18. februar 2021

H71 við í næstan øllum


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

Stóra steypafinaluvikuskiftið hjá hondbóltinum verður nú, og H71 eigur ikki færri enn 14 lið í teimum tilsamans 18 finalunum.

Lagt verður til brots við tveimum finalum longu fríggjakvøldið, so eru tíggju finalur leygardagin og sunnudagin eru finalurnar seks í tali. Sunnudagin verður annars lagt til brots við Eydnudeildini, sum er nýggjur táttur, og hartil er ein broyting eisini, at spældar verða seks B-finalur í aldursbólkunum 10, 12 og 14 ár hjá bæði gentum og dreingjum.

 

Umframt tey 14 finaluliðini hjá H71, hevur Neistin seks lið, ÍA, Kyndil og Team Klaksvík trý í par, Stjørnan, StÍF og VÍF hvør síni tvey og EB eitt finalulið við.

 

“Stóru” finalurnar, sum eru tær hjá kvinnum og monnum, verða báðar spældar leygardagin og eru báðar millum H71 og Neistan. Kvinnurnar spæla sína finalu klokkan 17 og menninir sína klokkan 19.30, sum er eitt sindur øðrvísi tíðir enn vanligt, nú nógv fleiri finalur eru á skránni.

 

Enn er ikki greitt, hvussu nógvir áskoðarar sleppa inn til finalurnar, men Hondbóltssambandið sigur, at tær annars verða væl dekkaðar í Kringvarpi Føroya, á FM 1, við stroyming og annars í miðlunum annars við teksti og myndum. Hondbóltssambandið stroymir sjálvt allar ungdómsfinalurnar á Youtube-síðunu hjá HSF.

 

Skráin fyri steypafinalurnar er henda:

 

Fríggjakvøldið 19. februar:

kl. 18.30 G16: H71-Neistin

kl. 20.00 D16: H71-Neistin

 

Leygardagin 20. februar:

kl. 09.00 G10B: Stjørnan-H71 c

kl. 09.45 D10B: ÍA a-Team Klaksvík b

kl. 10.30 G12B: H71 c-StÍF a

kl. 11.25 D12B: H71 b-ÍA a

kl. 12.20 G10A: Neistin a-VÍF a

kl. 13.05 D10A: Team Klaksvík a-H71 a

kl. 13.50 G12A: VÍF a-H71 a

kl. 14.45 D12A: H71 a-Team Klaksvík a

kl. 17.00 Kvinnur: H71-Neistin

kl. 19.30 Menn: H71-Neistin

 

Sunnudagur 21. februar:

kl. 13.00 Eydnudeildin

kl. 13.45 G14B: Stjørnan a-Kyndil b

kl. 14.45 D14B: ÍA-StÍF

kl. 15.45 G14A: H71 a-Kyndil a

kl. 16.45 D14A: H71 a-Kyndil a

kl. 17.45 G18: EB-H71 a

kl. 18.55 D18: H71 a-Neistin



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 annadam@bvs.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Sonja Mørkøre   223663 sonjamorkore@gMail.com
  Ivan Fossabrúgv   239611 ifossabrugv@gMail.com
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
  Annika á Steig Egholm   581319 annikasteig@hotmail.com
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo