára degnum við bestu ynskjum um blíðan byr í enn ókomnum døgum!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com