leygardagur, 9. mars 2013

H71 legði tvey týdningarmikil stig afturat


H71 - Kyndil: 24 - 18 (12 - 9)

H71 vann í dag tryggan sigur á Kyndli í heimahøllini í Hoyvík. Bert eina løtu fyrst í øðrum hálvleiki var spenningur um úrslitið, men annars var H71 á odda allan dystin, og sýntu gott spæl bæði í verju og álopi.
 

Dystargongd

Eftir eina trilvandi byrjan frá báðum liðum, legði H71 hart út og legði seg framum 5-1 eftir stuttari løtu. Hendan lítla løtan var samstundis eisini besta H71-løtan í øllum dystinum. Konsentratión og ágrýtni hjá øllum monnum. Tað sá sera gott út í einar 20 min., men so kemur ein løta har liðið loyvir sær at seta niður í lægri konsentratónsgear, og gestirnir hála inn. Men vit vinna hálvleikin 12-9. Eitt gott útgangsstøði til seinna hálvleik.

Kyndilsmennirnir hava helst fingið ein lítlan intensan fyrilestur um seinasta útkast til at halda seg á finalukós, um teir ikki tóku seg saman, og leveraðu ein nógv betur innsats í seinna hálvleiki, tí teir vóru bæði neyvari og meir ágangandi tá teir byrjaðu í seinna hálvleiki, serliga var tað Erlendur í málinum, sum tók so at siga alt, hesa løtuna. Tað skortaði ikki uppá møguleikar hjá H71, tað gav bara onki mál. Tá 7 min. vóru leikir í seinna hálvleiki stóð á jøvnum 13-13. Hetta var hæddarpunktið fyri Kyndlaliðið, eftir hetta dróg H71 støðugt frá og spælið hjá gestunum tóktist eitt sindur ráðaleyst, og sjálvt ikki tá teir vóru í yvirtal megnaðu teir at bøta um støðuna. Dysturin endaði við einum 6-máls sigri til H71. Fult uppiborðið.
 

H71

Aftur í dag spældu vit væl bæði í verju og í álopið. Tað var gott at síggja at álopsbreiddin var góð í dag, væl betur enn í Vestmanna. Dagsins toppskorari var Rógvi við 6 málum. Hann var samstundis eisini besti maður á vølli, við ágangandi álopsspæli, samstundis sum hann stýrdi spælinum væl. Kyndilsmenn valdu at ansa væl eftir Bogdan, og gav hetta sjálvsagt betur pláss til aðrar. Fleiri ferðir í dag vóru skjótar beinleiðis atsóknir, beint á og í málið, sum eydnaðust væl, Niels Viggo, Rúni og Rógvi. Hallur gjørdi tvey týdningarmikil mál, Tróndur skoraði hegnisliga úr spískum, og Boði skoraði fýra ferðir úr vinstru síðu. Hans Kári gjørdi trý sera týdningarmikil mál móti endanum, og gjørdi tað rætt við at skjóta niðurí, har Erlendur helst er veikastur. Og aftur í dag vóru Ari og Sigmundur kempur í verju, og stríddust manniliga. Góða verjuspælið gjørdi eisini at Ári og Tóraldur, stóðu væl í málinum.
 

Kyndil

Liðið hevur, líknandi H71, ikki hópin av langskjúttum, og hepnast ikki hjá Finni, so má spælast eitt sindur annarleiðis. Eg haldi at vit kunnu siga at Kyndil hevur traditión fyri góðum strikuspæli, og tað haldi eg at vit eisini sóu í dag. Tað hongur helst saman, hetta at dekka bakkarnar høgt, ja so verður leysari á strikuni. Liðið hevði ikki sín besta dag, og langt frá sama ágangandi spæli, sum tá liðini møttus seinast. Erlendur í málinum stendur eftir sum tann á Kyndlaliðinum, sum stóð seg best.
 

Samanumtikið

Vit kunnu vera væl nøgd við avrikið í dag. Nú koyrir verjan væl og álopið koyrir eisini væl, og liðið kann sagtans fáast at koyra enn betur. Tað vita vit. Tað sum hevur størst týdning er hetta við at verða tendraður og samstundis konsentreraður, hetta megnaðu fyri tað mesta í dag. Størsti vandin liggur nú í hesum at vera nøgdir við støðuna, ikki at slaka tá tað hevur gingið gott eina løtu, tá er at dríva á enn meiri (tó at ansa eftir ovfarakæti, og hava høvdið við).

Í morgin (sunnudag) leika KÍF og VÍF. Vit vóna sjálvsagt at stigini verða verandi í Kollafirði, og um so verður so eru trý stig millum H71 og VÍF. Tað eru 5 dystir eftir og 10 stig at leika um. 

Hósdagin spæla Neistin og H71, og vit hava latið tvey stig til teir bláu fyrr í ár, so vit kunnu onga løtu hugsa lættar dystir, tí tað eru bara truplir dystir eftir. Konsentratión og gullgramleiki frá fyrsta bríksli, dreingir !!!!!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com