14. september 2020
Seinasta vikuskiftið vórðu fyrstu dystirnir í hondbóltslandskappingini hetta kappingarárið spældir.
Fyrstu dystirnir hjá H71 verða nú mikukvøldið, 16. september.
Besta kvinnuliðið hjá okkum fer inn á Skála at spæla móti StÍF klokkan 18.
Menninir skula somuleiðis spæla móti StÍF á Skála, tann dysturin byrjar klokkan 20.
Besta kvinnudeildin eitur enn SMS-deildin, meðan besta mansdeildin í ár hevur skift navn til Burn-deildin.
Leisturin í landskappingin verður nakað tann sami sum seinasta ár. Kvinnurnar og menninir spæla trý umfør í einum grundspæli.
Haðani fara fýra tey bestu liðini víðari til eitt ovara endaspæl at spæla um FM-heitini. Hini liðini fara í eitt niðara endaspæl, har eisini besta liðið í næstbestu deildini er við.
Grundspælið varir til seinast í mars, tó avbrotið av steypakappingini, sum verður í januar og februar.
Her á heimasíðuni kunngerða vit dystirnar hjá bestu liðunum hjá monnum og kvinnum.
Aðrir áhugaverdir dystir fara eisini at verða kunngjørdir her.
Yvirlitið hjá okkum er lagt inn her á heimasíðuna í september. Støðið er tað yvirlitið, sum er/var galdandi.
Vit royna eftir førimuni at fáa møguligar broytingarnar við so hvørt, men við hvørt gleppur tað eitt sindur í - beri yvir við okkum, um tað hendir.
Eitt fullfíggjað yvirlit yvir dystirnar eru á heimasíðuni hjá Hondbóltssambandinum:
Eitt nakað - og kanska greiðari - yvirlit yvir allar dystirnar finnur tú inni á Úrslitatænastuni.
Í skrivandi løtu eru allar kappingarnar ikki klárar.
Lat okkum hittast til dyst :)
30. oktober
14. september
9. september
7. september
1. september
25. juli
18. juli
23. juni
14. juni
12. juni
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | annadam@bvs.fo | |
René Dahl Olesen | 235930 | renedahlolesen@gmail.com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | emys@olivant.fo | ||
Sonja Mørkøre | 223663 | sonjamorkore@gMail.com | ||
Ivan Fossabrúgv | 239611 | ifossabrugv@gMail.com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | ann-mari@olivant.fo | ||
Símun Poulsen | 517220 | simun@vh.fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | eyjo@taks.fo | ||
Annika á Steig Egholm | 581319 | annikasteig@hotmail.com | ||
Ábyrgd av heimasíðu | ||||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | ann-mari@olivant.fo |