mánadagur, 8. februar 2021

Hákun í uppskoti sum stjørnuskot


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

Hákun West av Teigum er eitt av trimum ungum ítróttarfólkum, sum eru tilnevnd til heiðurin Ítróttar-Stjørnuskotið 2020, sum Ítróttasamband Føroya skipar fyri.

Sum kunnugt hevur Hákun sínar hondbóltsrøtur her í H71, og longu í fjør tryggjaði hann sær – bara 18 ára gamal – pláss sum høgrivongur í bestu deildini hjá Skanderborg Håndbold.

 

Hákun gjørdi fyrst ein styttri sáttmála við Skanderborg Håndbold í fjør, men stóð seg so avbera væl, at sáttmálin stutt eftir varð longdur til 2024.

 

Á jólum var Hákun West av Teigum fyri fyrstu ferð við til venjingar hjá føroyska A-landsliðnum, og í landsliðshøpi hevur hann longu gjørt vart við seg sum ein av U17-spælarunum, sum á sumri í 2019 vunnu European Open-kappingina í Göteborg.

 

Nú heiðurin Ítróttar-Stjørnuskotið 2020 stendur fyri framman, er Hákun í uppskoti saman við 17 ára gamla fótbóltsspælaranum, Samuel Johansen Chukwudi, og 16 ára gamla fimleikaranum, Astrið Nanly Breckmann.

 

Við heiðrinum, sum verður handaður leygarkvøldið 13. februar, fylgja eisini 5.000 krónur.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com